Eystanstevna
At skipa fyri eini summarstevnu, krevur nógv fólk, nógva tíð og nógva arbeiðsorku. Ein hópur er at fyrireika, áðrenn ein stevna fer at bakkastokki, og fólk kunnu njóta tey tiltøk, sum nú einaferð eru fingin upp at standa.
Avgerandi fyri, at uttanduratiltøkini eydnast, er veðrið, og tá ið vit búgva í Føroyum, er eingin trygd fyri, at vit fáa tað veður, sum øll nú einaferð ynskja sær.
Regn leygardagin
Veðrið á eystanstevnu, sum seinasta vikuskiftið varð hildin í Runavík, Saltangará og á Glyvrum, var einki at reypa av.
Leygardagin regnaði illa, og tað regnaði at kalla alla náttina, men lotið var lítið og einki.
Undir kappróðrinum var regn, og tað regnaði eisini á midnátt, tá ið midnáttarløtan var.
Tað var Kappróðrarfelagið NSÍ, ið skipaði fyri kappróðrinum, sum í pengum ikki gav tað, sum fólk høvdu vónað. Hinvegin var tað eitt stórt plástur á sárið hjá felagnum, at 10-mannafarið, Eysturoyingur, vann ein so spennandi róður í harðari kapping við Vestmenning og Klaksvíking.
Somuleiðis er tað ein uggi, at tað gekk ógvuliga væl at avgreiða kappróðurin hendan dagin.
Hóast regnið, eydnaðist midnáttarløtan leygarkvøldið væl. Rættiliga nógv fólk var samankomið á Torginum at lýða á røðuna hjá Edvardi Joensen og vera við í teimum tiltøkum, sum har vóru. Henda løtan endaði við fýrverki.
Góður sunnudagur
Helst var einki regn eftir á himli, tá ið sunnudagurin kom, tí hendan dagin var turt og gott veður, og nógv fólk hevði leitað sær á tivoliøkið.
Sosialurin var fram við og tók nakrar myndir.
Fyrireikararnir til stevnuna siga seg fegnast um, at tivoliøkið er flutt inn á økið niðanfyri Maskinhandilin, tí hetta vísti seg at rigga serstakliga væl og samlaði nógv fólk ? ikki minst sunnukvøldið í tí góða veðrinum, ið var.
Samanumtikið kunnu vit siga, at hóast vánaligu stevnulíkindini leygardagin og leygarkvøldið, stendur sunnudagurin eftir í minninum hjá stevnugestunum sum ein góður og væleydnaður dagur.
Feløgini, sum skipaðu fyri eystanstevnuni, eru í fyrsta lagi NSÍ, Støkk, Kappróðrarfelagið NSÍ, Hondbóltsfelagið Tjaldur, Mentanarhúsfelagið og Bátafelagið á Bakka.
Somuleiðis vóru onnur smærri feløg og einstaklingar við í fyrireikingunum, og tað var Eysturoyar Kunningarstova, sum átti sín lut í, at alt sampakkaði, tá ið saman um kom.