Byggja luksushotell og upplivingardepil í Havn

Mads Andrias Winther, stjóri í Miðlon, hevur stórar ætlanir fyri Havnini. Um fimm ár hevur hann bygt luksushotell í 10 hæddum og ein upplivingardepil við svimjihøll, venjingarmiðstøð, vælverumiðstøð, bowlinghøll, matstovum, biografum, leikalandi til børnini og handlum í hópatali. Og tað skal alt samalt samanbindast við eini innandura gongugøtu

Onkur hevur sagt, at viðhvørt ræður um at hugsa stórt.

Tað ger Mads Andrias Winther, stjóri í Miðlon í Havn.

Hann hevur eina framsjón av teimum heilt stóru fyri økinum uppi á Hálsi í Havn, har sum Miðlon og Grón er nú.

Hann er við at leggja seinastu hondina á fyrireikingarnar til tað, sum skal verða ein upplivingardepil, sum verður ikki minni enn 40.000 fermetrar til støddar og sum longu hevur fingið navnið Miðlendið.

Stendur tað til hann, verður farið undir byggingina um eitt gott ár og í seinasta lagi um fimm ár, er alt liðugt.

- Vit hava leingi hildið, at økið ímillum Miðlon og Eystara Ringveg er ikki serliga spennandi og áhugavert og tað hava vit ætlað at gera nakað við. Sostatt skal ein spennandi og áhugaverd býarmynd verða tað fyrsta, sum fólk fáa eyga á, tá ið tey koma eftir Hoyvíksvegnum oman ímóti Eystara Ringvegi. Men samstundis verða innkoyringarmøguleikarnir niðri úr Havnini eisini góðir, sigur Mads Andrias Winther.

- Hetta skal vera eitt vørumerki fyri Havnina og tað mest sermerkta í allari byggingini verður eitt luksushotell upp á einar 10 hæddir, sum stingur seg 40 metrar upp í luftina.

Tað verður svart fyri at fáa tað at fella væl inn í lendið og fyribils liggur í kortunum, at tað skal hava eini 60 kømur, men tað kann lagast til, so hvørt, sum ætlanin tekur fastari form.

Hetta skal vera eitt hotell við fimm stjørnum og tað verður tað einasta hotellið í landinum á so høgum støði.

Men tað setir sjálvandi eisini eini serlig krøv til tænastu og tað fer heldur ikki at mangla í hotellinum, tí inni í hamrinum, sum hotellið stendur á, er ætlanin at gera venjingarmiðstøð, vælverumiðstøð og svimjihøll, alt samalt við góðum útsýni yvir Nólsoyarfjørð.


Upplivingardepil

Men hotellið er bara ein partur av verkætlanini, tí ætlanin er eisini at gera ein stóran depil við øllum møguligum tænastum.

- Vit ætla at hava byggja ein upplivingardepil við nógvum ymsum handlum og her verður talan um bæði føroyskar handlar og altjóða konsept-handlar, sum tað verður nevnt, eitt nú við innbúgvi og øðrum.

Men talan verður eisini um stórar matvøruhandlar.

Hinvegin er eisini ætlanin at hava ymsar aðrar tænastur, tí í Miðlendinum verða eisini biografar, bowlinghøll, “steakhouse” og aðrar matstovur.

Og hjá foreldrum fer tað at bera til at lata børnini fara í spæliland at hava tað stuttligt og har tey verða ansað undir tryggum og skipaðum viðurskiftum ímeðan foreldrini hugna sær í venjingarmiðstøðini, í biografi, í vælverumiðstøðini, á matstovu ella eru til handils.


Innandura gongugøta

Sum rosinan í pylsuendanum kann nevnast, at alt Miðlendið, sum tað er, skal bindast saman við eini innandura gongugøtu, so tað ber til at ferðast turrskøddur ímillum hotel, bowling, matstovur og allar aðrar hentleikar.

Miðdepilin í øllum verður eitt torg við trøðum og plantum og stórum glasveggjum og tey, sum koma við bili fáa ríkiligar møguleikar at sleppa av við hann, tí undir bygningunum verða stórir parkeringskjallarar.

Á vegamótinum Hoyvíksvegur og Eystari Ringvegur, ætlar býráðið at gera rundkoyring og í tí sambandi skal tað bera til at koyra beint úr rundkoyringini inn í parkeringskjallaran hjá Miðlendinum.

- Hetta skal vera ein upplivingardepil, har tað saktans skal kunna bera til at halda feriu og fáa alt, sum tørvur verður á, uttan so mikið sum at noyðast at fara útum.



Stórur áhugi at fíggja

Mads Andrias Winther sigur, at sjálvandi fara teir ikki undir eina slíka ætlan uttan at hava trygd fyri fíggingini.

- Vit hava fígging í rygginum og bæði í Føroyum og uttanlands er stórur áhugi hjá íleggjarum at vera við í ætlanini, sigur Mads Andrias Winther.

Annars vil hann ikki siga, hvussu nógv hetta kostar, tí hetta veldst um, hvørjar tillagingar verða gjørdar á vegnum.

Men talan verður so um nakrar hundrað milliónir, ásannar hann.

Hann leggur afturat, at teir hava havt samskifti við Býráðið og har var avgjørt vælvild mótvegis ætlanini.

Í næstum fara tey at fyrireika verkætlanina so at tað verður klárt at søkja býráðið um byggiloyvi og hann væntar, at tað verður innanfyri eitt ár.