. Tí fari eg at heita á Tórshavnar býráð um at skipa soleiðis fyri, at økið verður varðveitt óbygt, og at núverandi ánari fær annað hóskandi stykki ella aðra samsýning. Annars haldi eg at Tórhavnar býráð [...] seg um. Síggi í Sosialinum, at formaðurin í byggi- og býarskipanar-nevndini møguliga heldur, at teir hava gjørt nakað skjótt av, tá teir valdu at selja omanfyri nevndu ogn, og at summir býráðslimir hava fingið [...] vakur býur, og vit sum eru uppvaksin í Havn eru góð við Havnina. Tí er tað við undran at man kan lesa í bløðunum at Tórshavnar býráð hevur selt gomlu ognina hjá Thorvaldi Poulsen, sála, til eina íbúðar
berjist ímóti øðrum, er ein so ræddur og hatar fíggindan so nógv, at tað kann ikki sigast við orðum. Men fyri at siga tað stut: Vit vildu ikki, at teir skuldu yvirliva, sigur amerikanski hermaðurin John Meadows [...] hendi, siga teir. Hermenninir halda kortini ikki, at tað ber til at kalla teir sivilklæddu irakarnar ósekar, tí fleiri teirra, eisini kvinnur og børn, royndu at renna á amerikansku hermenninar við bilum sínum [...] , tann 22 ára gamli Michael Richardson, sigur við enska blaðið Evening Standard, at hann hevði ongar trupulleikar av at skjóta fólk, sjálvt um tey vóru í sivilum klæðum. Vóru tey har, vóru tey fíggindar
samtykt at fara undir tað arbeiði nú. Mett verður at tað fer at kosta einar 150.000 krónur. Útbyggja vatnið Í Gøtu fara tey nú eisini undir at veita fólki betri vatnveiting. Bygdaráðið hevur samtykt at gera [...] verður farið undir at gera ábøtur á bátahylin undir Gøtueiði. Tað er máað inn undir bátahylin og jaðarin er skrædnaður niðurfrá. Tá ið fór at skrædna gekk tað skjótt og tí er neyðugt at gera ábøtur á hann [...] nýggju ætlanini í Syðrugøtu, sigur hon. Borgarstjórin sigur, at í hesi útstykkingarætlanini verður eisini lagt upp fyri, at tað skal bera til at byggja íbúðir, so verður áhugi fyri tí, skal eisini tann møguleikin
góðar ráðgevar Norsk bløð skriva, at Kjell Inge Røkke ætlaði at taka 6,3 mia. norskar krónur í vinningsbýti frá felagnum Aker RGI í fjør. Pengarnar ætlaði hann at nýta til at rinda lán, sum hann hevði tikið [...] tá hann á sumri í 1999 gjørdi av at eiga Aker RGI einsamallur. Úrslitið var kortini, at vinningsbýtið bleiv 2,1 mia. krónur, skriva bløðini. Tað er annars komið fram, at Kjell Inge Røkke hevur sera góðar [...] góðar ráðgevar, tá tað ræður um at sleppa frá at rinda skatt. Tá hann seldi sína amerikansku fiskivinnufyritøku, fingu rágevar hansara lagað tað so, at hann fekk eina mia. krónur, sum vóru skattafríar bæði
reglugerð, sum ES fer at seta í gildi í seinasta lagi tann 1. oktober í ár, fer at bera í sær, at tað verður dýrari at keypa nýggjan bil í Danmark. Donsku innflytararnir vænta, at ein persónbilur, sum í [...] kanningarúrslitini eru góð, og at felagið tí fer at halda fram við kanningunum. Norsk Hydro er í ferð við at seta 16 vindmyllur norðan fyri Hammerfest. Tær kosta umleið 320 milliónir norskar krónur og kunnu [...] umhugsar at seta ein hóp av vindmyllum í Gursken í Sunnmøre. Felagið hevur seinastu árini gjørt nakrar vindmátingar í økinum, og Svein Solhjell, deildarleiðari sigur við blaðið Sunnmøreposten, at kannin
