Lisbeth L. Petersen:Ein spurningur um raðfesting og vilja

Lisbeth L. Petersen, forkvinna í Sambandsflokkinum, tekur undir við sjónarmiðunum hjá Pálli Vang. Hon heldur, at trupulleikin skyldast vantandi vilja og skeiva raðfesting. Alt prát um, at trupulleikin skyldast blokkinum, heldur hon vera púrasta burturvið


 

Politikkur

Beint áðrenn evsta mark eydnaðist tað okkum at fáa hendur á forkvinnuni í Sambandsflokkinum, Lisbeth L. Petersen, í sambandi við samrøðuna í blaðnum í dag við Páll Vang, fyrrverandi landsstýrismann.

Lisbeth sigur seg væl skilja sjonarmiðini hjá Pálli, og hon gevur honum rætt í, at tað er sera trupult at vera álvarsliga sjúkur í Føroyum.

-Tað er ikki fyrr enn vit sjálvi uppliva tað, at vit sanna, hvussu ring støðan er, sigur Lisbeth L. Petersen.

Forkvinnan í Sambandsflokkinum kallar støðuna fyri út av lagi vánaliga. Lisbeth heldur, at støðan hevur als einki við blokkstuðulin at gera.

-Tað er skeivt tá ið loysingarsinnaðir politikarar tosa um, at vánaliga støðan á heilsuverkinum skyldast blokkstuðulinum, sigur Lisbeth L. Petersen.

Hon vísir á, at við gomlu refusjónsskipanini, so var heilsuverkið tryggja betri enn tað er nú, tá ið blokkurin ikki verður nýttur til tað rætta endamál.

-Tað er í síðsta enda ein spurningur um raðfesting og vilja, sigur Lisbeth L. Petersen, sum leggur dent á, at hetta er nakað, ið hennara flokkur hevur sett sær ovast á dagsskránna.

Í sambandi við, at vit í dag hava eitt niðurslitið heilsuverk, so heldur Lisbeth L. Petersen ikki nógv um ætlaninar við at skerja og blokkin, tí tað er heilsuverkið, ið í síðsta enda kemur at merkja hetta, og harvið tey veikastu, sigur forkvinnan í Sambandsflokkinum.

Hon sigur, at Sambandsflokkurin er vorðin skírdur fyri bæði eitt og annað í sambandi við almenna- og heilsuverkið, men eitt nú úttalilsini frá Pálli Vang vísa veruliga, hvussu støðan er, og samstundis hvussu neyðugt tað er, at leisturin hjá samgonguflokkunum ikki heldur fram.