størri. Skúling á havinum Kaj Leo vil ikki klaga. Vísir sjálvur á harða, men rættvísa skúlan hann fekk undir New Foundlandi, har hann var 4 ár til skips við línubáti. Síðani gekk leiðin á stýrimansskúla [...] individ sum hann føtt her á fold.? Spice Girls: »Fullar av lívi. Hava skapt eina ótrúliga marknaðarføring burtur úr rotthalum, sangi og stuttum niðurdeilum. Um Farex kom upp á knøini á teimum í marknaðarføring [...] í nýggj høli. Og tað er ikki sørt, at tú gerst bilsin, tá tú kemur á gátt í Niels Finensgøtu. Her er stílur í. Stórir málningar hanga á vegginum, og langa fundarborðið í snotuliga fundarhølinum smæðist
ætla okkum eisini at skapa eitt umhvørvi, har okkara sponsorur sæst aftur, sigur Jákup Mortensen at enda. NSÍ endaði í fjør á fimta plássi í landskappingini. [...] frá tryggingarfelagnum sigur, at hetta er ein nýggj leið, felagið nú gongur. ? Vit eru ikki so kendir á hesum økinum, men tað ætla vit okkum so at gera meira við í framtíðini, sigur Fríðálvur Jensen. Hann [...] nú fer at stuðla føroyskum fótbólti er, at tryggingarfelagið í dag hevur fingið eina broytta støðu á marknaðinum í mun til fyrr. ? Vit hava lagt okkum eftir at vera sjónligari í føroyska samfelagnum.
reiðari í Gøtu, avsannar nú avgjørt pástandin hjá Jákup Sverra Kass, løgtingsmanni um, at Norðmenn eiga ein stóran part av føroyska nótaflotanum. Jákup Sverri Kass segði hetta í viðtali við Sosialin í gjár [...] at varðveita tamarhaldið á støðuni. ? Eg haldi, at hetta er ov óroynt hjá okkum til at vit kenna avleiðingarnar. Atli Hansen sigur, at hann sær eisini ein vanda í, at vit ræðið á fiskivinnuni um ov nógvir [...] sama gongd nú fór at verða í línuflotanum, sum tað hevði verið í nótaflotanum. Men ein av reiðarunum á nótabátunum, Atli Hansen í Gøtu avsannar hesi tíðindi í dag. Grovliga tikið til ? Hatta var nakað grovliga
løtu. Tað, sum Jákup Lamhauge, formaður í býarfelagnum bíðar eftir, er at fáa fundarboð úr landsstýrinum. Og tað, sum skal viðgerast á hesum fundinum er málið um kommunuskuldina. Jákup Lamhauge sigur, [...] fram eftir 2000. Jákup Lamhuge sigur eisini, at viðurskiftini hjá nógvum kommununum eru so øgiliga nógv øðrvísi nú, enn tey vóru, tá ið avtalan, sum nú er um kommunuskuldina, varð gjørd á sinni. ? Nógvar [...] nógvar kommunur at koma niður á eina skuld uppá eina álíkning, ella minni enn tað. Og ein kommuna, sum skyldar eina álíkningverður mettur sum ein tryggur lántakari. Jákup Lamhauge sigur, at tá fáa kommunurnar
14. januar Børge Jørgensen, instrumentmakari, Tórshavn, 75 ára gamal. 15. januar Óla Jákup Hammer, Uppi á Hamri, Toftum, 72 ára gamal. 16. januar Davia Guðmundsson, Bløndás í Íslandi, 88 ára gomul. Hans [...] Tórshavn. 19. januar Herta Johannesen, fødd Hansen, ættað uttan av Váli í Svínoy, búsitandi Norði á Gørðum í Klaksvík, 69 ára gomul. Dorthea Petersen, Mikladali, fødd Lydersen, ættað úr Havn, 73 ára gomul
