Hondbóltur
Eitt er, at tað er ein náttúrligur munur á toppi og botni í bestu mansdeildini. Men tá botnliðið so eisini má vera tveir av týdningarmestu monnunum fyriuttan, so gerst munurin risastórur, og hetta varð eisini staðfest í Høllini á Hálsi sunnudagin, tá Kyndil tók ímóti KÍF.
Longu fyrstu fáu minuttirnar kom eitt ordans hol ímillum liðini bæði, og so var tað fyri tað mesta bara ein spurningur. Nevnliga hvussu stórur sigurin hjá Kyndli skuldi verða. Mest av øllum, so mundu kollfirðingarnir bara bíða eftir, at klokkan í høllini skuldi ýla fyri seinastu ferð, og tá hon loksins gjørdi hetta, so var munurin altso uppá 16 mál.
Hjá Kyndli er hetta so nógv tann størsti sigurin á árinum. Hóast teir næstan hvørja ferð hava verið omaná, so hevur munurin aloftast verið sera lítil, og í so máta mundi tað kennast fløvandi við einum trivaligum sigri hesaferð. Ikki minst tí teir komandi vikuskifti skulu í holt við eitt VÍF-lið, sum nú veruliga tykist vera komið fyri seg, og tað er av álvara nakað, sum líkist einum branddysti.
Hjá KÍF er ikki stórt annað at gera, enn at lyfta høvdið og gera seg til reiðar til komandi uppgávuna. Hendan verður móti hinum havnarliðnum, Neistanum, sum eisini liggur væl fyri á talvuni, og so er spurningurin, hvørt kollfirðingarnir tá í stærri mun megna at leggja forðingar fyri.
Dysturin í tølum
Kyndil-KÍF 40-24 (20-9)
Málskjúttar
Kyndil: Janus Einar Sørensen 10(1), Hans Áki Dal-Christiansen 8(1), Høgni Klein 7, Sigtór Andreasen 6, Jacob Jónsson 4, Ken Zachariasen 4, Hans Arni Thomsen 1
KÍF: Mirko Milenkovic 5(1), Petur Martin Poulsen 5, Gert Hansen 5, Teitur Joensen 3, Jónálvur Johannesen 3, Hallur Hansen 2, Arnbjørn Hansen 1
Brotskøst: Kyndil 3, KÍF 1
Útvísingar: Kyndil 4, KÍF 3
Dómarar úr Tjaldur: Trygvi Mortensen & Kári Hanse