Hondbóltur
Tað vóru menninir, sum ikki vóru við, ið vóru stóra samrøðuevni í Ítróttarhøllini á Hálsi undan mansdystinum millum Kyndil og VÍF.
Serliga mundi tað koma dátt við hjá Kyndils-viðhaldsfólkunum, tá tey sóu Jacob Jónsson og Janus Einar Sørensen sita sum vanligir áskoðarar. Teir báðir hava annars talst millum avgjørt berandi kreftirnar á liðnum, og uttan teir roknaðu helst fleiri við, at hetta skuldi gerast ein av heilt tungu døgunum hjá Kyndli. Ja, onkur av áskoðarunum tosaði enntá um, at her fór at verða talan um sorl.
Bendi til gestirnar
Havandi í huga umgangin, sum VÍF gav StÍF fyri viku síðani, so var tað kanska heldur ikki heilt av leið, at áskoðararnir bóru nakað av ótta fyri útfallinum hesaferð. Ikki minst, tá bonkurin hjá Kyndli ikki er tann breiðasti í landinum, og serliga, tá tað vóru tveir somikið royndir leikarar, sum avloysarar skuldu finnast fyri.
Og fyri stóran part av fyrra hálvleiki tóktist tað eisini, sum skuldu vestmenningar fara avstað við øllum.Tó at munurin ikki bleiv so sjónskur á máltalvuni, so høvdu gestirnir alla tíðina hug at leggja seg eitt og tvey mál framum. Í málinum tóktist Eli Müller eisini at hava fingið eina góða byrjan, soleiðis at tað skuldi hampuliga nógv til, áðrenn Kyndil fekk skorað.
Hinvegin tóktust gestirnir als ikki at hava tørv á at nýtu somu kreftir, tá teir skuldu hava mál. Tað var eins og fingu teir síni mál munandi lættari, og fyri mong mundi tað tí bara vera ein spurningur um tíð, áðrenn Kyndil knekkaði. Ikki minst tí liðið ikki tóktist hava hug at fremja eina tí einastu útskifting.
Noktaðu at gevast
Tað var tó bara ein lítil trupulleiki fyri VÍF í øllum hesum. Kyndil noktaði at geva seg yvir!
Hóast møðin uttan nakran sum helst iva var farin at seta síni spor, longu áðrenn liðini fóru til hálvleiks, so nervaði hetta ikki á nakran hátt samlaða avrikið. Um nakað, so vóru tað vestmenningarnir, sum høvdu tyngru beinini, tá liðini komu út eftir steðgin, og spakuliga byrjaði Kyndil at fáa eitt veruligt yvirtak á dystinum.
Johan framdi nakrar meistarligar bjargingar í málinum, soleiðis at VÍF hevði trupult at fylgja við, og brádliga tóktust vestmenningarnir at geva eftir. Eygnabráðini á leikarunum søgdu týðiliga, hvussu trupult teir høvdu við at taka mótstøðuna, sum Kyndil konsekvent royndi at geva, og líka mikið hvussu harðir nærdystirnir vóru, og líka mikið hvussu vestmenningarnir royndu at skifta, so stóðu teir somu sjey Kyndils-leikarar fyri teimum.
Ein glotti var tó at hóma hjá VÍF, tá Kyndil fekk tvær útvísingar á rað, men hetta tóktist bara virka øvugta vegin. Gaman í vann VÍF eitt mál aftur, nú teir vóru so leingi í yvirtali, men útvístu menninir tóktust nærum úthvíldir, tá teir so komu innaftur, og so setti Kyndil trumfin á. Enn einaferð skutu teir trý mál á rað, og tá Hans Áki so við einum flottum skrúvandi skoti bendi bóltin inn um Dejan Lacok í VÍF málinum, tók fagnaðurin grønu megin í høllini nærum ongan enda.
Og teir høvdu eisini alla orsøk at fagnast sínum leikarum. Hóast tveir av hollastu stuðlunum ikki vóru við, og hóast bonkurin á liðnum er somikið tunnur, so stríddust menninir sum úlvar á skóg í samfullar 60 minuttir, og prógvaðu teir soleiðis enn einaferð, at tað ger mun, tá innsatsurin í dystunum er høgur.
