HÚS OG INNBÚGV
Sjálvt um tiltakið er gott og tiltalandi, er ikki altíð, tað gongur eftir vild. Soleiðis er við bústevnuni, Hús og Innbúgv, sum ætlandi skuldi verða í Ítróttarhøllini í Runavík.
Nú er stevnan, sum seinast varð ætlað at verða 7., 8. og 9. juni, enn einaferð útsett, og í løtuni er óvist, nær hon verður.
Greitt er í øllum førum, at hon verður ikki hesumegin heystið, tí so nógv er útliðið. Fleiri og fleiri avboð eru komin, tí fólk hava onnur ting at takast við ? ikki minst handverkararnir, sum skuldu verða við á stevnuni.
Teir, sum eiga hugskotið til bústevnuna og stóðu sum fyrireikarar, Hans Petur Ellingsgaard í Saltangará og Niclas Heri Jákupsson í Klaksvík, fara nú at tosa við tey, ið skuldu verða við og saman við teimum finna út av, nær stevnan skal verða.
? Spurningurin er nú, nær besta tíðin er - um tað er um heystið ella um várið. Tað fara vit at tosa við framsýnararnar um, og síðan verða stevnudagarnir ásettir av nýggjum, sigur Hans Petur Ellingsgaard.
Málið var 50 framsýnarar
Upprunaliga var ætlanin at hava bústevnuna síðst í apríl, men løgtingsvalið, sum var 30. apríl, órógvaði fyrireikingarnar.
Síðan varð avgjørt at hava stevnuna dagarnar, 7., 8. Og 9. juni, men av tí, at fleiri avboð eru komin, tí so nógv er útliðið, avgjørdu stigtakararnir at útseta ? men ikki avlýsa ? stevnuna enn einaferð.
Hans Petur Ellingsgaard sigur, at teir upprunaliga settu nøsina upp ímóti at hava 50 framsýnarar á bústevnuni.
? Vit høvdu einar 40 tilmeldingar síðst í apríl, men tá ið stevnan fyrstu ferð varð útsett, fingu vit nøkur avboð og so hvørt, sum summarið er farið at nærkast, eru avboðini vorðin fleiri og fleiri.
Hann vísir á, at nú vóru bert einir 20 framsýnarar eftir, og tað mettu teir vera ov lítið, tí við so fáum luttakarum, hevði stevnan mist ein stóran part av sínum upprunaliga týdningi.
? Men tað er ikki vantandi áhugi frá luttakarunum, sum er orsøkin til hesi avboð. Orsøkin er, at ov nógv er liðið út á árið ? veðrið er betri og dagarnir langir, og tí hava eitt nú handverkararnir rættiliga nógv um at vera, sigur Hans Petur.
Stórur áhugi
Stigtakarin í Saltangará ivast tó ikki í, at bústevnan, Hús og Innbúgv, er eitt gott hugskot, tí stórur áhugi hevur verið millum fólk um, nær stevnan verður.
Hann sigur, at fleiri hava vent sær til teirra og spurt, hvussu verður við stevnuni.
? Hetta eru fólk, sum ætla sær at byggja, broyta ella umvæla húsini og fólk yvirhøvur, sum hava áhuga fyri hesum økinum, og tey eru mong, sigur Hans Petur.
Hann vísir á, at hóast teir slett ikki hava kunnað um stevnuna uttanlands, so hevur onkur útlendsk fyritøka ligið fram við og viljað verið við á stevuni. Somuleiðis hava útlendingar ætlað at vitjað sum áskoðarar fyri at síggja, hvat vit hava her heima í Føroyum.
Hans Petur ásannar, at ætlaða bústevnan hevur fingið nógva umrøðu millum fólk, og tað er besta tekin um, at hugskotið er gott.
? Tí er tað stórt spell, at tað ikki gekst, sum vit ætlaðu, men bústevnan er ikki avlýst, og tá ið vit hava tosað við framsýnararnar, verður sett út í kortið av nýggjum, nær stevnan verður, sigur Hans Petur Ellingsgaard.