Smáir ?havets herskere? á Nólsoyarvík

Summar

Síðsta leygardag var jarðarferð í Nólsoy, tá ið 81 ára gamli, Hans Andrias
Jacobsen, vanliga nevndur Hanni, varð borin til gravar. Ein kempa av einum
manni, sum sigldi undir øllum krígnum. Serstakliga nærlagdur til sjógvin sum
útróðrarmaður og vitandi um alt, sum er at vita um fiskimið, streym, veður og
vind. Fyri nøkrum árum síðan gav hann út eina miðabók saman við stuttsøgum um
hendingar á sjónum.
Í stovuni í heiminum hjá Hanna og konuni, Onnu, haðani Hanni varð borin út,
stóðu nakrar bøkur á hillunum. Beint yvir høvdinum, har eg stóð yvirav kistuni
hjá Hanna, stóð ein røð av bókum, sum allar vóru eins. Tann eina kallaðist
?Havets Herskere?, og eg legði til merkis, at hetta var einasta bókin í røðini,
har eitt bókamerki stakk upp ímillum blaðsíðurnar. Kanska ikki so undarligt,
hugsaði eg, tá ið presturi, Bjarni Bæk, í kirkjuni segði okkum, at Hanne sigldi
øll stríðsárini.
Kendi Hanna sum abbabeiggja mín og minnist aftur á dagar, har hann kom aftur
við báti sínum, ?Hemaranum?, við stórum og góðum toski, meðan avbygdamenn sama
dag løgdu at landi við fiski, sum næstan ikki var avreiðingarførur ? so smáur,
hann var. Hetta var í eini tíð, tá ið lítil og eingin útróðrarfiskur fekst.
Kortini visti Hanni, hvar hann kundi fáa nakrar góðar fiskar.
Tann eina dagin hevði Hanni 700 pund av stórum toski, og afturkomin segði hann,
at hevði ein ungur maður verið á bátinum, hevði hann drigið mangt slíkt, tí
sjálvur var hann so lamin í ørmunum. Minnist, at hendan dagin ynskti eg mær at
verið við honum.


Smáir ?havest herskere?

Leygardagurin var ein góður dagur.
Afturkomin umborð á Rytuna eftir jarðarferðina hjá Hanna, sóu vit hesar fittu
smádreingirnar hugna sær í einum lítlum gummibáti á Nólsoyarvík. Teir damlaðu
aftur og fram, innari og ytri. Tankarnir mólu aftur á barnaárini, tá ið næstan
hvør smádrongur í bygdini átti flaka. Tað var illa dámt av abba, beiggja Hanna,
tá ið farið varð út á streym, og ikki so sjáldan stóð gamli niðri við
sjóvarmálan og rópti okkum innaftur. Flakarnir vóru mangan stórir og lógu tungir
í sjónum. Hart rekur fram við fjøruni, tá ið tú kemur norðurfyri bygdina, og
skjótt kann vera, at smádrongurin ikki orkar at stríðast móti streyminum. Kemur
ótti á, er vandi á ferð.
Onkur reyðfiskur ella brondingur er drigin uppí flakan undir húsunum hjá Hanna
í sínari tíð.
Smádreingirnir, vit síggja á myndini, vóru ikki í bjargingarvesti, og tað sá
ikki so vandaleyst út, men blikalogn var, og teir vóru innanfyri allan streym.
Ein hugnalig løta í Nólsoy, har tú sleit tínar barnaskógvar.
Við Hanna er seinasti abbabeiggin borin til hvíldar og flag lagt omanyvir ein
hóp av vitan um tey loyndarmál, sum náttúran goymir ? og bert tey gomlu vistu um
at siga.