Bátahylur vatn og grundstykki í Gøtu

Nú verður farið undir at gera ábøtur á bátahylin undir Gøtueiði. Tað er máað inn undir bátahylin og jaðarin er skrædnaður niðurfrá. Tá ið fór at skrædna gekk tað skjótt og tí er neyðugt at gera ábøtur á hann ongantíð ov skjótt og tí hevur bygdaráðið samtykt at fara undir tað arbeiði nú. Mett verður at tað fer at kosta einar 150.000 krónur.

Útbyggja vatnið
Í Gøtu fara tey nú eisini undir at veita fólki betri vatnveiting. Bygdaráðið hevur samtykt at gera ábøtur á vatnbrunnin, men ætlanin er eisini at gera ein nýggjan brunn.
Haldóra Ranghamar sigur, at húsini uppi í tí nýggja býlinginum hava havt trupulleikar av vatnveitingini, tí trýstið hevur verið ov lítið, men tað skuldi tann nýggi brunnurin bøtt um.

Trot á Grundstykkjum í Gøtu
Eisini í Gøtu er trot á grundstkkjum, men nú ætlar Kommunan sær undir at stykkja út. Eini sjey fólk standa á bíðilista eftir grundstykkjum í Norðragøtu, umframt tvey í Syðrugøtu og tvey við Gøtugjógv.
Kommunan fer nú í holt við eina útstykkingarætlan, men tað verður neyvan nøkur útstykking í ár, sigur Haldóra Ranghamar, borgarstjóri. Hon veit heldur ikki, hvussu nógv stykki verða í tí nýggju útstykkingarætlanini og tað er heldur ikki tikið støða til, hvar tey fyrstu stykkini verða.
? Nú var tann seinasta útstykkingin í Norðragøtu so møguliga verða tey fyrstu stykkini í teirri nýggju ætlanini í Syðrugøtu, sigur hon.
Borgarstjórin sigur, at í hesi útstykkingarætlanini verður eisini lagt upp fyri, at tað skal bera til at byggja íbúðir, so verður áhugi fyri tí, skal eisini tann møguleikin vera til staðar.