Stórtinginum fyri at skilja norsku kirkjuna frá statinum, men avgerðin kann tó ikki setast í verk fyrr enn eftir næsta val. Summir politikarar halda kortini, at fólkið eigur at sleppa at siga sína hugsan [...] og tí er ikki óhugandi, at spurningrin verður lagdur til vegleiðandi fólkaatkvøðu fyrst. Nógvir politikarar eru kortini varnir, og minni enn so allir halda, at tað er rætt at gera fullan skilnað millum [...] millum kirkjuna og statin. Summir stórtingslimir halda, at tað átti at borið til at funnið eina skipan, sum ger kirkjuna meiri sjálvsstøðuga. Illveður Rættiliga nógvur vindur var í syðra parti av Danmark
í ár at rokna varð 32 ára gamli Áki Andreasen, sum annars er búsitandi í Fuglafirði, settur í starv sum samskipari hjá NSÍ. Sum samskipari kemur Áki sjálvsagt fyrst og fremst at hava ábyrgd av, at allir [...] i sigur NSÍ, at hetta er eitt av fleiri stigum á leiðini til eina framhaldandi menning av felagnum í bæði ungdóms- og vaksnamannahøpi, eins og tey vóna, at hetta eisini kann virka til at effektivisera [...] galdandi, eitt krav um, at feløg, sum luttaka í europeiskum kappingum, skulu hava ein samskipara. Enn hevur NSÍ so ikki tikið lut í slíkum kappingum, men lítið er tó at ivast í, at hetta er eitt av aðalmálunum
meðal. Ráðharrin sigur, at tað kann ikki vera rætt, at kirkjurnar gerast fínari og fínari, samstundis sum skúlar og sjúkrahús hava stóran tørv á viðlíkahaldi. Hon leggur afturat, at eftir hennara tykki ger [...] á kirkjunum, at tær verða nýttar. Tove Fergo mælir samstundis meinigheitsráðunum til at fara betur um pengarnar, tá eitt nú prestagarðar skulu umvælast ella byggjast. Hon ivast ikki í, at her kundi nógv [...] Størri hvalakvotu Norska fiskimálaráðið hevur gjørt av at loyva hvalabátunum at skjóta 674 sildrekar í ár. Tað eru 125 fleiri enn í fjør. Í hvalaveiðuvinnuni eru menn fegnir um avgerðina hjá myndugleikunum
ferð um vikuna, at flogfarið lendir har. Keypa hinumegin Hóast teir norsku myndugleikarnir hava roynt fleiri tiltøk fyri at fáa fólk at gevast við at fara yvir um markið til Svøríkis at keypa, er gongdin [...] givið ferjunum boð um at fáa viðurskiftini við bjargingarbátunum í rættlag innan 1. juli. SAS gevst Ferðafólkatalið á flogleiðini millum Danmark og Grønland er nú vorðið so lítið, at leiðslan í SAS heldur [...] heldur tað ikki vera ráðiligt at flúgva hesa rutuna longur. Ístaðin ætlar SAS at lata Grønlandsfly yvirtaka alla flúgvingina. SAS eigur 38 prosent av Grønlandsfly. SAS nýtir Boeing 767 til grønlandsflúgvingina
sjonarmiðini hjá Pálli, og hon gevur honum rætt í, at tað er sera trupult at vera álvarsliga sjúkur í Føroyum. -Tað er ikki fyrr enn vit sjálvi uppliva tað, at vit sanna, hvussu ring støðan er, sigur Lisbeth [...] fyri út av lagi vánaliga. Lisbeth heldur, at støðan hevur als einki við blokkstuðulin at gera. -Tað er skeivt tá ið loysingarsinnaðir politikarar tosa um, at vánaliga støðan á heilsuverkinum skyldast [...] nógv um ætlaninar við at skerja og blokkin, tí tað er heilsuverkið, ið í síðsta enda kemur at merkja hetta, og harvið tey veikastu, sigur forkvinnan í Sambandsflokkinum. Hon sigur, at Sambandsflokkurin er