Politiska skipanin helt ikki orð

Tað smakkar mær illa, at íleggjarar havt mist pening, tí landið ikki helt orð, sigur Bjarni Djurholm, fyrrverandi landsstýrismaður í vinnumálum

Bjarni Djurholm var landsstýrismaður í vinnumálum, tá farið varð undir einskiljingina av Atlantic Airways. Ein einskiljing, sum nú helst verður bakkað aftur.

 

Men hóast støðuna, sum nú er íkomin, so er Bjarni ikki í iva um, at avgerðin um at byrja einskiljingina var røtt.

 

- Eg eri sannførdur um, at avgerðin var røtt, tá hon varð tikin. Og tá uppskotið varð lagt fyri tingi, haldi eg tað bara var ein einstøk atkvøða ímóti, so onnur vóru eisini samd í hesum. Og hetta varð heldur ikki tikið úr leysum lofti. Hetta var eitt mál, sum varð fyrireikað í eini 2-3 ár, og hetta tíðarskeiðið høvdu vit fleiri serfrøðingar við í okkara fyrireikingum.

 

- Í bakspeglinum kunnu vit siga, at tað byrjaði at ganga galið, tá einskiljingartilgongdin varð broytt. Ætlanin varð allatíðina, at vit skuldu selja 1/3 til smærri íleggjarar. 1/3 skuldi seljast til institutionellar íleggjarar ella onnur flogfeløg, sum kundu lyfta Atlantic framá, og seinasti triðingurin skuldi so vera blokerandi minnilutin hjá landinum, har vit eitt nú kundu tryggja, at felagið framhaldandi kom at hava heimstað í Føroyum.

 

- Beint undan evstamarki varð hetta tó broytt, soleiðis at lógaruppskotið bert fevndi um sølu av fyrsta triðinginum. Men hinvegin løgdu vit stóran dent á, at næsti triðingurin skuldi seljast. Og tað fingu íleggjarar eisini greitt at vita, sigur Bjarni Djurholm.

 

Lesið eisini: Nú verður Atlantsflog nationaliserað

 

- Tað skuldi tó vísa seg, at politiski myndugleikin ikki helt orð hesum viðvíkjandi. Sjálvandi spældi tað inn, at heimurin upplivdi eina búskaparkreppu, og tí var marknaðurin ikki longur tann sami. Men eg haldi kortini, at myndugleikin hevur gjørt ov lítið til at kanna, hvør kundi verið áhugaður í at keypa seinna triðingin. Marknaðurin hevur stabiliserað seg síðani, men kortini hevur einki verið gjørt fyri at fremja seinna partin av einskiljingini, og tað hevur sett felagið í eina trupla støðu.

 

- Ætlanin var allatíðina, at ein einskiljing og børsnotering skuldi styrkja felagið. At Atlantic við hesum stigi – og saman við loftferðslupakkanum hjá ES – fekk atgongd til aðrar marknaðir og møguleikar at menna seg. Eg var frá byrjan sannførdur um, at bleiv landið við at eiga sínar tveir triðingar, so kom hetta at merkja færri handlar og harav lægri kurs á partabrævinum.

 

Bæði undir Bjarna Djurholm og seini Bjørt Samuelsen helt politiski myndugleikin fast um sonevnda armslength-prinsippið, har myndugleikin ikki gjørdi sær dælt av suverena meirilutanum, men tann parturin er síðani broyttur. Í tveimum førum hava smærri partaeigararnir víst stóra ónøgd um, at landsstýrismaðurin hevur trumfað nevndarval ígjøgnum, og ikki minst hevur størrsti privati íleggjarin verið sera hvassoraður, tí Johan Dahl ikki hevur fylgt sonevndu corporate governance-reglunum, sum annars vóru fráboðaðar virðisbrævamarknaðinum.

 

Lesið eisini: Verandi støða er ikki haldbar

 

Bjarni Djurholm er ikki serliga fegin um hesa støðu, men hann sigur, at hetta er ein avleiðing av, at einskiljingin ikki varð framd fult og heilt.

 

- Tá tú hevur við eitt børsskrásett felag at gera, so eru nakrar aðrar spælireglur galdandi. Og eg havi upplivað tað so, at politiski myndugleikin hevur havt ilt við at virða hesar. Sjálvandi hava fólk – eisini politikarar – loyvi til at hava sínar meiningar um Atlantic Airways. Men tey eiga at vera varin við, hvat sagt verður, tí har eru nakrar spælireglur galdandi fyri partabrævamarknaðin.

 

- Hetta hevur skapt ein støðugan ófrið, og tað kann felagið ikki liva við. Nú hevur nevndin so eftir øllum at døma sagt, at hendan einskiljingin má verða fuglur ella fiskur. Og tá tað ikki bleiv annað, so mátti tað verða hitt, sigur Bjarni.

 

- Men tað merkir, at politiski myndugleikin hevur tikið íleggjararnar við nøsini. Eitt tað truplasta hjá mær at góðtaka í hesum er, at vit á sinni fingu úti við 100 milliónir fyri partabrøvini, og at hesi nú verða keypt aftur fyri nógv minni. Sjálvandi er nakað goldið í vinningsbýti, men stóri trupulleikin er, at landið ikki helt orð viðvíkjandi einskiljingartilgongdini, sigur Bjarni Djurholm, sum eisini viðgongur, at hetta í ávísan mun hevur skatt álitið á framtíðar føryoskum einskiljingum.

 

- Tað verður í øllum førum soleiðis, at verður nøkur almenn einskiljing framd aftur, so má hendan fremjast í einum høggi. Vit kunnu í øllum førum ikki gera eina partvísa einskiljing, har restin er grundað á lyfti frá politikarunum, sigur Bjarni Djurholm.