Deymurin av turrum fiski stendur út í gangin, tá hurðin verður latin upp. Turran fisk og fiskafrikadellur ynskti 18 ára gamla Steffi úr Sveits sær nevniliga til døgurða hennara seinasta kvøld í Føroyum.
Síðani august í fjør hevur Steffi Sager úr Sveits verið í Føroyum sum skiftisnæmingur. Hon hevur gingið í 2.ð í Hoydølum og búð hjá eini familju uppi í Hoyvík.
Mikumorgunin settist Steffi so aftur umborð á flúgvaran. Árið í Føroyum er liðugt, og nú gongur leiðin aftur til heimbygdina Hochdorf, sum liggur beint uttanfyri býin Luzern í Sveits. Við sær í kuffertinum hevur hon eitt nýtt mál, eina nýggja mentan og er hon hópin av upplivingum ríkari.
Ikki bara lætt
Steffi tosar føroyskt uttan trupulleikar. Men málið er ikki komið av sær sjálvum, og tað hevur ikki bara verið lætt.
? Í byrjanini skilti eg onki, og tá var tað ógvuliga torført. Eg skilti ikki, hvat mínir floksfelagar søgdu og hugsaðu. Men so hvørt sum eg eri farin at skilja meira, so er tað vorðið stuttligari og stuttligari, sigur Steffi við einum smíli.
Tað er ein farri av suðuroyarmáli at hoyra í tosingarlagnum á Steffi. Hetta kemst av, at vertsforeldrini koma bæði úr Suðuroy.
Og tað skerst ikki burtur, at Suðuroynni er Steffi serliga hugtikin av.
? Vit hava verið fleiri ferðir í Suðuroy. Abbin hevur ein bát har, sum vit onkuntíð hava verið úti við, greiðir hon frá.
Harafturat hevur hon verið í Vatnsdali og rikið seyð, sum hon helt verða ógvuliga spennandi.
Við í Jósef
Umframt at hava rikið seyð, so hevur Steffi eisini roynt mangt annað. Hon sigur sjálv, at flokkurin, ið hon gekk í í Hoydølum, hevði ógvuliga gott oyra fyri tónleiki. Og tað speglast eisini aftur í seinasta árinum, Steffi hevur verið í Føroyum. Hon dugir fleiri føroyskar sangir, og harafturat sang hon eisini í kórinum til sangleikin "Jósef og ótrúliga litfagra dreymakotið".
? Eg helt, tað var ótrúligt, hvussu professionelt tey kláraðu at gera tað. Sjálvt um tað bara vóru amatørar, so eydnaðist tað teimum heilt ótrúliga væl, heldur Steffi.
Tað er stórur munur á skúlanum í Sveits og Føroyum, heldur gentan úr fjallalandinum. Hon heldur nevniliga, at sambandið millum lærara og næming er minni hátíðarligt í Føroyum enn heima í Sveits.
? Her tosar tú við læraran hjá tær, sum tú tosar við ein vin. Í Sveits sigur lærarin "tygum" við teg, og tú sigur "tygum" við læraran, greiðir Steffi frá.
Nú meðan royndirnar hava verið, hevur Steffi verið í starvsvenjing í tvær vikur á dagstovninum í Hoyvík. Og hetta dámdi henni ógvuliga væl.
? Vit vóru á legu í Norðadali í tveir dagar. Tað var ordiliga stuttligt.
Helt røðu
Ætlanin hevur verið at ferðast nógv í Føroyum, men fyri hetta skuldi lata seg gera, hevur familjan í Hoyvík sitið og bíðað, til veðrið gjørdist betri. Men eydnan kann ikki sigast at hava verið við teimum. Lítið og onki av summarveðrið hevur verið, og í skrivandi stund er Steffi á veg avstað aftur.
Tó hava onkrir góðveðursdagar verið. Til dømis, tá bygdastevna var í Hvalba fyrr í ár. Tá var eisini ein fólkafundur í bygdini, og mitt á einum stórum grasvølli helst Steffi eina røðu fyri hvalbingum - á føroyskum.
? Eg var ordiliga nervøs. Eg hevði lisið taluna ígjøgnum fleiri ferðir, sigur hon smæðin.
Vertsmamman Elisabeth Holm leggur stolt afturat, at Steffi kom væl frá tí, og fólk í Hvalba vórðu ógvuliga bergtikin av, hvussu væl hon dugdi at tosa føroyskt.
Vil aftur
Steffi sigur, at familja hennara vil eisini fegin síggja Føroyar, og tey eru ógvuliga spent uppá at síggja landið.
Í heyst ætlar hon sær eisini at síggja fótbóltsdystin millum Føroyar og Sveits, og sigur hon, at um tað ber til, so hava foreldur hennara helst langt síðani tryggjað sær atgongumerki til dystin.
? Eg fari at sakna nógv, men mest av øllum fólkini, sum eg eri vorðin so góð við. Og havið, tí í Sveits hava vit jú onki hav.
Mikumorgunin fór flúgvarin so avstað við Steffi og tí vakumpakkaða turra fiskinum aftur til Sveits.
? Tað er við blandaðum kenslum, at eg fari avstað aftur. Eg eri bæði kedd og glað. Fái ilt í búkin og eri spent. Men eg ætli mær heilt víst aftur til Føroya. Vónandi næsta summar, sigur Steffi Sager úr Sveits.