Enn er onki at halda fund um

Nú arbeiða vit við málinum fyri at finna eina loysn, sum hevur politiska undirtøku. Fyrr ella seinni mugu vit skera ígjøgnum, tí eg síggi ikki fyri mær, at kommunurnar finna eina semju, sigur løgmaður

? Eg dugi ikki at síggja, at tað er so nógv at helda fund um, sum støðan er beint nú.

Tað skilst á Anfinni Kallsberg, løgmanni, at í hvussu so er í fyrstu atløgu fer hann ikki at kalla Býarfelagið og Kommunufelagið til fundar um kommunuskuldina.

Í blaðnum í gjár segði formaðurin í Býarfelagnum, Jákup Lamhauge, annars, at nú bíðaðu tey bara eftir fundarboðum úr landsstýrinum at viðgera kommunuskuldina.

Men Anfinn Kallsberg sigur, at eftir hansara tykki er ikki nakað at halda fund um beint nú.

Hann sigur, at landsstýrið leggur stóra orku í arbeiðið við kommunuskuldini. Og soleiðis sum støðan er í løtuni, heldur hann, at næsti leikurin í talvinum verður, at landsstýrið kemur við einum útspælið um, hvussu skuldarspurningurin skal loysast.

Og tað er hetta útspælið, sum landsstýrið nú arbeiðir við, sigur hann.

? Men tá ið vit spæla út, er tað neyðugt, at tað er væl gjøgnumarbeitt og viðgjørt politiskt, so at tað hevur tað neyðugu politisku undirtøkuna.

? Tí í síðsta enda er tað løgtingið, sum skal samtykkja málið.

Og nær Landsstýrið er til reiðar við einum slíkum útspælið vil løgmaður ikki spáa um.

Men sum hann sigur:

? Tað tekur sína tíð at arbeiða eitt slíkt mál ígjøgnum, so tann politiska undirtøkan er tryggjað, tá ið tað verður lagt fyri tingið.

Hann vil heldur ikki siga nakað sum helst um, hvørjum leisti eitt slíkt útspæl verður skorið eftir.

Hann er heldur ikki heilt samdur í, at hann hevur givið tilsøgn um, at landskassin kann átaka sær í mesta lagi 25 milliónir av eini kommunalari sanering.

? Tey bæði kommununalu feløgini hava ikki givið tilsøgn um nakað sum helst.

? So tað vildi verið merkiligt, um vit hava givið tilsøgn um nakað sum helst.

? Men upphæddin uppá 25 milliónir hevur verið nevnd. Alt veldst tó um, hvat vit fáa politiska undirtøku fyri.

? Eg kann ikki geva tilsøgn um nakað sum helst, fyrrenn eg veit, um eg fái tað neyðugu politisku undirtøkuna fyri tí í tinginum, sigur Anfinn Kallsberg.


Skera ígjøgnum fyrr ella seinni

Løgmaður vísur á, at tað serliga er framtíðin hjá kommunala veðhaldsgrunninum, sum skilir partarnar.

Men hann sigur, at hann hevur ongar vónir fyri, at tað nakrantíð ferð at eydnast kommununum at at finna fulla semju í málinum um kommunuskuldina.

? Ósemjan er stór.

? Ikki bara millum feløg, men eisini innanfelags ímillum tær ymsu kommunurnar.

Og tað skilir hann væl, tí tað er so ymisk, hvussu tær ymsu komunurnar eru eru fyri.

? Summar kommunur skylda onki, summar skylda fimm álíkningar og aðrar skylda alt har ímillum.

? So tað er onki at siga til, at tær eru ymsar á máli um, hvussu trupulleikin við kommunuskuldini skal loysast.

Men so tekur løgmaður uppaftur, at hann hevur ongan hug at vera meklari ímillum tey ymsu kommunalu áhugamálini.

? Men Landsstýrið hevur merkt sær tey signal, sum eru komin.

? Og nú fara vit so at arbeiða viðari við málinum at vita, hvat vit fáa politiska undirtøku fyri, og hvat vit sostatt landspolitiskt kunnu gera, fyri at finna eina skilagóða loysn.

? Fáa vit so politiska undirtøku fyri eini loysn, leggja vit tað fram og so verður tað loysnin.

Anfinn Kallsberg sigur, at eftir sum ósemjan millum kommunurnar er so stór, sum hon er, dugir hann illa at hugsa sær at kommunurnar finna semju í málinum.

?Tí er lítið at ivast í, at vit fyrr ella seinni mugu vit skera ígjøgnum fyri at fáa málið loyst.

Og í síðsta enda er tað, sum sagt, løgtingið, sum skal lóggeva um eina loysn. ? Tí er tað umráðandi, at vit geva okkum stundir at finna eina loysn, sum letur seg gera at seta í verk, sigur løgmaður at enda.