hildin í Klaksvík. Allir næmingarnir á báðum skúlunum vóru býttur sundur í tveir bólkar, har tann eldri helt til í aulini í Skúlanum við Ósánna, meðan teir yngru næmingarir vóru savnaðir saman í fimlei [...] Roykfríir skúlar Tiltakið hósdagin var bert ein partur av eini langtíðarætlan, sum Heilsunevndin í Klaksvíkar Býráð saman við báðum fólkaskúlunum, er farin í holt við. Endamálið við hesi verkætlan er at [...] skúlarnar roykfríar, áðrenn alt ov long tíð er farin. Ein arbeiðsbólkur varð í hesum sambandi settur, og fekk hann til uppgávu at skipa fyri ymsum tiltøkum í sambandi við tí fyribyrjgandi arbeiðnum, sum gjørt
og hvør dagur á lívsleið okakra dregur okkum ein dag nærri deyðanum, ein dag nærri ævinleikanum. Ein dári, sigur Jesus. Ein dári er ein, ið støðugt livir lív sítt uttan Guðs hjálp. Tað er ein, ið ikki [...] hava givið lív okkara yvir í Guðs hendur. Tí so leingi vit liva her á fold, mega vit velja millum eitt lív í synd, sum endar í undirgangi, og eitt lív í Jesu fótasporum, sum endar í sælu og dýrd! Vit mega [...] roknar við Guði, tí sum sálmaskaldið sigur í sálma 141: »Í hjarta dárar siga: Ei nakar Guð er til!« Tá ið Jesus sigur hesi orðini, sigur hann tey um ein ríkan, um ein sum átti alt, ið hann kundi hugsað sær
at leiðin aftur í ár gongur til Noregs. Hesa ferð við meira enn tvífaldaðari manning. Byrjaði sum tos Alt byrjaði í hølunum hjá Bátafelagnum í Vágsbotni, greiðir Jákup Strøm, sum er ein av fyrireikarunum [...] tá tíggju bátar soleiðis skulu flytast í einum, men tíbetur kann eg siga, at vit møttu stórari vælvild frá Smyril-Line í hesum. Bæði í fíggjarligum og ikki minst í praktiskum treytum. - Teir fingu til vega [...] tveimum árum síðani fór eitt føroyskt ferðalag í øvugtu slóðum víkinganna. 10 føroyskir bátaeigarar við familju fóru til Noregs, har tey í tvær vikur stimaðu runt í norska skergarðinum. Miðjað varð ikki eftir
hetta ov nógv at vinna aftur. Fyri USA mundi talan vera um størsta sigurin í samfull 52 ár. Í Brasiliga í 1950 vunnu teir púrasta óvæntað 1-0 á Onglandi, og tó at talan hevur verið um fleiri góð úrslit [...] HM-fótbóltur Higartil hevur bólkur D verið ein staðfesting av, at landafrøðiliga styrkisbýtið í fótbóltsheiminum er um at skifta. Tað varð nevnliga roknað fyri vist, at tað skuldu vera Póland og Portugal [...] fyrstu dystirnar, er hetta kortini ikki so víst. Langt ífrá. Støðan er nevnliga tann í løtuni, at tað at kalla bert er í teoriini, at báðir favorittarnir kunnu kom víðari. Skal hetta henda, skulu báðir f
øll í Noregi skulu vera líka, er sjálvandi gykl, men ikki minni týdningarmikið av tí orsøk. Avleiðingarnar av líkheitsprinsippinum eru harafturímóti ikki gykl, tær kunnu eygleiðast í atferðini. Ein av [...] eginleikan at lata hugflogið og spontanitetin taka yvir. Leygardagin var ?musikkens dag? her í Oslo. Ein dagur har níggju pallar vera settir upp úti ymsa staðni i býnum. Hvør pallur hevur sín serstaka tónleik [...] men eg var kortini bilsin yvir tað eg sá, yvir stemningin í býnum. Fólkið í gøtunum smíltu til hvønn annan, tey flørtaðu ódult og vaggaðu meira í lendunum enn annars. Har sum tónleikurin var, stóðu hesir
