Løgfrøðingar ósamdir um Jóannes og Høgna

Nú er skrivstovugølan í Tinganesi endað á løgfrøðiligum stigi, men tað verða vit ikki stórt klókari av, tí teir eru líka ósamdir sum høvuðspersónarnir sjálvir

Ósemjan um tiltiknu skrivstovuna í Tinganesi, er nú ikki longur bara eitt stríð ímillum politikarar um, hvør hevur heimild til hvat.

Málið er nú enda sum ein tvídráttur ímillum løgfrøðingar, men eisini teir hava hvør sína tulking av støðuni, so tað verða vit ikki stórt klókari av.

Høvuðsspurningurin er, um Jóannes Eidesgaard, løgmaður, fór út um sínar heimildir, tá ið hann avgjørdi, at nýggi ráðgevari hansara skuldi hava eina skrivstovu, sum uttnanríkisráðið hevði húsast.

Anfin V. Hansen, løgfrøðingur, hevur gjørt eitt upprit fyri Høgna Hoydal og hjá honum er ongin ivi um, at løgmaður tók sær ein rætt, sum hann ikki hevði.

Men hesum er Sjúrður Rasmussen, løgfrøðiligur ráðgevari hjá løgmanni, ikki samdur í, tí hann sigur, at tað er løgmaður, sum hevur allan rættin á síni síðu

Anfinn V. Hansen staðfestir, at løgmaður hevur onki beinleiðis vald yvir landstýrismonnunum og kann ikki grípa inn í teirra málsøki.

Hann sigur, at hann hevur onki funnið, sum undirbyggir páhaldið um, at tað er løgmaður, sum varar av ognunum í Tinganesi

- Í fráboðan frá løgmanni um býtið av málsøkjum er eingin áseting undir heimildini hjá løgmanni, sum ásetir, at hann hevur hetta sum serstakt øki. Hinvegin framgongur av málsøkjabýtinum, at landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur sum umsitingarøki m.a. fastar ognir hjá landinum, sum ikki liggja hjá øðrum landsstýrismanni.

Í løtuni verða ognirnar í Tinganesi nýttar av trimum aðalráðum umframt løgmansskrivstovuni, men hann hevur onki ítøkiligt funnið um umsitingina av sjálvum ognunum, uttan avtaluna, sum var gjørd millum uttanríkisráðið og løgmansskrivstovuni, tá ið samgongan varð skipað.

Men uttan mun til hvør annars eigur eini hølir, er tað tann til einhvørja tíð verandi brúkari (tvs. viðkomandi aðalráð), sum hevur ræðisrættin til hølini.

Niðurstøðan av omanfyri standandi er, at fysisku karmarnir hjá Uttanríkisráðnum verða umsitnir av landsstýrismanninum í Uttanríkismálum inn til annað er avtalað.

Fæst ongin avtala, hevur løgmaður ikki heimild til at taka ræðið av landsstýrismanninum. Er løgmaður ónøgdur við, at landsstýrismaðurin ikki vil gera tað, sum løgmaður hevur ásett, má hann koyra viðkomandi landsstýrismann frá og seta ein annan landsstýrismann, sum vil akta.

Løgmaður hevur ikki nakra heimild til sjálvur at útinna vald á økinum hjá teimum ymisku landsstýrismonnunum. Løgmaður hevur heldur ikki heimild til at heita á síni starvsfólk um at útinna eitt vald, sum hann ikki sjálvur hevur.

Mannagongdin má tí vera í tílíkum føri, at aðalstjórin á løgmanskrivstovuni, sum er biðin um at gera hetta, má venda sær til aðalstjóran í Uttanríkisráðnum, ella tann undir honum, sum hevur málið um hendi í áheitan síni. Vil viðkomandi ikki ganga áheitanini á møti, má embætismaðurin á løgmanskrivstovuni venda aftur til sítt bakland, t.v.s. løgmann og greiða frá, at ynski hansara ikki verður gingið á møti.

Løgmaður hevur tá sínar heimildir at falla á, t.v.s. at hann kann framføra sítt ynski yvir fyri viðkomandi landsstýrismanni um at fáa avgerðina gjøgnumførda, og um hesin ikki vil, antin seta viðkomandi landsstýrismann frá ella flyta málsøkið frá honum.

