Helgi Abrahamsen
Útlendingamál fingu nógva umrøðu í farnu viku, eftir at Dagur og Vika týskvøldið vísti eitt innslag um eini hjún, sum møguliga noyðast av landinum, tí tey fáa ikki longt arbeiðs- og uppihaldsloyvi.
Nýggi landsstýrismaðurin í innlendismálum, Jacob Vestergaard, segði við Útvarpið í hesum sambandi, at ein trupulleiki viðvíkjandi útlendingamálum er, at lóggávan á økinum er donsk. Hetta sama varð eisini borið fram av fleiri tingmonnum undir orðaskiftinum í sambandi við munnligar fyrispurningar seinasta mikudag. Har varð víst á, at málsøkið má yvirtakast, so skil kann fáast á útlendingamálunum.
Yvirtøka og hvat so ?
Tað sum undrar meg við hesum, er, at eingin av teimum sum í løgtinginum mæltu til at yvirtaka útlendingamál, hevði nakað ítøkiligt uppskot um, hvat skuldi broytast í lógini, eftir at málsøkið er yvirtikið. Ein fekk varhugan av, at yvirtøkan í sær sjálvari skuldi loysa allar trupulleikar. Eg skilji als ikki hetta sjónarmiðið, tí er tað lóggávan á økinum sum er trupulleikin, so hava donsku myndugleikarnir fyri langari tíð síðani boðað frá, at teir eru til reiðar at broyta lógina eftir ynskjum úr Føroyum. Tí kann trupulleikin ikki liggja í, at lógin er donsk. Mær vitandi er heldur einki ynski sent úr Føroyum, um at fáa lógina broytta.
Løgin upprudding
Mikukvøldið skrivaði fráfarni landsstýrismaðurin, Jógvan við Keldu í Dimmalætting, at útlendingamálsøkið var ein hurlivasi, tá hann kom í landsstýrið, men at uppruddingararbeiðið nú var sett á skinnara. Hvussu Jógvan við Keldu hevur klárað at rudda upp í Tinganesi, meðan óruddið lá í Keypmannahavn, er mær ein gáta. Har er okkurt, sum ikki samsvarar. Tað at hann hevur ruddað upp í Føroyum, má avgjørt merkja, at trupulleikin eisini hevur ligið her.
Skjótari avgreiðslutíð uttan lógarbroyting
22. november boðaði Innlendismálaráðið frá, at ummælistíðin í sambandi við útlendingamál hevur í ár verið 36 dagar í meðal, ímóti 107 døgum í meðal í fjør. Innlendismálaráðið hevur sostatt stytt viðgerðartíðina við 71 døgum eftir einum ári, uttan at neyðugt hevur verið at broyta lógina og uttan at málsøkið er yvirtikið. Sigur tað ikki nakað um, hvar trupulleikin hevur ligið ?
Búskapar- og løgfrøðingafelagið
Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya sigur í skrivi fríggjadagin, at ein orsøk til trupulleikarnar viðvíkjandi arbeiðs- og uppihaldsloyvum er, at miðfyrisitingin varð skerd munandi herfyri, og hetta hevur avmarkað arbeiðsorkuna í Innlendismálaráðnum. Hetta samsvarar illa við fráboðanina frá Innlendismálaráðnum um, at viðgerðartíðin nú gongur skjótari. Men um trupulleikin er, sum Búskapar- og Løgfrøðingafelagið sigur, ein ov veik føroysk umsiting, so kann loysnin avgjørt ikki vera, at málið verður yvirtikið, tí tað fer bara at krevja uppaftur meira av umsitingini.
Málið má loysast
Breið semja tykist vera um, at trupulleikar eru viðvíkjandi útlendingamálum, og at hesir trupulleikar skulu loysast. Men at yvirtaka málsøkið, uttan at hava nakra ítøkiliga ætlan fyri, hvat skal henda aftaná yvirtøkuna, tað loysir einki. Her mugu vit taka í egnan barm, og ikki geva øðrum skuldina fyri alt, sum ikki gongur sum tað skal í Føroyum.