seinasta lagi um fimm ár, er alt liðugt. - Vit hava leingi hildið, at økið ímillum Miðlon og Eystara Ringveg er ikki serliga spennandi og áhugavert og tað hava vit ætlað at gera nakað við. Sostatt skal ein [...] møguligum tænastum. - Vit ætla at hava byggja ein upplivingardepil við nógvum ymsum handlum og her verður talan um bæði føroyskar handlar og altjóða konsept-handlar, sum tað verður nevnt, eitt nú við innbúgvi og [...] hevur eina framsjón av teimum heilt stóru fyri økinum uppi á Hálsi í Havn, har sum Miðlon og Grón er nú. Hann er við at leggja seinastu hondina á fyrireikingarnar til tað, sum skal verða ein upplivingardepil
Fótbóltur Sum vit skrivaðu í gjár, so fer toftamaðurin, Fróði Benjaminsen, komandi kappingarárið at royna seg í íslendskum fótbólti, har hann hevur gjørt sáttmála við Fram í Reykjavík. Tá skrivaðu vit eisini [...] koyrt nakran veg til hvørki FSF ella FIFA enn, men spurningurin er, hvat hendir, nú leysasøgurnar um møguliga skiftið eru staðfestar av keypandi felagnum. Og lítið er at ivast í, at enn er seinasta orðið [...] íslendingarnir eisini hava sýnt áhuga fyri Hans Fróða Hansen, og sambært heimasíðuni hjá Fram, so er hetta nú meira enn bara áhugi. Her stendur nevnliga, at felagið hevur gjørt trý ára sáttmálar við bæði Fróða
skerst ikki burtur, at Suðuroynni er Steffi serliga hugtikin av. ? Vit hava verið fleiri ferðir í Suðuroy. Abbin hevur ein bát har, sum vit onkuntíð hava verið úti við, greiðir hon frá. Harafturat hevur hon [...] læraran, greiðir Steffi frá. Nú meðan royndirnar hava verið, hevur Steffi verið í starvsvenjing í tvær vikur á dagstovninum í Hoyvík. Og hetta dámdi henni ógvuliga væl. ? Vit vóru á legu í Norðadali í tveir [...] uppi í Hoyvík. Mikumorgunin settist Steffi so aftur umborð á flúgvaran. Árið í Føroyum er liðugt, og nú gongur leiðin aftur til heimbygdina Hochdorf, sum liggur beint uttanfyri býin Luzern í Sveits. Við
og altjóða politikki. Tað kendist spennandi at kunna tosa við og fáa eina fatan av, at vit hoyra til øll - eisini vit í hesum oyggjum - í einum stórum heimi. Summarið 1976, tá ið amerikanarar hildu 200 árið [...] skúla, Kristian Poulsen, lærari í samtíðarkunning (ella hvat tað æt), at nú hevði Carter tapt móti einum Ronald Reagan. Reagan komu vit at hoyra nógv meiri um. Og súsið av altjóða politikki kendist nær, tá [...] fátækum, har hann kom. Tað, sum hugtekur meg við Jimmi Carter, eru tey virði, tað arbeiðssemi og tað úthaldni hann hevði frá ungum til nú, hann legði árarnar inn. Hóast nógv vóru um Carter í Hvítu húsunum
landsstýrinum sera lág - einans tríggjar kvinnur ella 9,4% av løgtingslimunum eru kvinnur og ongin kvinna er í landsstýrinum. Ynskja vit at gerast eitt modernað land, har kvinnur hava veruliga politiska javnstøðu [...] ð óivað verið meira víðfevnt og í nógv størri mun enn nú snúð seg um annað og meir enn hørð virði: skip, fisk, grót og betong. Av royndum vita vit, at tað er nærum ógjørligt hjá kvinnum at verða valdar [...] gagn av listaatkvøðum sum uppstillaðu menninir fáa. Hetta soleiðis at vit kunnu fáa fleiri kvinnur valdar á ting og soleiðis at vit kunnu fáa ein betri landspolitikk. “Soleiðis koma kvinnur á ting” Í grein
