Fótbóltur
Frá 1. desember í ár at rokna varð 32 ára gamli Áki Andreasen, sum annars er búsitandi í Fuglafirði, settur í starv sum samskipari hjá NSÍ.
Sum samskipari kemur Áki sjálvsagt fyrst og fremst at hava ábyrgd av, at allir aktivitetir í felagnum koyra eftir ætlan. Haruframt verður hann eisini eitt slag av marknaðarleiðara, soleiðis at hann í stóran mun kemur at taka sær av, hvussu andlitið hjá felagnum verður úteftir. Her verður serliga hugsað um sponsorrøk, fáa nýggjar lýsarar til vega o.s.fr.
Í tíðindaskrivi sigur NSÍ, at hetta er eitt av fleiri stigum á leiðini til eina framhaldandi menning av felagnum í bæði ungdóms- og vaksnamannahøpi, eins og tey vóna, at hetta eisini kann virka til at effektivisera summi øki í felagnum.
Harafturat innihalda nýggju UEFA-reglurnar, sum tó ikki enn eru galdandi, eitt krav um, at feløg, sum luttaka í europeiskum kappingum, skulu hava ein samskipara. Enn hevur NSÍ so ikki tikið lut í slíkum kappingum, men lítið er tó at ivast í, at hetta er eitt av aðalmálunum, tá fótbólturin um góðar tríggjar mánaðir aftur fer á rull.
Fjølbroyttar royndir
Um Áka Andreasen er annars at siga, at hann hevur nomið sær handilsliga útbúgving við sergrein innan marketing. Eftir hetta hevur hann starvast í bæði Danmark og Noreg, har hann eitt skifti var fyribils stjóri í Elkjøp Stormarked Porsgrunn, umframt at hann her heima hevur starvast á marknaðardeildini hjá Vónini í Fuglafirðir. Eisini hevur hann virkað sum trúboðari fyri Berøa í bæði Danmark og Noreg.










