útlendingamálum er, at lóggávan á økinum er donsk. Hetta sama varð eisini borið fram av fleiri tingmonnum undir orðaskiftinum í sambandi við munnligar fyrispurningar seinasta mikudag. Har varð [...] Yvirtøka og hvat so ? Tað sum undrar meg við hesum, er, at eingin av teimum sum í løgtinginum mæltu til at yvirtaka útlendingamál, hevði nakað ítøkiligt uppskot um, hvat skuldi broytast í lógini, eftir [...] sum er trupulleikin, so hava donsku myndugleikarnir fyri langari tíð síðani boðað frá, at teir eru til reiðar at broyta lógina eftir ynskjum úr Føroyum. Tí kann trupulleikin ikki liggja í, at lógin er donsk
Valevnini fyri flokkarnir fingu hvør sína megafon og so ráddi um at rópa harðast fyri at fáa boðskapin út til áhoyararnar. Valevnini fingu fýra ferðir møguleika at greiða stutt og greitt frá, hvørji mál flokkarnir [...] valstríðnum. Jóhan í Kollafirði helt á, har hann slepti í Útvarpi Føroya fríggjakvøldið. Hann ráddi øllum til at eta fleiri K-vitaminir( Hin stuttligi flokkurin er listi K, blðm) og tær kundi ein fáa í stórum [...] alvi at sannføra fólk um at velja Miðflokkin komandi týsdag, so Føroyar fáa ein sterkan Miðflokk á ting. Tann politiska málageipanin var í hæddini og orðini fuku um allar geilar.. Nakrar vóru stuttligar
bókini. Aftast í lærarabókunum er fløga, sum kann nýtast til undirspæl, um lærarin ikki dugir at spæla, ella um hann heldur vil nýta tíðina til at hjálpa næmingunum. Samanumtikið er Tónlæra 1-4 sera g [...] Bæk, myndir Bárður Oskarsson. Givið út hevur Føroya Skúlabókagrunnur. Talan er um 4 einnýtsluhefti til næmingar og 4 lærarahefti v/fløgu, og málbólkurin er 1.- 4./5. fl. fólkaskúlans (við hesum er ikki [...] blátt. Eg havi sjálvur roynt hetta í einum 1.fl. , og hetta riggaði sera væl. Børnini læra fleiri ting við hesum. Tey læra sjálvan teknikkin við at spæla, tey læra at lurta hvør eftir øðrum, og tey læra
orðum, um tær líðingar og pínslur, tann deyða og ta oyðilegging vit seinasta mánaðin hava verið vitni til í teirri beinleiðis ?samsending?, SvF borðreiðir við frá BBCworld. Men so skilti eg brádliga poengið [...] r, infrareyðir nátt-gløðarar, fantastiska stórar flogberarar og armerað tanks ? um hugurin liggur til avanseraðan mekanikk, forfínaðan elektronikk og stórar sverar maskinur. ... sleppa at sita bergtikin [...] prógva, at Marx helst hevði rætt, tá ið hann helt uppá, at hjá kapitali snýr tað seg bara um tvinni ting, 1) at rávørur eru frítt atkomiligar, og 2) at fólk eru lukkuligir forbrúkarar, um lyndið liggur á
trupulleiki. Tær hava als ikki smæðst burtur í tí politiska arbeiðnum í farna valskeiði. Tað kom mær til hugs ein dagin, eg hoyrdi ein "fimmara" um evnið í Útvarpinum. Tingkvinnurnar hava í hvør sínum flokki [...] kynsbýtið er á monnum og kvinnum í tinginum, men um hvussu limirnir umsita síni málsøki, og geva seg til kennis í almenna kjakinum. Tey flestu, sum eru áhugað í samfelagsmálum og politikki, vita helst hvørjar [...] foreldrini. Tað er ikki talið, men avrikið sum telur, men tað tykist sum rákið at fáa fleiri kvinnur inn á ting, nú fær meira vind í seglini enn áður. Tað sæst best av tí, at hetta málið verður tikið upp alment
