Um vikuskiftið skipaði GÍ triðja árið á rað fyri stóru innandurakappingini Atlantic Cup, har øll 1. deildarfeløgini eru boðin við.
Hetta var triðja árið á rað, at kappingin varð spæld, og er hon blivin eitt slag av byrjan upp á fótbóltsárið, har tey ymsu liðini m.a. hava sínar nýggju spælarar við fyri fyrstu ferð.
Millum hesar vóru Øssur Hansen og Fróði Benjaminsen við B36 og Bartal Eliassen við GÍ.
Annars gav VB avboð til kappingina, og fyri vágbingar komu LÍF og Skála við í kappingina við hvør sínum liði.
Tað ber illa til at samanbera innandurafótbólt við »veruligan« fótbólt, men eftir úrslitunum at døma verða tað tey somu liðini, sum stóðu seg væl í landskappingini í fjør, sum fara at vera frammarlaga aftur í ár.
HB 2 vann kappingina eftir at teir í finaluni vunnu 8-3 á GÍ 1. Í hálvfinalunum vann HB 2 5-1 á B36 1, meðan GÍ 1 vann 4-1 á NSÍ 1.
Sostatt vann HB kappingina fyri aðru ferð, fyrru ferð var í 1997. Í fjør vann NSÍ kappingina. Vinnandi liðið fekk sjey Gjugg í Borg-ferðir frá Atlantic Airways, og spælararnir hjá tapandi liðnum í finaluni fingu eitt gávukort á 300 krónur í part frá Statoil, ið er høvuðssponsorur hjá GÍ, sum skipaði fyri kappingini.
HB væl fyri
Tað sást beinanvegin, at HB-spælararnir vóru sera væl fyri. Teir vóru lættir og fótfimir, og serliga Andrew av Fløtum og Magni á Lakjuni eru væl fyri tekniskt. Tá so Hans Fróði Hansen og Johannes Joensen eisini spældu sera væl í verjuni, var HB besta liðið í kappingini og vann uppiborið, sum ruddiligi finalusigurin eisini ber boð um.
Annars var eisini stuttligt at síggja Jens Martin Knudsen, sum uttan iva var besti málmaður í kappingini. Hann spældi við gamla felagnum hjá sær NSÍ og setti sín serliga dám á kappingina við frálíkum málmansspæli.