- Tá ein løgmaður fer út um sínar heimildir, hava embætismenn hjá honum skyldu til at ráðgeva honum um hesi viðurskifti og hava sum tænastumenn skyldu til at tala at, um so er, at hann fer út um sínar heimildir, sigur Anfinn V.Hansen

Men hesum er løgfrøðiligi ráðgevarin hjá løgmanni ikki samdur í.

Sjúrður Rasmussen, ráðgevari, sigur, at eftir stýrisskipanini er tað løgmaður, sum býtir málsøki ímillum landsstýrismenninar.

- Hesin rættur løgmans er absoluttur, sum merkir, at rættur hansara at býta málsøkini hvørki kann verða skerdur við løgtingslóg ella at hann sjálvur skerjir hann við avtalum við onnur. Løgmaður er altíð fríur at broyta málsøkisbýtið eftir egnum tykki.

- Avtalan frá 15. februar 2008 ímillum Høgna Hoydal og løgmann, um býtið millum løgmansskrivstovuna og uttanríkisráðið er tí ikki ein formlig avtala í løgfrøðiligum týdningi, men bert eitt politiskt ætlanarskriv, sum løgmaður kann halda seg til so leingi hann heldur tað verða passandi og fyritreytirnar halda.

Stýrisskipanarlógin setur ongi formkrøv til hvussu málsøkini skulu verða býtt. Av skilhaldsgrundum hevur løgmaður av sínum eintingum gjørt eina skipan har hann í Kunngerðablaðnum hevur kunngjørt eina fráboðan um býti av málsøkjum.

- Tað sigur seg sjálvt, at málsøkini sum føringar umsita eru so víðfevnd at tað er vónleyst at úttøma øll hugsandi málsøki í fráboðanini, og hon verður tí supplerað av siðvenjum og tulkingum.

Ítøkiliga málsøkið um hvør umsitir skrivstovuhølini í Vektarbúðini er ikki lýst í fráboðanini, tað er siðvenjuliga ásett. Og at tulka soleiðis, at av tí at onki er nevnt um hvør eigur økið, so er tað ávísur landsstýrismaður, er ov grunn tulking.

Tað er púra greitt ásett, at tað er løgmaður, sum í ivaføri tekur í avgerð um hvussu fráboðanin skal tulkas. Løgmaður er tí tann sum endaliga tulkar hvussu málsbýtið er, og ongin advokattulking fær vika hesa støðu hansara.

At ognirnar Tinganesi heilt greitt er eitt málsøki hjá løgmanni smálsøki, sæst av, at peningurin til viðlíkahald og umbyggingar av øllum ognum í Tinganesi eru avsettar á konto á fíggjarlógini undir løgmansskrivstovuni. Húsavørðurin er starvssettur á løgmansskrivstovuni og varðir av øllum ognunum í Tinganesi. Samstundis er hendan ognarumsiting av felagsognum, sum fleiri ráð nýta, ein partur av lógarásetta samskipanararbeiði løgmans. Og at enda er tað siðvenja, at tað altíð er løgmaður sum altíð hevur avgjørt allar húsaspurningar í Tinganesi, sigur Sjúrður Rasmussen.

- Sjálvt um vit siga, at omanfyri nevnda tulking er skeiv, er støðan tann, at sum nevnt eru ongi formlig krøv til hvussu málsbýti verða framd, og tá ið løgmaður biður uttanríkisráðið fara úr eini skrivstovu merkir tað tí at hann samstundis á óformligum grundarlagi hevur broytt málsbýtið soleiðis at hann í málsbýtinum ræður yvir henni.

- Niðurstøðan er eftir mínum tykki tí at løgmaður í hesum máli allatíðina hevur havt fullar løgfrøðiligar heimildir, sigur Sjúrður Rasmussen.

Lesið uppritið frá Annfinn V. Hansen her<a> <a href=http://www.sosialurin.fo/main.cfm?e=2925&article=118486>Lesið uppritið frá Sjúrði Rasmussen her<a>