Tórshavn er ein vakur býur, og vit sum eru uppvaksin í Havn eru góð við Havnina. Tí er tað við undran at man kan lesa í bløðunum at Tórshavnar býráð hevur selt gomlu ognina hjá Thorvaldi Poulsen, sála, til eina íbúðarbyggifyritøku. Hesin vakri friðsali blettur fram við tí annars so ferðslufyltu R.C. Effersøesgøtu, har Býráðið við hepnari hond hevur bøtt um ferðslutrygdina hjá teimum, ið eru til gongu, við at sneiða gongubreytina burtur frá vegnum.
Seinastu tíðina hava fleiri býarskipanarmál verið frammi í fjølmiðlunum, har Tórshavnar býráð hevur tikið ivasamar avgerðir, sum meira ella minni eru trýstar niður yvir fólk, sum búgva í økjunum, málini snúgva seg um. Síggi í Sosialinum, at formaðurin í byggi- og býarskipanar-nevndini møguliga heldur, at teir hava gjørt nakað skjótt av, tá teir valdu at selja omanfyri nevndu ogn, og at summir býráðslimir hava fingið kaldar føtur. Býráðið gjørdi ikki ov skjótt av, men tók bara skeiva avgerð í einum annars sjálvsøgdum máli. Ognin skuldi ongantíð verið seld. Hon skuldi verið varðveitt sum ein fríðstaður.
Tað er hugstoytt at hugsa sær, at gamla ognin hjá Thorvaldi møguliga endar sum eitt spekulatiónsbyggjarí, líkt raðhúsabyggingini hjá SH Smíð Inni á Gøtu, har hvørki Býráðið ella byggiharrin hava sýnt fyrilit fyri tí byggihátti, sum í síni tíð, vann virðisløn fyri gott arkitektaarbeiði. Tí fari eg at heita á Tórshavnar býráð um at skipa soleiðis fyri, at økið verður varðveitt óbygt, og at núverandi ánari fær annað hóskandi stykki ella aðra samsýning.
Annars haldi eg at Tórhavnar býráð yvurhøvur kundi avsett fleiri fríøkir í býnum.