Svimjing
Stór svimjikapping var í Vági um vikuskiftið, har átta svimjifeløg við hópin av svimjarum tóku lut.
Kappingin varð samstundis skipað sum úttøkukapping til NM-kappingina fyri juniorar, sum verður í Oslo komandi vikuskifti, og tí var landsliðsvenjarin, Petur Heðin á Fløtti, eisini millum áskoðararnar, soleiðis at hann kundi taka støðu til, hvørji skuldu við til hesa kapping.
Og líkt var eisini til, at svimjararnir kýttu seg eyka nógv av hesum. Í øllum førum vórðu trý bólkamet sett í kappingini, umframt at fimm svimjarar svumu seg til bronsunálina og ein svam seg til silvurnálina.
Fyri at taka tað seinasta fyrst, so var tað Elspa Mørkøre úr Skeggjum, sum svam seg til silvurnálina. Bronsunálina fingu Ruth Smith úr Havnar Svimjifelag, Pál Joensen og Sissal Petersen úr Vágs Svimjifelag og so tveir svimjarar úr Flot. Nevnliga Arnold Davidsen og Remi Langgaard.
Av teimum trimum bólkametunum, sum vórðu sett hesaferð, átti Pauli Ø. Mohr úr Fuglafirði tvey. Hann svam 200 metra frí í tíðini 2.18,6 og 400 metra frí upp á 4.54,7. Eisini setti Elspa Mørkøre úr Skeggjum bólkamet á 100 metra blandaðari svimjing, har hon kom á mál í 1.15,9.
Eftir kappingina varð so eisini avgjørt, hvørjir svimjarar skuldu við til Njm-kappingina í Oslo. Hesi eru Elida Bjarnadóttir, Aksal Holm Norðfoss, Janus T. Olsen og Helga Djurhuus, og skuldu tey ætlandi fara avstað mikudagin.
Samlaða heiðursmerkjabýtið millum feløgini varð annars hetta:
felaggullsilvurbronsu
Havnar Svimjifelag512721
Tvøroyrar Svimjifelag211912
Fuglafjarðar Svimjifelag17159
Flot17147
Skeggjar1499
Ægir373
Vágs Svimjifelag3414
Reki000










