Liverpool, har tær giftust og fingu børn, so í dag eigur Ronni á Krákusteini í hópatali av trímenningum og fermenningum í Liverpool og harumkring. - Pápi mín hevur altíð verið íðin Liverpool viðhaldsmaður [...] Liverpool í 70-unum og 80-unum var fremsta felagið í Onglandi, og hevur eisini ríkar traditiónir við hópinum av meistaraheitum og europeiskum triumfum. - Og tað bar nú einaferð ikki til at vera í Liverpool [...] Krákusteini. Allan Kennedy var í Føroyum í fjør við Liverpool Legends, og tá heilsaði Ronni upp á hann, og til stóra undran fyri Roni segði Allan Kennedy seg minnast hann aftur. - Í Carlsberg Lounge varð borðreitt
Christiansdóttir. Kemur út í komandi viku Bókin Gloymdur kemur út fríggjadagin 20. september. Framløga verður sama kvøld í húsi Nólsoyarpálls í Klaksvík klokkan 20:15 og í Reinsarínum í Havn hósdagin 26. september [...] ið kunnu henda í føroyska heilsuverkinum. At tað kostaði pápanum lívið, hevur fylt nógv hjá henni og familjuni. Lesið meira um tað í aðrari grein í blaðnum. Persónarnir eru ikki til í veruleikanum Hóast [...] onkran, sigur rithøvundurin. Í august í 2015 setti Solby A. Christiansdóttir seg í samband við Jonhard Mikkelsen á Sprotanum og tosaði við hann um hugskotið. Tað gekk ikki so skjótt í fyrstuni. Tvey ár seinni
Strøm í Vági. Sjúrður spældi, sum tey flestu vita, uppá harmoniku, og var hann tann fyrsti tónleikarin Hjalti spældi til dans saman við. Í 1966 byrjaði Hjalti at spæla til dans í Føroyingafelagnum í Key [...] hann dugir enn í dag. Venjingarhølini vóru í einum losjubygningi á Sveasvej í Keypmannahavn, har fleiri aðrir føroyskir tónleikarar hava vant millum ár og dag. Tá Svenn Brimheim, á sumri í 1968, flutti til [...] framførdur fyrstu ferð á Harmonikatreffinum í Bindslev í 1989. Nú er hann so endiliga komin út á fløgu. Harmonikutreff í Føroyum. Eftir at hava verið á harmonikufestivali í Danmark tvær ferðir saman við Har
viðurskifti her í lívinum. Eitt nú var pápi mín ikki til staðar, tá mín yrkisleið fekk vind í seglini, men tað fái eg ikki broytt. Micheal Barrat spældi í bólkinum Shakin´ Stevens and The Sunsets í sekstiárunum [...] Speedarin var snøgt sagt í botni í áttatiár-unum, sigur Shakin´ Stevens. - Í 84 og 85 skuldu vit í veruleikanum havt steðgað á eitt sindur og gjørt støðuna upp, men hildu á heilt inn í nítiárini, sigur Shaky [...] Stevens á palli í Klaksvík, har hann fer at framføra allar tær væl kendu landaplágurnar frá áttatiárunum. ?? Fakta um Shakin? Stevens - Føddur í Cardiff í 1948 - Gjøgnum 80-ini og tíðliga í 90-unum hevði
vindeyguni í glasstovuni er lítli urtagarðurin nú horvin í kvøldarmyrkrinum. Í morgin verður aftur ein vanligur skúladagur hjá børnum í Føroyum, og um vikuskiftið fara marionett leikarnir í Karevalla [...] stirvið. Stílevni sum “Mín summarferia” og “Mín jólaferia” vaktu heldur onga skrivigleði. Millum góðu lærararnar minnist Rakel nunnuna Systur Jaqueline í Sankta Frans Skúla, sum hon hevði í sangi. Nunnan hevði [...] av honum. - Tá eg setti leikin upp í Miðvági fyri barnagarðsbørnum, vóru nakrir størri dreingir í skúlanum, har sýningin skuldi vera. Teir blivu við at ganga uppi í, meðan eg setti upp, og órógvaðu faktiskt