eisini at síggja. Ellisakfør eru ikki bara bilar ? motorsúkklurnar eru helst fleiri í tali. Út við 30 motorsúkklur og knallertir verða at síggja. Har verða fleiri BSA, eitt nú onkrar, ið keyptar vórðu frá [...] ólavsøku, so eru nøkur ár síðani, at framsýning var seinast, og tí eru nógv "nýggj" ellisakfør at síggja hesaferð. Saman við atgongumerkinum fæst eisini blaðið hjá Føroya Ellisakførum, sum nú eitur "Hjólið" [...] standi. Síðani felagið varð stovnað eru nógv akfør fingin til vega, og lógir og reglugerðir eru broyttar soleiðis, at t. d. einki avgjald er á innfluttum akførum, sum eru eldri enn 25 ár. Fyrimunarlig avtala
Tey, ið missa, verða beinleiðis rakt av sorgini, meðan tey sum eru rundan um, verða rakt av samkenslu. Hesi bæði eru hvør sítt, men tað eru djúpar kenslur, sum fólk mugu takla og fyrihalda seg til. Men [...] gloymt at pleyga kenslurnar, og tískil duga vit ikki at møta fólkum, har tilveran er rakt av sorg. ? Eg haldi, at deyði og sorg eru tilverunnar kor, men vit menniskju hava eina ella aðra ide um, at lívið [...] øll møgulig fólk kunna veitt teimum, ið eru rakt av sorg, hjálp. Og her hugsar hann ikki bara um professionell fólk. Jógvan veit nevnliga um fleiri dømi, har eitt nú lærari, systkin ella vinfólk hava víst
nýggjum búna (haldi meg vita at tað er tann upprunaligi) við satsi eftir Bjarna Restorff. Útgávan, sum vit eru so von við, er ein útseting fyri hornorkestur. Eitt av elstu, minstu, bestu og fjarskotnastu kórum [...] seksti ár eftir stovnan, arbeitt við ætlanini og upptøkum. Sostatt hevur ætlanin tikið 4 ár, men er nú loksins veruleiki. Og tað er gleðiligt, tí kórfløgur fylla ikki so nógv á føroysku fløguhillini. Longu [...] húsanum av Arnfinni Thomassen, formanni kórsins, so hevur í áravís ljómað í útvarpssendingum, at "vit hoyrdu kirkjukórið Ljóm..". Eisini tónleikarin úr Fuglafirði, Frits Johannesen, hevur áhugaverda hugleiðing
enslu, men sanniliga eisini um sjálvsvirðing og sjálvsálit. Eru vit ikki nóg góð og stolt av okkara søgu, sagnum, arvi og mentan? Virða vit ikki okkara siðmentan? Og sjálvandi spurningin, hví er tað soleiðis [...] ikki at bygt teirra virðir uppá víkingar og trøll. Vit føroyingar hava í okkara søgu, eitt ríkidømi, sum er nógv størri enn vit ána. Vónandi fara vit at blíva betur til at síggja hendan skatt, tí hann [...] nýtti túrin norður á Trøllanes. Kalsoyggin er ein perla at vitja, og hevur hvør bygd sína sjarmu. Men nú til orsøkina hví eg skrivi hesar reglur. Tá eg kom heilt norður á Trøllanes og var í fer við at finna
Nú er skrivstovugølan í Tinganesi endað á løgfrøðiligum stigi, men tað verða vit ikki stórt klókari av, tí teir eru líka ósamdir sum høvuðspersónarnir sjálvir Ósemjan um tiltiknu skrivstovuna í Tinganesi [...] Tinganesi, er nú ikki longur bara eitt stríð ímillum politikarar um, hvør hevur heimild til hvat. Málið er nú enda sum ein tvídráttur ímillum løgfrøðingar, men eisini teir hava hvør sína tulking av støðuni, [...] húsaspurningar í Tinganesi, sigur Sjúrður Rasmussen. - Sjálvt um vit siga, at omanfyri nevnda tulking er skeiv, er støðan tann, at sum nevnt eru ongi formlig krøv til hvussu málsbýti verða framd, og tá ið løgmaður