Góðu norðoyastevnugestir! Tað er mær ein heiður at hava fingið litið til at halda røðu her á Norðoyastevnu í dag. Vit, sum eru komin saman í tí fræga veðrinum í dag, koma frá so ymiskum umstøðum. Tit, [...] vita, at tað er ein, sum hevur allan mátt, í himli og á jørð ? ein, sum hevur sagt, at ?eg skal ikki sleppa tær og ikki fara frá tær?. Vit minnast øll, hvussu tað var, tá ið vit gingu í skúla og høvdu fingið [...] sínum lívsroyndum, sum ikki kunnu náast í lærubókum, men bert í tí gerandisdegi, sum eingin okkara kemur uttan um. Vit mugu øll gera okkara lívsroyndir ? hvør í sínum lagi og hvør á sínum staði - og teimum
Hanna í sínari tíð. Smádreingirnir, vit síggja á myndini, vóru ikki í bjargingarvesti, og tað sá ikki so vandaleyst út, men blikalogn var, og teir vóru innanfyri allan streym. Ein hugnalig løta í Nólsoy [...] hendingar á sjónum. Í stovuni í heiminum hjá Hanna og konuni, Onnu, haðani Hanni varð borin út, stóðu nakrar bøkur á hillunum. Beint yvir høvdinum, har eg stóð yvirav kistuni hjá Hanna, stóð ein røð av bókum [...] Smáir ?havest herskere? Leygardagurin var ein góður dagur. Afturkomin umborð á Rytuna eftir jarðarferðina hjá Hanna, sóu vit hesar fittu smádreingirnar hugna sær í einum lítlum gummibáti á Nólsoyarvík. Teir
marknaðinum í tvey ár. Á móttøkuni varð borðreitt við ymsum rættum frá teimum ymsu økjunum. Á borðinum stóð millum annað turkað gás, súla, veðrakjøt, fiskur, lundi og nógv annað gott. Ein hugnaligur dagur í juni [...] Endamálið við faldarunum er at lýsa oyggjarnar og tær upplivingar hesar bjóða tí vitjandi. Á móttøku í Smiðjuni í Lítluvík segði Heri Niclasen, stjóri á Ferðaráðnum, at hetta er eitt stórt konsept, sum hevur [...] sigur Heri Niclasen. Tað er Birita Nolsø, sum hevur staðið fyri meginpartin av arbeiðinum. Hon hevur í tøttum og góðum samstarvi við økisferðavinnufeløgini skapað fimm snøggar og litríkar faldarar. Faldararnir
kappróðrinum, sum í pengum ikki gav tað, sum fólk høvdu vónað. Hinvegin var tað eitt stórt plástur á sárið hjá felagnum, at 10-mannafarið, Eysturoyingur, vann ein so spennandi róður í harðari kapping við [...] sunnukvøldið í tí góða veðrinum, ið var. Samanumtikið kunnu vit siga, at hóast vánaligu stevnulíkindini leygardagin og leygarkvøldið, stendur sunnudagurin eftir í minninum hjá stevnugestunum sum ein góður og [...] At skipa fyri eini summarstevnu, krevur nógv fólk, nógva tíð og nógva arbeiðsorku. Ein hópur er at fyrireika, áðrenn ein stevna fer at bakkastokki, og fólk kunnu njóta tey tiltøk, sum nú einaferð eru fingin
síggja heimligan fótbólt at ampa. Støðið í spælinum er sjálvandi sera ymiskt í Japan og Suðurkorea og so í føroysku kappingini. Men undirhaldið er ikki so galið í Føroyum. Tað eru málini, sum eru avgerandi [...] síggja dystirnar í bestu deildini í føroyskum fótbólti. Sunnudagin vórðu 25 mál skorað í teimum fimm dystunum. Talan var um tveir sannførandi heimasigrar ? B36 vann 7?2 á EB/Streymi í Gundadali, og NSÍ [...] rokna út. Men tað tykist vera ein veruleiki, at GÍ ogVB eru ikki serliga sannførandi í løtuni. Hvørki liðið fer at blanda seg upp í stríðið um at sleppa undan niðurflyting, men í løtuni leypur tað ikki so