- Ættartalvurnar í heimara parti Inni í Haga, har hetta arbeiði hjá mær byrjaði, røkka heilt aftur til sekstiárini, og í dag hava vit so gott sum bara glarfiti í haganum, sigur hann. Í hinum báðum hagapørtunum [...] Hann doyði í 1969, men fyri ta tíð tók eg longu við sum seyðamaður. Maðurin, vit práta við um seyð og seyðahald, er Petur Skeel Skarðsá í Funningi, sum í dag er 53 ára gamalur. - Langt áðrenn pápi doyði, plagdi [...] báðir hagar nøvnini Inni í Haga og Botnar. Eftir at skift varð av nýggjum, vórðu teir tóptir heimari partur Inni í Haga og uttari partur Inni í Haga, og soleiðis verða teir róptir enn í dag. Seyðurin er lívið
Egholm í Hvalvík. Mamma var bóndadóttir úr Dúvugørðum her í Saksun og pápi var bóndi »niðri í Stovu« í Hvalvík. Pápi doyði 71 ára gamal og mamma bleiv 53. Pápi mín var sonur gamla Niels Petur Egholm í Egholmsstovu [...] Mia, dóttir Katrinu og Magnus Paula, doyði ungur í 1936, og hesi minningarorð vóru um hann í Dimmalætting: Dánjal Pauli Jacobsen var borin í heim í 1904 í Syðrugøtu, har faðir hansara, Absalon Jacobsen, [...] sum býr í Dúvugørðum. Harimóti eru allir seks dreingirnir deyðir. Tann elsti av teimum var faðir Thomas Egholm, bónda í Hvalvík. Jens var skómakari suðuri í Havn, hann doyði 60 ára gamal. Tann yngsti av brøðrunum
ótryggleika. Í barnaárunum eigur hon nógv spor í eini barr í einum ølklubba, sum tað nevndist, tá ið hon var barn. Sjálvt um hon undrast á, hvussu tað bar til, at tað var loyvt at hava børn við inn í ein ølklubba [...] ongantíð, at mamma valdi brennivínið framum síni egnu børn. Tað fortaldi Annika Juul í Miðlahúsinum í gjárkvøldið í eini hjartanemandi og botn ærligari frágreiðing um, hvussu tað er at veksa upp hjá foreldrum [...] tað eru nógv, sum eru í somu støðu sum eg og nú havi eg fyrigivið mammu, legði hon afturat. Ótti og ótryggleiki Tað var Blái Krossur, sum skipaði fyri almennum fundi í Miðlahúsinum í gjárkvøldið um rættin
Tað var kalt í veðrinum. Hann var landnyrðingur, og ísurin hekk í berginum. Eisini var mølin avísað. Tað var so hált, at vit máttu hava skølingar uttan á stivlunum, tá ið vit gingu niðri í fjøruni, áðrenn [...] Langanesi. Vit kastaðu, og fiskurin var í heinta. Fiskurin var millumfiskur og toskur í byrjanini, síðani gjørdist hann smærri. Henda fyrsta dagin fingu vit tvey skippund í klippfiski, og er hetta tað sama sum [...] bleiv nokk av ongum. Annars visti hann um eina konu, sum búði í Lambeyruni. Hon átti flest børn í Íslandi, ikki færri enn 24! Ørindini til mín vóru tey, at bóndin ætlaði sær at fara at síga eftir eggum.
Jacop um kundarnar í Miðvági. Men tørvurin hjá kundunum broytist sjálvandi, og er tað alsamt meira vanligt, at fólk keypa stórt í stórum handlum. - Eg hugsi, at handlarnir eru so stórir í dag, at ongin tímir [...] síðani hann tók yvir eftir pápanum í 1958. - Nógvir menn tola ikki politikk, so teir sleppa ikki at tosa um politikk um diskin í mínum handli. Ofta eru teir so illir í politikki, sigur Petur Jacop, sum [...] mær, sigur Petur Jacop. Petur Jacop var eisini á vali í 1946. Um hetta sigur hann, at tað blívur ongantíð javnt; at tað altíð er orðadráttur. - Pápi mín segði altíð, at eg skuldi ikki fáast við politikk,