Ein av amerikansku hermonnunum, tann 22 ára gamli Michael Richardson, sigur við enska blaðið Evening Standard, at hann hevði ongar trupulleikar av at skjóta fólk, sjálvt um tey vóru í sivilum klæðum. Vóru tey har, vóru tey fíggindar, sama um tey vóru í hermannabúna ella ikki, sigur hann við blaðið.
Ein annar hermaður, Anthony Castillo, sigur tað sama.
-Komu vit fram á sivilfólk, gjørdu vit tað, sum vit skuldu gera, sigur hann.
Teir báðir amerikansku hermenninir leggja afturat, at irakar brutu eisini tær lógir, sum eru galdandi í kríggi, tí nógvir irakar, sum bardust ímóti amerikanarunum, vóru í sivilum klæðum. Teir nevna millum annað, at í einum bardaga vestan fyri Bagdad, bardust teir við 400 irakar, og at 70 prosent av irakunum vóru í vanligum klæðum.
-Tað ringasta, sum ein kundi gera, var at hjálpa einum særdum iraka. Vit vildu ikki hava nakrar krígsfangar. Tá ein berjist ímóti øðrum, er ein so ræddur og hatar fíggindan so nógv, at tað kann ikki sigast við orðum. Men fyri at siga tað stut: Vit vildu ikki, at teir skuldu yvirliva, sigur amerikanski hermaðurin John Meadows við Evening Standard.
Teir tríggir hermenninir greiða eisini frá, at sivilklæddir irakar vórðu tiknir upp í amerikansk hernaðarakfør og síðani skotnir. Tað ráddi um at fjala drápini, so eingin tók mynd ella filmaði tað, sum hendi, siga teir.
Hermenninir halda kortini ikki, at tað ber til at kalla teir sivilklæddu irakarnar ósekar, tí fleiri teirra, eisini kvinnur og børn, royndu at renna á amerikansku hermenninar við bilum sínum, siga teir.