Leikstjórin Joel Schumacher er kendur fyri ymisk sløg av filmum, har hin besti er Falling Down við Michael Duglas, sum ein kroystur hvítur meðalstættar maður, sum ein harra Amerika, ið ikki orkar meiri og gerðst svakur. Í The Numer 23, er tað mest hyggjarin, ið fær hug at sorlað allan biografin, tí filmurin er so vánaligur.
Schumacher hevur gjørt nógvar ymiskar filmar, so sum St. Elmos Fire og nógvar sum eru minni góðir og beinleiðis vánaligir. Nú hevur hann so leikstjórna hesum filminum The Number 23, við Jim Carry, ið er ein av stóru komisku talentunum í Hollywood. Hann kenna vit frá meiri óseriøsum filmum, so sum Ace Ventura: Pet Detective, men eisini frá góðum filmum sum The Truman Show og Man on the Moon. Carry rúmar alt frá ultra plattu leiklutunum, so sum í Cable Guy til hendan meiri álvarsama thrillaran The Number 23.
The Number 23 ein vánalig søga
Søgan er um Walter Sparrow, ið livir eitt sorgleyst og eydnuríkt liv við konuni Agathu, men ein dag so fær hon hendur á einari løgnari bók, ið kallast ”The Number 23”. Bókin er ein føðingardagsgáva til Agathu og longu tá Walther hevur lisið nakrar fáar síður gerðst hann trásettur av bókini. Hann sær, at søgan líkist hansara egna lívi. Høvuðspersónurin í bókini er ein privatdetektivur og eitur Fingerling. Hesin Fingerlig er púra psykotiskt numerologiskt besettur av talinum 23, hetta tekur Walter so eisini á seg. Hann heldur, at tað býr ein huld megi í talinum. Hann byrjar at síggja hetta talið allar staðir og heldur, at hann fer at gera sama brotsverk sum Fingerling, og fremja morð.
Tað er ringt at taka søguna í álvara. Hon er so drippand banal og ótrúliga vánalig. Hon byggir á onkran idiotiskan tanka um numerologisku gátuna um talið 23. Tað finst ein heil sermentan og ein undirgrund av løgnum esoteriskum galningum, ið trúgva á talið 23. Serliga høvundin Robert Anton Wilson er kendur fyri bøkurnar The Illuminatus Trilogy.
Nei hetta er ein veruliga ræðuliga vánaligur filmur, at ein so góður leikstjóri og góðir leikarar kunnu søkka so djúpt, sóu vit við the Da Vinci Code í fjør. Hesin er bara nógv verri.
1 stjørna av 6
The Number 23
Jim CarreyWalter Sparrow/Fingerling
Virginia MadsenAgatha Sparrow/Fabrizia
Danny HustonDr. Isaac French/Dr. Miles Phoenix
Leikstjóri Joel Schumacher. Frumframførdur í Havnar Bio frá 23. mars.










