Tryggingarfelagið Føroyar fer upp í fótbóltin

Fótbóltur: Fyrrapartin í gjár skrivaðu Tryggingarfelagið Føroyar og NSÍ undir sponsoravtalu. ? Vit eru ikki so kendir á hesum økinum, men tað ætla vit okkum so at gera meira við í framtíðini, sigur Fríðálvur Jensen frá tryggingarfelagnum

Hjá øllum ítróttarfeløgunum, stórum sum smáum, hevur tað týdning at hava ein sponsor, so peningurin, sum er fremsta fortreytin fyri at reka eitt ítróttarfelag og menna tað, kemur til vega.

Tað eru sum oftast fyritøkur av ymsum slag, ið sponsorera ítróttarfeløgunum, og tann seinasta fyritøkan, sum er farin undir hetta, er Tryggingarfelagið Føroyar, sum fyrrapartin í gjár klokkan 10 skrivaði undir sponsorsáttmála við NSÍ.

Fríðálvur Jensen frá tryggingarfelagnum sigur, at hetta er ein nýggj leið, felagið nú gongur.

? Vit eru ikki so kendir á hesum økinum, men tað ætla vit okkum so at gera meira við í framtíðini, sigur Fríðálvur Jensen.

Hann sigur, at orsøkin til, at Tryggingarfelagið Føroyar nú fer at stuðla føroyskum fótbólti er, at tryggingarfelagið í dag hevur fingið eina broytta støðu á marknaðinum í mun til fyrr.

? Vit hava lagt okkum eftir at vera sjónligari í føroyska samfelagnum. Samstundis vilja vit fegnir stuðla føroyskum ítrótti, og vit vóna eisini, at NSÍ fær eitt gott úrslit, sigur Fríðálvur Jensen, sum er væl nøgdur við avtaluna millum Tryggingarfelagið og Nes Sóknar Ítróttarfelag.

Tá vit spyrja, hví tað júst bleiv NSÍ, svarar Fríðálvur Jensen, at hetta felagið kemur úr einum stórum øki, eisini tá hugsað verður um ungdómsarbeiði sum heild, og so halda vit eisini, at hetta fer at geva Tryggingarfelagnum Føroyar nakað, eisini í framtíðini, sigur hann.

Sáttmálin millum Tryggingarfelagið Føroyar og NSÍ inniheldur í høvuðsheitum eina avtalu um ein fastan stuðul, og um NSÍ fær góð úrslit í framtíðini, fær felagið eyka stuðul, sum eitt slag av bonus.

? Við at stuðla fótbólti fáa vit tað reklamuvirðið, sum er í tí, og so halda vit eisini, at tað kann stimbra fótbóltin fram í tíðina, sigur Fríðálvur Jensen, sum heldur, at hetta er ein avtala, sum báðir partar kunnu vera væl nøgdir við.


Samspæl millum

sponsor og felag

NSÍ er eitt av feløgunum, sum hevur tikið seg nógv fram seinastu árini, serliga í fótbóltinum, har besta mansliðið hjá felagnum ikki longur freistar eina tilveru sum »elevatorlið«, men hevur funnið seg til rættis seg í 1. deild.

? Vit hava roynt at satsað hvørt ár, og tað ætla vit so eisini í ár, sigur Jákup Mortensen, formaður í NSÍ.

Hann sigur, at tvey ára avtalan, sum NSÍ hevði við sponsorin frammanundan, gekk út í fjør, og at Tryggingarfelagið Føroyar var ein náttúrligur samstarvsmøguleiki.

? Tað vísti seg so, at teir heldur ikki høvdu roynt hetta fyrr, so fyri at fáa eina positiva og góða avtalu valdu vit at fara til Tryggingarfelagið, sigur Jákup Mortensen, sum roknar við, at avtalan fer at gagna bæði NSÍ og Tryggingarfelagnum Føroyar.

? Nú er tað so, at tá ein sponsoravtala verður gjørd, skal tað helst vera eitt samspæl millum tann sum sponsorerar og tann, sum fær ágóðan, og vit ætla okkum eisini at skapa eitt umhvørvi, har okkara sponsorur sæst aftur, sigur Jákup Mortensen at enda.

NSÍ endaði í fjør á fimta plássi í landskappingini.