ganga aðrastaðni enn á merktum hagagøtum. SMÁKONGAR í ”JØRÐUM”: Nú er líkt til, at ”jarðafólkini” ætla at fáa bóndasamfelagið aftur á føtur. Bøndur (festarar) skulu avgera, nær og hvar vit kunnu ganga í okkara [...] sokallaða Perluportrið á leiðini við Reynsmúlalág, víðari til Krossvatns, Porkerisvatns, Ljósavatns og aftur til Argja, skal eg tá boða øllum bóndum frá?? Við haga- og ferðavinnukvøðu Eyðun á Borg [...] í leikin. Bóndasamfelagið MÁ vera ein farin tíð! ÚTLENDINGAGJALD: Fyrst er tað ein stór skomm, um vit, sum einasta Norðurland, og kanska einasta land í heiminum, fara at krevja gjald frá útlendingum fyri
Løgmaður er í hesum døgum á oyggjaleikunum á Rhodos, men nú er tað ikki bara sum ferðamaður, hann hevur almennar skyldur eisini. Hetta merkir eisini at taka sær tíð til fjølmiðlarnar, og Sosialurin fangaði [...] ur í fíggjarmálum. - Tað eru ting, sum hava gingið ov skjótt í samfelagnum, og ting, sum framvegis ganga ov skjótt. Men tað verður altíð ein spurningur um raðfestingar, um vit skulu gera fast samband millum [...] Skopunarfjørð var eitt mál, sum samgongan er samd um at fremja. - Eg segði í fyrstu løgmansrøðu míni, at vit fullførdu fasta sambandið undir Vestmannasundi í seinastu tingsetu, fasta sambandið um Leirvíksfjørð
Djurhuus fegnast um, at byggiloyvið nú er givið. - Tað er hetta vit hava bíðað eftir, sigur hann við Sosialin. Tekningarnar til hesar báðar stóru bygningarnar í Gøtudali eru klárar. Og sjálvur væntar Hans Jørgen [...] vorðið kunnugt, at arbeitt verður við at leggja seinastu hondina á eina verkætlan við eini stórari miðbýarætlan í Klaksvík. Sum skilst á Hans Jørgeni er ætlanin at fyrsti spakin skal setast í jørðina um [...] Á eyka bygdaráðsfundi í gjárkvøldið samtykti Gøtu bygdaráð at geva prinsipielt byggiloyvi til ein handilsbygning og tveir virkisbygningar í Gøtudali. Í hesum føri er um ein stóran handilsbygning uppá 5000
nógvar sum eru minni góðir og beinleiðis vánaligir. Nú hevur hann so leikstjórna hesum filminum The Number 23, við Jim Carry, ið er ein av stóru komisku talentunum í Hollywood. Hann kenna vit frá meiri [...] ótrúliga vánalig. Hon byggir á onkran idiotiskan tanka um numerologisku gátuna um talið 23. Tað finst ein heil sermentan og ein undirgrund av løgnum esoteriskum galningum, ið trúgva á talið 23. Serliga høvundin [...] Sparrow, ið livir eitt sorgleyst og eydnuríkt liv við konuni Agathu, men ein dag so fær hon hendur á einari løgnari bók, ið kallast ”The Number 23”. Bókin er ein føðingardagsgáva til Agathu og longu tá
metast eftir hendingini á Tvøroyri, so hava hesar átalurnar tó ikki verið nóg mikið, og dómurin við tilhoyrandi niðurstøðum ber eisini greið boð um, at tað av álvara verður strammað upp á økinum. Broytingar [...] longu sunnudagin Niðurstøðan hjá kappingarnevndini á fundinum mikudagin var, at TB skal hava eina bót á 10.000 kr. fyri tilburðin eftir dystin. Hetta er ein revsing, sum svara til hana, sum KÍ fekk í [...] eisini, at dómurin skal síggjast í ljósinum av hesum. - Tað kanst tú gott siga. Og í øllum førum ætla vit nú at gera greitt, at reglurnar skulu haldast. Vil tað siga, at talan verður um meira enn bara eina