og fleiri avboð eru komin, tí fólk hava onnur ting at takast við ? ikki minst handverkararnir, sum skuldu verða við á stevnuni. Teir, sum eiga hugskotið til bústevnuna og stóðu sum fyrireikarar, Hans Petur [...] part av sínum upprunaliga týdningi. ? Men tað er ikki vantandi áhugi frá luttakarunum, sum er orsøkin til hesi avboð. Orsøkin er, at ov nógv er liðið út á árið ? veðrið er betri og dagarnir langir, og tí hava [...] tí stórur áhugi hevur verið millum fólk um, nær stevnan verður. Hann sigur, at fleiri hava vent sær til teirra og spurt, hvussu verður við stevnuni. ? Hetta eru fólk, sum ætla sær at byggja, broyta ella
nógvu fyrstu árini og í stóran mun heilt fram til 2005. Síðan tá hevur ikki verið nakað serligt, og seinnu árini hevur útróðurin als ikki givið tað, sum skal til fyri, at hetta skal vera ein áhugaverd vinna [...] feskasta fiskin til lands. Jú, eg haldi tað vera harmiligt, at útróðurin veruliga er við at doyggja burtur. Spurdur um friðingarnar fyri vinnuligari línuveiði nær landi eru ein orsøkin til vánaligu støðuna [...] fýra bátar eftir í dag, sum eru størri enn 20 tons, sigur útróðrarmaðurin, sum nú hevur lýst bátin til sølu. Tríggir mans eru við Bragd, og ein maður skipar fyri í egningarskúrunum á landi. Fakta um Bragd
einskiljingartilgongdin varð broytt. Ætlanin varð allatíðina, at vit skuldu selja 1/3 til smærri íleggjarar. 1/3 skuldi seljast til institutionellar íleggjarar ella onnur flogfeløg, sum kundu lyfta Atlantic framá [...] Føroyum. - Beint undan evstamarki varð hetta tó broytt, soleiðis at lógaruppskotið bert fevndi um sølu av fyrsta triðinginum. Men hinvegin løgdu vit stóran dent á, at næsti triðingurin skuldi seljast. [...] var marknaðurin ikki longur tann sami. Men eg haldi kortini, at myndugleikin hevur gjørt ov lítið til at kanna, hvør kundi verið áhugaður í at keypa seinna triðingin. Marknaðurin hevur stabiliserað seg
ber orð fyri at duga væl at reka skip. - Nei, hetta ber slett ikki til. Hetta verður ein rein ruin, um fyritreytirnar ikki broytast til tað betra. Hann sigur, at tað er so nógv dýrari at hava skipini siglandi [...] - Hetta fáa teir, sjálvt um slíkur stuðul eftir øllum at døma ikki er loyvdur. Aðrir veita stuðul til eitt nú at betra um skipini við reinari botni og tílíkum. Tummas vísir á, at tað er nógv, sum okkara [...] i umborð á skipum í føroyskum sjógvi, og heldur ikki lata politikararnir marknaðarmekanismuna við sølu av fiski ráða. - Tú kanst kryvja og avhøvda fiskin umborð – og so ikki meira. Skerir tú stertin av
eisini á, hvussu stór mótstøða var móti kongafiskavinnuni. -Tá høvdu vit eina sølu í Føroyum, sum Gud havi lov ikki er til meira, og sum gjørdi alt tað hon kundi fyri at forða fyri troyta kongafiskin. [...] tikið til eftirtektar. Útjaðarin Aftrat hesum mugu vit fara undir at troyta øll fiskasløg. Heri Mortensen heldur vit eiga at hjúkla um útróðurin, tí hann heldur lívið í mongum bygdum og vísir m.a. til Famien [...] Lítið hevur verið at hoyrt til henda annars sera bersøgna og avgjørda mann, síðani hann rættiliga var í brennideplinum. Flestu munnu minnast hansara mongu rámandi og avgjørdu úttalilsi um føroyskan fiskivinnu-