undanfarin ár sjey Gjugg í Borg-ferðir frá Atlantic Airways, og næstbesta liðið fær ein vinning frá Statoil. Kappingin Atlantic Cup er komin fyri at verða. Hetta er at meta sum byrjanin upp á fótbóltin, og oftast [...] hava upp til tvey lið við. Spælt verður í fýra bólkum við fimm liðum í hvørjum. Fýra útispælarar eru á hvørjum liði, og tvey lið koma víðari úr hvørjum bólki til eitt millumumfar, sum er í tveimum bólkum
? Eg dugi ikki at síggja, at tað er so nógv at helda fund um, sum støðan er beint nú. Tað skilst á Anfinni Kallsberg, løgmanni, at í hvussu so er í fyrstu atløgu fer hann ikki at kalla Býarfelagið og [...] Kommunufelagið til fundar um kommunuskuldina. Í blaðnum í gjár segði formaðurin í Býarfelagnum, Jákup Lamhauge, annars, at nú bíðaðu tey bara eftir fundarboðum úr landsstýrinum at viðgera kommunuskuldina [...] undirtøkuna fyri tí í tinginum, sigur Anfinn Kallsberg. Skera ígjøgnum fyrr ella seinni Løgmaður vísur á, at tað serliga er framtíðin hjá kommunala veðhaldsgrunninum, sum skilir partarnar. Men hann sigur,
hevur viðgjørt málið uppá. Í tí eina fyrispurninginum spyrja løgtingsmenninir Vilhelm Johannesen og Jákup Sverri Kass, hvussu kann landsstýrið geva innflutningloyvi til eitt fiskfar úr Noregi, sum er størri [...] væl størri enn teir vanliga føroysku línubátarnir. Skerjir hinar bátarnar Vilhelm Johannesen og Jákup Sverri Kass siga, at eftir lógini um vinnuligan fiskiskap hevur bólkur 3, sum er línuskip yvir 110 [...] ikki tikið aftur, kunnu vit rokna við, at fleiri aðrar umsóknir um innflutningsloyvi av sama slag eru á veg. ? Verða hesi givin, síggja vit fyri okkum, at støðan bæði hjá útróðrarflotanum og stállínuskipunum
árið á rað fyri stóru innandurakappingini Atlantic Cup, har øll 1. deildarfeløgini eru boðin við. Hetta var triðja árið á rað, at kappingin varð spæld, og er hon blivin eitt slag av byrjan upp á fótbóltsárið [...] aftur í ár. HB 2 vann kappingina eftir at teir í finaluni vunnu 8-3 á GÍ 1. Í hálvfinalunum vann HB 2 5-1 á B36 1, meðan GÍ 1 vann 4-1 á NSÍ 1. Sostatt vann HB kappingina fyri aðru ferð, fyrru ferð var í [...] vann NSÍ kappingina. Vinnandi liðið fekk sjey Gjugg í Borg-ferðir frá Atlantic Airways, og spælararnir hjá tapandi liðnum í finaluni fingu eitt gávukort á 300 krónur í part frá Statoil, ið er høvuðssponsorur
teir vóru eisini á odda 2-0, tá ið tríggir minuttir vóru leiktir. Síðani komu hoyvíkingar við í dystin, og teir komu upp á javnleik løtu seinni, og síðani fóru teir frammum og løgdu seg á odda 7-4, áðrenn [...] komu á vøllin til seinna hálvleik, til dysturin var bríkslaður í gongd aftur. Orsøkin var tann, at ikki fyrr enn liðini høvdu bíðað í einar fýra til fimm minuttir komu dómararnir út á vøllin. Jákup Sverri [...] áðrenn hann langar bóltin í meskarnar. Um miðjan seinna hálvleik kom verulig gongd á hjá Neistanum, og teir komu frá 19-16 upp á javnleik 19-19. Høvdu teir so dugað at útnytta sínar møguleikar eins væl gjøgnum