Tann loynda styrkin

Lívførið í føroyskari mentan við atliti til sjálvstýrismenningina í nýggjari tíð og til lagnuna hjá øðrum atlantstjóðum

Eftir Hanus Kamban
fyrsti partur

Tann mentunarliga og politiska lagnan hjá føringum í tíðini 1300-1800, sædd í samanburði við søguna hjá grannatjóðum í Atlantshavi um somu tíð. Mál og bókmentir sædd sum, lutvís, svar upp á eitt hjálandapolitiskt trýst.

Tann harð dómurin
Tað kann mangan tykjast, sum føroyskir yrkjarar og rithøvundar ivast í, um nakað tæri ella veiggj er í teirra landsmonnum, tjóðskaparliga. Føringar, tykjast teir at halda, eru vinglutir og ivasamir, tá tað snýr seg um at seta føtur undir egið borð, brúka sína orku til klandur heldur enn at semjast um at fremja stórmál, eitt nú av ríkisrættarligum slag og - uppaftur verri - hava ikki tann stoltleika ella frælsishug, sum krevst til - eitt nú - at stovna eitt sjálvstøðugt ríki.
Dømir um hesa skaldanna atfinngarsomu hugmynd av sínum fólki eru mong, ganga frá nútíðar yrkjarum aftur til Jóannes Patursson og J. H. O. Djurhuus. Vit kenna øll orðini »saman at standa var ei okkum givið« eftir Hans Andrias Djurhuus. »Krúpandi er lívið mans, ormatos í runudíki«, yrkir Janus. Og, tekur Jóannes Patursson til í einum sangi: »Tað tykist okkum fjálgast at vera eins og kú, ið livir væl á sínum heimabeiti«. Við øðrum orðum: vit eru ikki annað enn neyt, undirbrotlig, sør fyri medvit og sjálvstøðuga hugsan.
Í hesum fyrilestri er ætlanin at spyrja, um henda myndin er rættvís og - um hon ikki er tað - at royna at tekna eina mynd, sum kanska er rættvísari og beinraknari. Í hesum sambandi tykist neyðugt at siga eitt sindur um Føroya mentanarsøgu sum heild, um mynstur og eyðkennir, sum tykjast at vera afturvendandi ígjøgnum eitt 700 ára tíðarskeið, og at gera samanberingar við lagnuna hjá okkara grannalondum.
Móti endanum er ætlanin at seta niðurstøðuna av hesum hugleiðingum í samband við gongdina í 20. øld - har tjóðskaparspurningar hava verið so frammarlaga - og, serstakliga, við tey mál, sum leika á beint nú, og sum eru av politiskum, ríkisrættarligum, búskaparligum og sosialum slag.