syngja og kvøða. Vit vilja við hesi heilsu ynskja Karl Hera hjartaliga tillukku á 50 ára degnum 11. november og konuni Káru við sínum degi 14. november. Góðan túr og takk fyri alt tit eru fyri okkum. V.Í [...] saman við foreldrum og systrum sínum, (Maria, gift til Viðareiðis, og Karin, sum býr á Gravarbø). Í 1968 flutti familian út á Gravarbø, har foreldrini høvdu bygt sethús og fjós fyri at kunna víðka um bóndaskapin [...] musikkskúlin er í dag, har hann var í mong ár og arbeiddi saman við millum øðrum Robert Joensen, Mourits á Dalinum og Sámal hjá Barbu og mongum øðrum. Karl Heri giftist í 1977 við Káru við Garð. Kára er dóttir
sum má metast at vera ein óheftur og neutralur felagsskapur, hevur heitt á báðar partar um at gevast. Fleiri friðarroyndir eru gjørdar. Ísraelski leiðarin Sharon vil ikki hoyra talan um friðarroyndirnar [...] bygt upp nýggjar búsetingar. Hetta er eisini tað sum fleiri eitt nú amerikanskir semingsmenn hava gjørt greitt. Neyvan nakar, ið vísir á hetta, tekur undir við palestinsku sjálvmorðsatsóknunum og øðrum [...] av búskaparligu stuðlunum hjá Ísrael eigur USA tí at kenna sína ábyrgd og leggja trýst bæði á palestinar og á Ísrael at fara aftur til samráðingarborðið. Tað er eingin onnur loysn. Í síðsta enda kann hevndin
toymi. evni At møta menniskjum, har tey eru. Øll eru hjartaliga vælkomin. Meinigheitshúsið á Skála Sjómanskvinnuringurin kemur saman mikukvøldið kl. 19.30, mint verður á jólapakkarnar, allar kvinnur vælkomnar [...] inn á gólvið og vita um hetta hevur tín áhuga. Kl. 10 -13.30 Matgerð, Bjørk Hendriksen. Nøkur pláss eru. Tilmelding: 316491. Kl. 15 Fimleikur, Dánjal Húsgarð. Kl. 15 Túrur: Hamarin á Argjum. Øll eru hjartaliga [...] Samskifta á alnótini, Páll Poulsen. Gera postkassa og nýta hann. Kl. 10 Fimleikur, Greta Ellingsgaard. Kl. 11 Lesibólkurin: Vit lesa: ”Endurminningar” Heðin Brú.Hittast 26. nov. Vit halda til á bókasavninum
Vietnam, tann 8. juni 1972. Óttin, ræðslan og pínan eru týðilig á andlitinum á børnunum á myndini. Men eitt andlit er meiri hjartanemandi enn hini. Tann unga gentan rennur oman eftir høvuðsvegnum frá bygdini [...] 1992 møtti Phuc einum vietnamesiskum manni, sum eisini var komin til Kuba. Tey gjørdu av at giftast, og á brúdleypsferðini fóru tey til Moskva. Á vegnum heimaftur millumlendi flogfarið í Toronto í Kanada [...] gentuni, játtaðu tey. Hetta var eitt lítið sjúkrahús, og gentan varð seinni flutt á ein størri sjúkrahús, ið var tað einasta har á leiðini, sum hevði útgerð til at hjálpa henni. Trupul ár Tað næsta árið mátti
Men eg kom ongantíð so langt, tí tað var mjørki í Føroyum. Vit sluppu ikki avstað, tá vit skuldu, og so varð ferðin avlýst. Tí gleði eg meg nú til umsíðir at sleppa at vitja í Føroyum, sigur Arne Treholt [...] greiðum, diplomatiskum tónalagi. - Høvuðsákærurnar ímóti mær bygdu á, at eg skuldi havt latið loyniligar upplýsingar frá mær, meðan eg gekk á Forsvarets Højskole frá september 1982 og fram til várið 1983. [...] Tí haldi eg framvegis, at tað, sum eg varð skuldsettur fyri og lutvíst eisini dømdur fyri, bygdi á, at vit vóru mitt í kalda krígnum – hetta var ein ákæra og ein dómur, sum var partur av kalda krígnum, heldur