Tónlæra 1-4 eftir Hans Henning Christiansen, umsett og tillagað hevur Kári Bæk, myndir Bárður Oskarsson. Givið út hevur Føroya Skúlabókagrunnur.
Talan er um 4 einnýtsluhefti til næmingar og 4 lærarahefti v/fløgu, og málbólkurin er 1.- 4./5. fl. fólkaskúlans (við hesum er ikki sagt, at onnur ikki kunnu nýta hetta tilfar).
Í fororðunum sigur Kári m.a., at í fólkaskúlanum eigur at verða miðað eftir at vekja áhuga næminganna fyri sangi og tónleiki, menna teirra skapandi evni og geva teimum grundvitan og kunnleika um tónleik. ... tónleikur er felagsíðkan, har uppliving og innlæring eru samantvinnaðir tættir. Og víðari ... Hetta tilfar hevur tann fyrimun, at heilir flokkar kunnu vera virknir við at íðka tónleik í senn, uttan stórvegis forkunnleika ella venjing.
Hugskotið við Tónlæruni er, at børnini gjøgnum skipað spæl læra nøkur grundleggjandi hugtøk innan tónleik, slíkt sum dýnamikkur, høgt og lágt, rytma, improvisatión, mótrøddir, smíða løg, harmoniir, nótalæra, o.s.fr.
Ljóðførini, ið nýtt verða, eru tey sokallaðu rimaspølini (xylofonir) og klokkuspøl. Seinni kemur slíkt sum elbassur, ljómborð og klaver afturat.
Fyri at geva eina lítla lýsing av, hvussu arbeitt verður, fari eg at taka eitt dømi úr fyrstu bókini.
Børnini læra seg lagastubbar sum t.d. C-D-E-F-G og F-E-D-C-Bb á rimaspølunum. Í næmingabókini eru fýra tokvognar, tríggir teir fremstu verða litaðir reyðir, og tann aftasti er bláur. Siga vit nú, at lagastubbin C-D-E-F-G er reyður og F-E-D-C-Bb er bláur, so koyrir tokið. Børnini spæla tríggjar ferðir C-D-E-F-G og eina ferð F-E-D-C-Bb. Fara vit víðari, so kunnu børnini gera sítt egna lag úr hesum sama tónatilfari við at býta um upp á tokvognarnir t.d. reytt, reytt, blátt, blátt.
Eg havi sjálvur roynt hetta í einum 1.fl. , og hetta riggaði sera væl. Børnini læra fleiri ting við hesum. Tey læra sjálvan teknikkin við at spæla, tey læra at lurta hvør eftir øðrum, og tey læra at konsentrera seg ( koma inn, tá tey skulu koma inn og út aftur, tá tey skulu). Sera einfalt og gott.
Í bók 2 og 3 verður bygt oman á, soleiðis at tey læra meira og meira. Her skal viðmerkjast, at Kári hevur hegnisliga umyrkt sangirnar, so at teir eru stuttligir, og tað fangar hjá børnum. Dømi: Ver stillur sum ein fliða,/ tí vit at enda tiga,/ tá vit øll í felag siga / nú!
Í bók 4 hava børnini lært so nógv, at nú duga tey rættiligt samanspæl. Nú verða onnur ljóðføri drigin inn, klaver, ljómborð, bassur... Fremst í næmingabók 4 er ein pappbassur, har tú sært, hvar tú skal seta fingrarnar, og somuleiðis er eitt lítið pappklaviatur aftast í bókini.
Aftast í lærarabókunum er fløga, sum kann nýtast til undirspæl, um lærarin ikki dugir at spæla, ella um hann heldur vil nýta tíðina til at hjálpa næmingunum.
Samanumtikið er Tónlæra 1-4 sera gjøgnumførd og flott. Ein og hvør skúli við eitt sindur av sjálvsvirðing eigur keypa hesar bøkur, brúka tær í Handaverki & List í 1.- 3. fl. og í vallærugreinini tónleiki í 4. kanska 5. fl. eisini.
Sum tónleikalærari fari eg at takka Kára Bæk og Fø. Skúlabókagrunni fyri hesa útgávu. Saman við Leikaløgum 1 hjá Paula í Sandagerði, Ættunum hjá Kára Bæk o.ø., eru vit ikki heilt illa fyri, hvat tónleikaundirvísing í grunddeildini viðvíkir.