Tjóðir í Atlantshavi
Fara vit aftur til miðjuna á 13. øld, og hyggja vit at londum og mentanum í Norðuratlantshavi um hetta mundið, so er hetta tíðin, tá Noregs ríki, við Sverra-ættini við róðrið og Bergen sum høvuðsstaði, stendur í blóma, bæði politiskt og mentunarliga.
Tengd at Noregs ríki liggja tey sokallaðu skattlondini: Ísland, Grønland, Føroyar, Suðuroyggjar (Hebridurnar), Man, Orknoyar og Hetland. Fara vit nú eini 200 ár fram, so eru skatt- og atlondini saman við Noregi komin undir eitt nýtt vald, Danmarkar ríki. Samstundis eru, við tað at tann norski tyngdardepilin nú er fluttur úr Bergen til Oslo, atlondini saman við Noreg kveistrað uppaftur meira út í útjaðaran, gloymd, at kalla, undir væðingini fyri norðan.
Hugsa vit nú um ta politisku og mentanarligu gongdina hjá hesum atlantslondum, so er fyrst at nevna, at Suðuroyggjar og Man, sambært semjuna í Perth í 1266, koma undir skotskt yvirvald. Á oynni Man mátti tað norrøna málið dvína fyri gæliskum, seinni skotskum, í 14. øld. Á Suðuroyggjum doyði norrønt út í 16. øld. Í Grønlandi kólnar út, fyrst í Vesturbygd og seinni í Eysturbygd, so at um 1500 er tað norrøna fólkið har útdeytt og tess mál, varðveitt á o.u. 15 rúnainnskriftum, farið í søguna.
Í Noregi, sum eftir friðin í Kiel í 1814 fer saman í persónssamveldi við Svøríki, birtist, við støði í tjóðfundinum á Eidsvoll sama ár, ein fólkaræðis- og sjálvstýrisrørsla, og í 1905 tekur landið loysing frá Svøríki. Men longu um 1480 er tað norska málið, orsakað av danskari, svenskari og lágtýskari ávirkan (sum bæði kann førast aftur til árin frá Hansaveldinum og til sameiningina fyrst við Svøríki og seinni við Danmark), avlagað, serstakliga bendingin, tað anir nakrar øldir í norskum bygdamálførum, men sum skrivað mál er tað um trúbótarmundið ikki til longur. Sostatt var heldur eingin roynd gjørd at týða bíbliuna til miðaldarnorskt.
Hetland og Orknoyar koma í 1469 undir skotskt vald, oyggjabólkarnir falla seinni í klørnar á eirindaleysum skotskum jallum, og avleiðingin er, at nakað eftir 1700 eru teirra norrønu mál at kalla ikki til meira.
Ísland, sum verður sjálvstøðugt ríki í 1944, tykist vera tað landið, sum kemur best burtur úr hesi drúgvu hjálandatíðini. Tá ið landið fer at ernast upp tjóðskaparliga um 1830, hevur tað eitt norrønt mál, sum er at kalla óskalað, ein norrønan skaldskap, sum er til skjals í handritum - og sum er á hædd við ta mætasta í heimsbókmentum - og umframt tað væl av nýggjari prentaðum bókmentum.


Føroyar undir Noregs ríki
Snúgva vit okkum nú til Føroya, og hyggja vit at støðuni har um ár 1300, so høvdu um hetta mundið tvey vald - tann katólska kirkjan og tað norska kongsvaldið - troðkað seg langt inn á føroyskt sjálv-ræði og sjálvbjargni.
Í 1271 átók norski kongurin sær at lata tvey skip sigla til Føroya árliga. Sostatt vóru, tykist tað, handil og flutningur gloppin føringum av hondum. Tá ið Føroya alting í 1274 samtykti at ganga undir ta norsku landslógina, avtók tað samstundis sín egna lóggávumyndugleika og var eftir hetta bara ein dómstólur. Tað útinnandi valdið í Føroyum var savnað hjá Noregs kongi, sum aftur læt sýslumenn, og seinni eisini fúta, umboða seg. Longu í 1154 varð tann føroyska kirkjan løgd inn undir erkibiskupssetrið í Niðarósa (Tróndheimi) og bleiv soleiðis partur av tí norsku kirkjuligu stigskipanini. Meðan kongsvaldið kravdi inn skatt frá føringum, kravdi kirkjan aðrar inntøkur, fyrst og fremst leigu av teirri festijørð, hon so líðandi legði inn undir seg, haraftrat tíggjund, bøtur o.a.
Um vit nú taka saman um, so vóru um 1300 bæði lóggávuvald og útinnandi vald á norskum hondum. Heldur ikki dómsvaldið var óskert, við tað at kongur so við og við gjørdist løgfrøðiligur appelstovnur, og við tað at kirkjurætturin legði inn undir seg stór økir av rættarlendinum. Búskaparliga høvdu kongur og kirkja lagt undir seg stóran part av Føroya innløgu, og har serstakliga kirkjan, sum um trúbótartíðina átti o.u. 40% av allari føroyskari jørð.
Tá ið ført hevur verið fram, at Føroyar um ár 1000 vóru eitt ríki, ella ein frístatur, er hetta neyvan rætt. Landið var tá heldur eitt leysliga skipað samfelag, við ongum útinnandi miðdepli, har høvdingar og bøndur ráddu, og har kvinnur, trælir og fátæk høvdu avmarkað frælsi og at kalla onga ávirkan. Men 300 ár seinni var eisini tað frælsi og sjálvbjargni, sum høvdingar og bøndur høvdu havt, gloppið teimum av hendi.


