Kyndil aftur á odda

Við einum framúr stríðsvilja eydnaðist aftur hjá Kyndli at koppa strandingunum, og nú er grøna havnarliðið aftur fremst í deildini

Hondbóltur

Okkurt serligt hevur verið yvir grøna kyndils-herinum í ár. Ein neisti, sum hevur verið tað evarska lítla pettið størri enn hjá øllum hinum, og ferð eftir ferð hevur hetta givið úrslit í, at Kyndil í evstu løtu hevur snarað dystum til egnan fyrimun.
Eitt sindur paradoksalt er tað so kanska, at einasti ferð greiður munur hevur verið í dystunum hjá Kyndli, var í dystinum móti botnliðinum, H71 herfyri. Sjey mál vóru á muni ta ferðina, men tað vóru hovyíkingarnir, sum áttu hendan fyrimunin. Hinar dystirnar hevur Kyndil mest sum allar vunnið sera tepurt, og tí er støðan í løtuni tann, at Kyndil er oddalið í deildini við einum málmuni upp á pluss eitt!

Noktaðu at gevast
Sunnudagin var tað so á Skála, at Kyndil skuldi royna seg. Ein leikvøllur, sum mangan hevur roynst teimum sera tungur, og har einki lið yvirhøvur hevur havt tað lætt seinastu nógvu árini. Og lætt sá tað heldur ikki út til at vera fyrstu løtuna sunnudagin.
StÍF snægt sagt bumbaði Kyndil niður fyrstu løtuna, og grønu menninir vistu neyvan, hvønn veg teir skuldu snarað sær, tá kanónkúlurnar komu sendandi úr øllum ættum. Men sum fráleið, so settu strandingar tó minni ferð á. Kanska eisini náttúrligt, nú leiðslan var somikið trygg, men altíð ein vandamikil gongd. Sálarliga er tað í øllum førum ein sannroynd, at er ferðin fyrst sett nakað niður, so er ófatuliga trupult at toga seg uppaftur, og hetta skuldi eisini vísa seg vera støðan sunnudagin.
Kyndil fekk undan steðginum minkað munin niður í fýra mál, og eftir steðgin hildu teir fram við at trýsta. »Ein-fyri-allar-og-allir fyri ein-hugburðurin«, sum hevur verið fremsta vørumerkið hjá liðnum síðani einaferð í januar mánaði, lýsti við neon-bókstavum í høllini á Skála, og tíggju minuttir inn í seinna hálvleik høvdu teir togað seg upp á javnleik.
Og so byrjaði gysarin av álvara. Drúgva og stóra takið hja´Kyndli at vinna seg upp á javnt hevði sjálvsagt kostað nógvar kreftir, og tað tóktist eitt skifti, sum um tað nú var útselt. Strandingar fingu aftur fatur um endan, men Kyndil noktaði at geva seg. Serliga í verjupartinum loyvdu teir ikki mótstøðuni nakað sum helst, og tá málverjin so eitur Johan Danielsen, so gerst tað trupult at skjóta málini, sum skulu til fyri at vinna.
Og hetta eydnaðist heldur ikki hjá StÍF. Teir løgdu seg eina seinastu ferð á odda, tá tríggir minuttir vóru eftir, men hóast harðmælta stuðulin frá trúgvu áskoðarunum, so gekk tað galið at enda, tá fyrst Janus Einar Sørensen og síðani Jakob Jónsson noyddu Marian at venda sær inn í málið eftir bóltunum.

Vilji og undirhald
Fremsta staðfestingin eftir dystin er sjálvsagt, at Kyndil nú aftur er oddaliðið í deildini, tó at munurin niður til næstu liðini enn er sera lítil. Men ein minst líka so týðandi staðfesting mundi vera, at liðið enn einaferð víst, at tað skal meira enn bara gott spæl til, skulu teir basast. Fyrst og fremst stríðsvilji, tí her eru tað fá lið, sum standa Kyndli kurl. Leikararnir berjast sum úlvur á skóg fyri hvønn einstakan bólt, og bara sálarliga trýstið av hesum ágrýtni leggur stórt trýst á mótstøðuna.
Og so skal ikki gloymast, at liðið eisini telir nakrar av frægastu leikarunum í landinum. Leikarar, sum bæði megna og vilja spæla eitt spæl, har samlaða liðavrikið stendur í hásætinum, og fyri áskoðaran fær slík uppoffring ikki verið annað enn undirhaldandi.
Strandingar mugu hinvegin ásanna, at enn er nakað á mál, um teir skulu verja gullið frá seinasta kappingarárið. Spælistílurin er í ár umlagdur nakað, og tað kann sjálvsagt vera ein av orsøkunum til, at tað enn tykist ganga nakað striltið. Men teir mugu eins og øll onnur gera sær greitt, at stríðsviljin av álvara skal finnast fram, um teir skulu basa Kyndli í oddastríðnum. Fyrsti møguleikin at sýna hetta veðrur í Vestmanna, tá StÍF fer at leita eftir eini endurtøku frá í fjør, tá liðið á seinasta leikdegi ognaði sær gullmerkini, sum teir skulu royna at verja.

Dysturin í tølum
StÍF-Kyndil 28-.29 (16-12)
Málskjúttar
StÍF: Sveinur Justinussn 8, Artur Johansen 5(1), Mortan Hansen 4, Mihai Marinescu 3, Andre F. Danielsen 3, Alexandur Johansen 2(1), Bent Djurhuus 1, Sverri Justinussen 1(1)
Kyndil: Josef Abrahamsen 7(2), Hans Áki Dal-Christiansen 7(3), Jacob Jónsson 6, Ken Zachariasen 3, Janus Einar Sørensen 2, Høgni Klein 2, Finnur Hansson 2
Brotskøst: StÍF 5, Kyndil 7
Útvísingar: StÍF 3, Kyndil 2
Dómarar úr Neistanum: Kristian Johansen & Sámal Hansen.