Stríðsmenninir
Tá talan er um slíkt avrik, sum tað Kyndil sýndi sunnudagin, so er trupult at taka dagar ímilllum, hvørjir leikarar eiga rós uppibornan. Ella skuldu vit kanska sagt eyka rósur.
Men tað slepst ikki undan at nevna nakrar kortini. Johan Danielsen var snøgt sagt ótrúligur í málinum. Eitt er, at taldu bjargingarnar nærkaðust teimum tríati, men hartil hevur eisini ótrúlig evni til alla tíðina at halda dampinum á verjuni uppi, so mótstøðan ikki kemur lætt til nakað sum helst.
Á bakkunum hevði Finnur Hansson loksins høvi til at spæla heilan dyst vinstrumegin, og hann gjørdi í øllum førum sítt til at vísa á, at hann so avgjørt er evni til plássið, og hinumegin tóktist Ken Zachariasen skora upp sjálvt teir truplastu bóltarnar. Mitt fyri sýnti Høgni Klein enn einaferð, at hann bara gerst betri, so hvørt sum meira ábyrgd verður tveitt á hann, og á vonginum hevði Hans Áki ein av sínum heilt góðu døgum, meðan kvikleikin hjá Josef var essentiellur í verjuspælinum. Og so var tað eisini Hans Arni Thomsen, sum røkti strikuplássið fyri Janus Einar. Enn er Hans Arni eitt púrasta óskrivað blað í føroyskum hondbóltshøpi, men skal framtíðin metast út frá avrikinum hesaferð, so skal eingin á Kyndils-liðnum kenna seg ov vísan í sínum plássi. Johan kanska undantikin!
Mugu hava ferð á
Hvussu tað fer at gangast seinna helmingin av kappingini, ber sjálvandi ikki til at staðfesta enn, men úrslitið sunnudagin ber við sær, at Kyndil eftir øllum at døma endar grundspælið á ovasta plássinum. Enn hava teir ein dyst eftir móti grannunum úr Neistanum, men hóast tað skuldi hent seg, at full úrtøka ikki fæst úr hesum, so halda teir ivaleyst fast um fyrimunin kortini.
Hjá VÍF er støðan tó nakað øðrvísi, og ivaleyst munnu vestmenningarnir vera fegnir um, at talan framvegis bara er um grundspæl.
Eftir avrikið seinast, so var kanska væntandi, at VÍF hevði fingið glið á sítt spæl, men móti Kyndli var ov ofta ov nógv av tí at síggja, sum hevur eyðkent liðið higartil í ár. Til tíðir koyrdi uppspælið alt ov seint, og tó at einstøk kreativ innsløg vóru at síggja, so var hetta ikki nóg mikið til at taga Kyndils-verjuni sundur. Og so slettis ikki, tá skjúttarnir gera somikið lítið um seg, sum teir gjørdu tað hesaferð. Enn er alt tó ikki tapt, og hini liðini fara helst at vera seg fyri at undirmeta vestmenningarnar. Men kemur ikki annað glið á spælið, so útlitini fyri at betra um bronsumerkini frá í fjør einki serlig.
Dysturin í tølum
Kyndil-VÍF 26-22 (11-11)
Málskjúttar
Kyndil: Ken Zachariasen 8, Finnur Hansson 8, Hans Áki Dal-Christiansen 7, Høgni Klein 2, Josef Abrahamsen 1
VÍF: Ingi Olsen 9(2), Agnar Joensen 5(1), John Zachariasen 3, Petur Frank Joensen 3, Harald Bjørgvin 1, Daniel Rápa 1
Brotskøst: Kyndil 2, VÍF 5
Útvísingar: Kyndil 5, VÍF 4
Dómarar úr Neistanum: Sámal Hansen & Kristian Johansen. Høvdu ikki alla tíðina nóg greiða linju.