Ljómur úr fjarskotnum kirkjuhorni

Herfyri kom ljómfløga við kirkjukórinum Ljómi úr Vági. Og kórið er ikki bara eitt kór millum onnur, men eitt hitt elsta ? og mest virda ? kór í landinum. Kórið hevur havt, og hevur, stóran týdning í mentanarlívinum í heimliga umhvørvinum. Men fløgan við Ljómi er eisini ein varði, ið vísur øllum føroyingum á leið, bæði fram og aftur

Kirkjukórið Ljómur úr Vági hevur givið út fløgu við 18 sangum, ið allir kunnu bólkast undir heitið; føroyski sangskatturin.
At fara undir slíka útgávu er eitt stórt tak og kórið hevur síðani 1999, seksti ár eftir stovnan, arbeitt við ætlanini og upptøkum. Sostatt hevur ætlanin tikið 4 ár, men er nú loksins veruleiki. Og tað er gleðiligt, tí kórfløgur fylla ikki so nógv á føroysku fløguhillini.
Longu fløguhúsin bendir á, at her er gott í væntu. Og so er. Ljómur prógvar seg sum dugnaligt kór. Sum nevnt verður í húsanum av Arnfinni Thomassen, formanni kórsins, so hevur í áravís ljómað í útvarpssendingum, at "vit hoyrdu kirkjukórið Ljóm..".
Eisini tónleikarin úr Fuglafirði, Frits Johannesen, hevur áhugaverda hugleiðing í fløguhúsanum, har hann eisini staðfestir tann grundfesta týdning, Ljómur hevur millum kórfólk og føroyingar flestar.
Viðvíkjandi húsanum, sum er sera snøggur, er at siga, at kendi danski myndamaðurin Per Folkver hevur tikið myndirnar og hevur hann sagt, at hann hevur roynt at mynda ein "klang". Snøgga perman, sum er oblatfatið í Vágs kirkju, har litmosaikkvindeyguni speglast í, undirstrikar hesa fatan. Ljómur gav kirkjuni fatið, tá kirkjan fylti fimti.
Annað forkunnugt er, at spælt verður á fløguni á nýumvældu urguna, sum brøðurnir Petur Hans og Jákup Dahl góvu kirkjuni í 1872. Knud Olsen, Keypmannahavn, smíðaði. Hetta er helst elsta urga í Føroyum, í øllum førum, um hugsað verður um virkandi urgur.
Edith Dahl (1908-1960) tók stig til at stovna kórið í 1939. Hetta var í samband við, at nýggja kirkjan í Vági var liðug. Edith Dahl stjórnaði kórinum til sín doyggjandi dag, í samfull 21 ár.
Seinni hava onnur stjórnað, t.d. Alfred Dahl. Og beiggjarnir Jóannes og Niels Nolsøe hava havt stóran týdning fyri kórið. Jóannes leiddi kórið í 1980?unum og 90?unum og telist eisini millum navnframastu kórleiðarar seinnu mongu árini.
Men síðani Jóannes Nolsøe leitaði sær burtur at starvast sum urguleikari burturav, hava kórleiðararnir verið mangir hjá Ljómi: Ólavur Hátún, Jens Mortan Mortensen, Hans P. Torgarð, Dorte Tilma, Anki og Claus Telling.
Men í samband við útgávuna hevur Ljómur samstarvað við kenda kórleiðaran úr Osnabruck í Týsklandi, Johannes Rahe. Hann hevur vant við kórinum og stjórnað undir upptøkunum. Eisini Hans P. Tórgarð og Dorte Tilma hava vant kórið.
Til upptøkumann hevur Ljómur valt finnan Matti Heinonen. Samstarvið við hesar er komið í lag via Rúna Brattaberg, operasangara, sum sjálvur byrjaði sína sangleið í Ljómi. Hann hevur eisini verið hjálparmaður og vegleiðari.
Og úrslitið av miðvísa baksinum, sum tað er at gera eina fløgu, er ein góð og sera snøgg kórfløga.
Her eru 18 av okkara væl kendu sangum og sálmum. Formaður kórsins sigur eisini í fløguhúsanum, at er talan um tveir serkønar, sum arbeiða við einum kóri, sett saman av leikfólki, í einum fjarskotnum kirkjuhorni í heiminum. Lætt var tað ikki, men kórlimirnir syngja, tí teimum dámar tað.
Og júst hetta er eftir mínum tykki ein dygdin við Ljómi. Kórið er lítið (hóast styrkt til fløguna), og landafrøðiliga langt frá miðstaðar mentanarmeldrinum. Men hesi fáu hava altíð ljómað sum fleiri. Mest tí góðskan altíð er í hásæti.
Mangar eru løturnar, har Ljómur hevur sett dám á tiltøk. Og tá ein so hevur hugt nærri, so hevur ein undrast á henda lítla skaran av eldsálum, sum ? hóast mangan undir opnum himni- hava fylt hvønn krók, sum var talan um stóra mannfjøld.
Upptøkurnar á fløguni eru farnar fram í Vágs kirkju. Eitt styrkt kór syngur fagurliga. Fari ikki at royna at siga so nógv ella koma við viðmerkingum um hetta og hatta. Veit ikki um eg havi skil og førleika til tess. Greitt er, at tað er flott at hoyra Ljóm. Og at urga eisini er við á nøkrum upptøkum, lyftir bara verkið hægri.
At upptøkurnar eru farnar fram í Vágs kirkju, í heimliga umhvørvi kórsins, er eftir mínum tykki gott og stuttligt ? so at skilja, at eg meti vera gott, at freistingin at fara í útvarpshøllina ella aðrastaðni ikki rein við. Meira virði er í hesum. Er líkasum meira veruligt. Sum tað eigur at vera.
Kann vera, at úrslitið hevði verið øðrvísi, um upptøkurnar fóru fram aðrastaðni. Kirkjuljómurin, ljóðviðurskiftini, eru sertøk og sera góð. Men um ein ljóðmaður heldur tað sama, veit eg ikki. Kundi hugsað mær, at tað ikki altíð er tað sama, at tað ljóðar væl til liveframførslur og so hinvegin til upptøku. Alt afturljóðið er helst ein avbjóðing til ljóðmannin.
Leggur ein fløguna á, so er einki at finnast at. Væl er framført og væl ljóðar. Skal nakað sigast, so er tað júst hetta, at tað er, sum er ov knapt í støðum. Kanska vit kunnu kalla tað samanlop. Ilt er at skilja, hvat verður sungið. Men kanska er hetta at fara ov langt og at leita eftir onkrum at finnast at.
Vert er at nevna, at hugaligt er at hoyra Tjóðsangin í nýggjum búna (haldi meg vita at tað er tann upprunaligi) við satsi eftir Bjarna Restorff. Útgávan, sum vit eru so von við, er ein útseting fyri hornorkestur.
Eitt av elstu, minstu, bestu og fjarskotnastu kórum í landinum hevur tikið eitt megnar tak. Og tey í Ljómi kunnu av røttum vera errin av úrslitinum og vit onnur kunnu fegnast og njóta verkið. Ein varði, ið vísur aftur í søguna, men sum eisini prógvar dygd og vilja, sum ber fram á leið.