ST-felagsskapurin, sum má metast at vera ein óheftur og neutralur felagsskapur, hevur heitt á báðar partar um at gevast. Fleiri friðarroyndir eru gjørdar. Ísraelski leiðarin Sharon vil ikki hoyra talan um friðarroyndirnar hjá ST, ið snúgva seg um kjarnuna í málinum og ikki bara avleiðingarnar. Og kjarnin er, sum ST-umboðsmaðurin Terje Rød Larsen gjørdi greitt í sjónvarpi í gjár, at fyri at fáa frið má Ísrael gevast við nýggjum búsetingum og lata palestinum aftur øki teir hava hersett og bygt upp nýggjar búsetingar. Hetta er eisini tað sum fleiri eitt nú amerikanskir semingsmenn hava gjørt greitt.
Neyvan nakar, ið vísir á hetta, tekur undir við palestinsku sjálvmorðsatsóknunum og øðrum atgerðum móti ísraelum. Men ísraelska stjórnin hevur ikki loyvi til at venda deyva oyrað til, tá altjóða friðarsemingsmenn og stovnar sum ST biðja hana um at gera nakað við spurningin um hersett land. Tí má tað koma eitt útspæl frá Ísrael um, at tað vil viðgera henda spurningin aftur í størsta álvara. Palestinar hava eins og ísraelar sín fulla rætt til land. Hetta er tað málið snýr seg um.
Og her er tað, at USA misrøkir sínar skyldur. Ístaðin fyri at ganga inn fyri eini herðing av hevndaratsóknunum móti palestinum, átti USA at tvingað Sharon til samráðingarborðið. At fingið hann at góðtikið tær mongu friðarætlanir, sum bæði amerikanarar sjálvir og onnur hava tilevnað ? og sum allar greitt siga, at ísraelska stjórnin má geva landaøki frá sær aftur. Soleingi einki verður gjørt við tað kunnu vit rokna við, at palestinskir bólkar fara at gera um seg.
Tað syndarliga er, at víðgongda støðan hjá ísraelsku stjórnini hevur fingið eisini hóvligar palestinar at fara upp í stríðið. Hon hevur bara gjørt ilt verri. Sum ein av búskaparligu stuðlunum hjá Ísrael eigur USA tí at kenna sína ábyrgd og leggja trýst bæði á palestinar og á Ísrael at fara aftur til samráðingarborðið. Tað er eingin onnur loysn. Í síðsta enda kann hevndin gerast so øgilig, at hon kann ávirka sjálvan heimsfriðin. At USA hevur viljað brúkt pengar, fólk og orku til at niðurberja terrorvirksemi er gott, men tá kann tað ikki standa og hyggja at, meðan ísraelskir stríðsvognar og flogfør bumba palestinar og palestinskar búsetingar sundur og saman. Eingin kann heldur góðtaka palestinsku drápini. Men fyri at steðga hesum høpisleysu drápum mugu vit til kjarnuna, orsøkina, og hon er hersett land.
Sosialurin









