Alt vent á høvdinum

Bólkur D:
Longu nú líkist tað einum farvæl til annan av favorittunum í bólkinum, eftir at bæði USA og Suður Korea vunnu á ávíkavist Portugal og Póland

HM-fótbóltur

Higartil hevur bólkur D verið ein staðfesting av, at landafrøðiliga styrkisbýtið í fótbóltsheiminum er um at skifta. Tað varð nevnliga roknað fyri vist, at tað skuldu vera Póland og Portugal, sum komu víðari úr hesum bólkinum, men eftir teir báðar fyrstu dystirnar, er hetta kortini ikki so víst. Langt ífrá.
Støðan er nevnliga tann í løtuni, at tað at kalla bert er í teoriini, at báðir favorittarnir kunnu kom víðari. Skal hetta henda, skulu báðir favorittarnir spæla javnt móti hvørjum øðrum, vinna á ávíkavist USA og Suður Korea og so vóna, at hesi bæði londini eisini spæla javnleik sínamillum.

Stórur dagur hjá USA
Fyrsti skelkurin kom týsdagin, tá vertirnir úr Suður Korea spældu móti Pólandi, sum hevði sýnt stórspæl í undankappingini.
Somikið gott hevði pólska spælið, at fólk vóru farin at tosa um úrslitini í ?74 og ?82
tá talan gjørdist um bronsumerki, men eftir dystin er hetta tagnað. Suður Korea var nevnliga allan dystin á tamb klárt betra liðið, fleiri ferðir løgdu teir stórt trýst á Póland, so hóast Dudek í málinum helst iðrar seg um, at hann ikki fekk bjargað seinna málinum, so var eingin ivi um, at sigurin var uppiborin.
Var hetta óvæntað, so var sigurin hjá USA á Portugal ikki minni óvæntaður. Portugal hevur av mongum verið mett sum ein outsidari til HM-heitið, men lítið sást til hetta mikudagin. Eftir góðum hálvum tíma var støðan 3-0 til USA, og tó at portugisararnir royndu at stríða seg innaftur í dystin, so var hetta ov nógv at vinna aftur.
Fyri USA mundi talan vera um størsta sigurin í samfull 52 ár. Í Brasiliga í 1950 vunnu teir púrasta óvæntað 1-0 á Onglandi, og tó at talan hevur verið um fleiri góð úrslit síðani tá, so er helst einki, sum kann sammetast við sigurin á Figo & Co.

Úrslit:
Suður Korea-Póland 2-0 (1-0)
1-0: Hwang Sun-Hong, 26
2-0 Yoo Sang-Chul, 53

USA-Portugal 3-2 (3-1)
1-0: John O?Brien, 4
2-0: sjálvmál, 30
3-0: Brian McBride, 36
3-1: Beto, 40
3-2: Sjálvmál