Føroyingur heilsar upp á Gerrard

- Hatta var størsti dagurin í mínum lívi, sigur Ronni á Krákusteini, eftir at hann heilt óvæntað slapp at heilsa upp á heimsstjørnuna, Steven Gerrard, á Anfield næstseinasta sunnudag

Øll, sum hava bara eitt evalítið vet av áhuga fyri enskum fótbólti, vita, hvør Steven Gerrard er. Og fyri ein Liverpool-fjeppara má størsta ynski vera, at sleppa at heilsa upp á fótbóltshetjuna.
Og tað upplivdi Ronni á Krákusteini í síðstu viku.
- Vit vóru farin niður til Liverpool at vitja familju, foreldrini, lítlibeiggi, systurin, eg, og so makarnir hjá okkum báðum, greiðir Ronni á Krákusteini frá.
Beint eftir kríggið fluttu tvær abbasystrar hansara niður til Liverpool, har tær giftust og fingu børn, so í dag eigur Ronni á Krákusteini í hópatali av trímenningum og fermenningum í Liverpool og harumkring.
- Pápi mín hevur altíð verið íðin Liverpool viðhaldsmaður, so tað var púra náttúrligt, at eg eisini fór at halda við felagnum, tá eg byrjaði at fáa áhuga fyri enskum fótbólti um 12 ára gamal, sigur Ronni á Krákusteini.
Tað er heldur eingin loyna, at Liverpool í 70-unum og 80-unum var fremsta felagið í Onglandi, og hevur eisini ríkar traditiónir við hópinum av meistaraheitum og europeiskum triumfum.
- Og tað bar nú einaferð ikki til at vera í Liverpool og ikki fara inn á Anfield at síggja ein dyst við Liverpool, staðfestir Ronni á Krákusteini.

Carlsberg Lounge
Hóast Carlsberg ikki longur er høvuðsstuðul hjá Liverpool, hevur bryggjaríið kortini framvegis eina sonevnda lounge á Anfield Road, eftir at teir í mannaminni hava havt sítt navn skrivað á bringuni á Liverpool-leikarunum.
- Vit høvdu frætt, at Poul Hansen, heilsøla, hevði gott samstarv við Carlsberg, so pápi ringdi til teirra at hoyra nærri, og tað var leyst og liðugt so at siga beinanvegin. Vit kundu velja millum trý sløg av atgongumerkjum, har tað eina var í Carlsberg Lounge’ini, og tað valdu vit so, sigur Ronni á Krákusteini.
Dysturin á Anfield Road var sum kunnugt sunnudagin 15. august, og føroyska ferðalagið møtti spent upp í góðari tíð.
- Dysturin skuldi byrja klokkan 16, og lounge’in læt upp klokkan 13.30. Vit vóru í góðari tíð og bíðaðu uttan fyri, til ein maður kom og lovaði okkum inn. Eg kendi hann aftur beinanvegin, tað var Liverpool-legendan, Allan Kennedy, sigur Ronni á Krákusteini.
Allan Kennedy var í Føroyum í fjør við Liverpool Legends, og tá heilsaði Ronni upp á hann, og til stóra undran fyri Roni segði Allan Kennedy seg minnast hann aftur.
- Í Carlsberg Lounge varð borðreitt við buffet og fríari barr, so lagt var fyri við at fáa ein bita at eta, áðrenn dysturin byrjaði, sigur Ronni á Krákusteini.
Hann heldur, at Carlsberg Lounge man taka eini 60-70 fólk, og hon var sum vera man fullsett til premieruna til nýggja kappingarárið – ikki minst tí mótstøðuliðið var ein av argastu kappingarneytunum, Arsenal.
Og meðan tey 60 fólkini so ótu, undirhelt Allan Kennedy á pallinum.

And the winner is...
So upprann løtan, tá dysturin byrjaði.
- Undan dystinum høvdu vit fylt út eitt pappír, har vit skuldu gita um úrslitið av dystinum og nær fyrsta málið kom. Minnist meg rætt kom fyrsta málið eftir 45.59 minuttum, og lítlibeiggi hevði gitt 40.50, men hann var so nærmast við og vann eina Liverpool troyggju, sigur Ronni á Krákusteini.
Í hálvleikinum var sum vera man vent aftur til Carlsberg Lounge til ein heitan temunn, áðrenn lagt var til brots við seinna hálvleiki.
- Vit sótu beint við síðuna av The Kop, sum er kenda stuttsíðan aftan fyri annað málið á Anfield, og tað er harfrá, at allur stemningurin kemur, sum ger Anfield so serligt, sigur Ronni á Krákusteini.
Hetta var fyrstu ferð, at Ronni var í Liverpool, og sostatt eisini fyrstu ferð, at hann vitjaði heimskenda fótbóltsstadiumið hjá felagnum. Og tað í sjálvum sær var eitt satt upplivisli.
- Tá vit so komu inn aftur í Carlsberg Lounge, skuldu vit velja okkara egna »Man of the Match«, ið so skuldi koma inn til okkara at heilsa upp á og móttaka Carlsberg-steypið, sigur Ronni á Krákusteini.
Tað er neyvan nakað at taka seg aftur í, at Steven Gerrard er kendasti Liverpool-leikarin mongu seinnu árini, og tí var tað einki undarligt í, at tey flestu vildu sleppa at heilsa upp á hann.
- Sjálvur valdi eg Daniel Agger, men Gerrard fekk nógv flestar atkvøður – sjálvt um Jamie Carragher gjørdist Barcley’s Man of the Match, sigur Ronni á Krákusteini.
So ein hálvan tíma ella so eftir dystin, trein heimsstjørnan inn um dyrnar.
- Okkara borð stóð bert ein metur frá pallinum, so eg kundi næstan tema við hann, tá hann stóð har og prátaði við Allan Kennedy, sigur Ronni á Krákusteini.

Nice to meet you
Eftir at Allan Kennedy hevði prátað eina løtu við Steven Gerrard, fór hann yvir at einum borði, har steypið til Carlsberg’s Lonuge Man of the Match stóð.
- Við síðuna av steypinum lá ein lepi, og hann tók Allan Kennedy og á honum stóð so navnið á tí, sum skuldi handa Gerrard steypið, sigur Ronni á Krákusteini.
»...and to present the Man of the Match trophy Ronni á Krákusteini from the Faroe Islands«.
- Eg hugdi runt, fyri at síggja, hvør tað var, sum slapp at handa Steven Gerrard steypið, áðrenn tað gekk upp fyri mær, at tað var mítt navn hann hevði sagt, sigur Ronni á Krákusteini.
Hann dugir ikki at siga, hví tað júst gjørdist hann, ið fekk hendan heiðurin, men tað hevur helst verið lutakast millum tey 60 fólkini í Carlsberg Lounge.
- Tað var ein stór løta, at sleppa at heilsa upp á Steven Gerrard og handa honum steypið. Alt gekk so skjótt fyri seg, men hann segði so »Nice to meet you«, tá hann tók í hondina á mær, sigur Ronni á Krákusteini.
Stolti føroyingurin stillaði síðani upp til myndatøku saman við Liverpool liðskiparanum, og tað vóru ikki bert áskoðararnir í Carlsberg Lounge, ið tóku myndir, men eisini myndamenn frá lokalu dagbløðunum.
Áðrenn Gerrard fór avstað aftur, gav hann sær góðar stundir at skriva autografar, og tað gjørdi føroyska ferðalagið sær dælt av.
Og Ronni á Krákusteini er ikki í iva um, hvar hendan upplivingin stendur í stiganum hjá honum:
- Hetta var besti dagurin í lívi mínum!