Tað føroyska svarið
Tann áhugaverdi spurningurin er nú: Hvussu megnaðu føringar at lofta hesi hjálandapolitisku inntroðkan? Skjøl og sagnir benda á (hóast vit einki vita við vissu), at um 1300 var tað lítla samfelagið skakað av ógvisligum politiskum herðindum, so at her kanska var uppreistur, serstakliga vendur móti kirkjuni og Erlendi biskupi.
Minst líka so áhugavert er, at um hetta mundið og í tíðini aftaná verða skaptar tvær organismur ella heildir av mentunarligum slag. Onnur organisman er av málsligum slag. Í tíðarskeiðinum frá o.u. 1300 og eini 200 ár fram fara fram nakrar sera sjónskar ljóðbroytingar í okkara gamla norrøna máli, sum hava við sær, at føroyskt, sum sjálvstøðugt vesturnorðurlendskt mál, skylt við íslendskt í bygnaði, men ólíkt tí í sínum ljóðliga hami, verður til.
Hin organisman er av bókmentaligum slag, her verður hugsað um eina skapan, sum hevur við sær, at føringar í tíðini frá 1300 og heilt upp til o.u. 1700 yrkja tey føroysku kvæðini. Ætlanin er ikki her at greiða frá uppruna ella eyðkennum, kortini noyðist eg at nevna, at vit føringar kanska viðhvørt gloyma, hvat týdning hetta hevur havt. Granskarar halda, at í norðurlendskari kvæða- og vísuyrking vóru í miðøld tveir høvuðsmiðdeplar. Annar, tann eysturnorðurlendski, eru øll samd um, var í Danmark. Hin, tann vesturnorðurlendski miðdepilin, halda summir (tó ikki allir), var í Føroyum.
Lata vit nú tølini tala, so eru í Danmark varðveittar stívar 520 fólkavísur, og í Føroyum o.u. 206 upprunalig kvæðir. Um vit nú hava í huga, at í Danmark, sum tá fevndi um landspartar av tí, sum nú er Suðursvøríki, búði í tíðini undan svartadeyða o.u. 1 millión av fólki, meðan í Føroyum um somu tíð búðu kanska 4-5.000, verður myndin týðiligari. Kvæðini vóru í hesum oyggjasamfelag, sum var avmarkað av sínum strondum og ikki fekk vaksið út um eina ávísa vídd, sum eitt yvirflóðarhorn av skaldskapi, har møguleikin fyri margfeldi ella variatión var at kalla endaleysur.


Innsig úr Europa
Um vit nú royna at samla politikk og mentan í einum heildarmálningi, so kunnu vit seta fram ta hugsan ella hýpotesu - og her kunnu vit skjóta inn, at í mentanarsøgu noyðast vit mangan at arbeiða við hýpotesum, av teirri grund, at mentan er ikki neyvur vitskapur - at føringar svara upp á eitt hjálandapolitiskt trýst við skapan, eini skapan, ið fatar um tvær mentunarhøllir, sum standa enn - øldir aftan á, at tað norska kongsvaldið og tann katólska kirkjan fóru í søguna - og sum, ið hvussu er eftir mínum tykki, eru okkara kjølfesta í nútíðar politiskum og mentanarligum kastivindum.
Vit eiga her ikki gloyma, at kvæðaskaldskapur og mál ikki eru eitt reint, serføroyskt andsvar, men grógva dialektiskt úr tí útlendska trýstinum. Føringar fingu kvæðini og dansin úr Noregi og - lutvís og umvegis - úr Europa, Onglandi og Fraklandi, og tað føroyska málið varð skapt lutvís sum ein avleiðing av sambandinum við Noreg.
Her er vert at leggja aftrat, at í miðøld hava kvæðaskaldskapur og mál samróð, soleiðis at skilja, at kvæðini, saman við sagnum, ævintýrum og orðatøkum, vóru við til at styrkja og menna málið, geva tí lívføri og seiggi, tá eitt nýtt mál seinni troðkaði sær veg inn í føroyska mentan.