– Eg ynski, at ljóskastarin verður fluttur frá, hvussu sjúkrahúsverkið verður stýrt, og hvar stjórin skal sita, til at tað má vera eitt kjak um sjúklingaviðgerð, sigur Solby A. Christiansdóttir.
Av egnum beiskum royndum kennir hon til mistøk, ið kunnu henda í føroyska heilsuverkinum. At tað kostaði pápanum lívið, hevur fylt nógv hjá henni og familjuni. Lesið meira um tað í aðrari grein í blaðnum.
Persónarnir eru ikki til í veruleikanum
Hóast hendingarnar í skaldsøguni Gloymdur byggja á veruligar hendingar, so sigur rithøvundurin, at talan er ikki um veruligar persónar, sum eru fjaldir.
– Eingin persónur í bókini er til í veruleikanum. Men eg skal blankt viðganga, at tá ið eg byrjaði at skriva, sá eg fólk fyri mær, men í takt við, at persónarnir vuksu í persónligheit og sereyðkennum, meðan eg skrivaði, so hvurvu teir, og teir nýggju mentust. Hetta kom so við og við. Síðu fyri síðu hvurvu ímyndirnar av teimum veruligu persónunum, sum einaferð vóru í mínum veruleika og eisini tann veruleiki, sum bókin byggir á, hvarv spakuliga, tí at eg fór djypri inn í ein veruleika, har eg sjálv avgjørdi, hvat hendir, sigur Solby A. Christiansdóttir.
Íblástur frá persónligari søgu
Søgan er um ein 60 ára gamlan mann í Klaksvík, sum fer til kommunulækna, tí hann er farin at hosta eitt sindur og hevur fingið blettir á beinini. Víðari er tað um sambandið við Klaksvíkar Sjúkrahús og Landssjúkrahúsið, meðan støðan versnar og versnar. Tað er eisini um støðuna hjá familjuni, sum upplivir gongdina sera ótrygga og ørkymlaða.
– Hetta er ikki okkara persónliga søga, men íblásturin er komin frá henni. Tað er eingin ivi í, at tey, ið kenna okkara søgu, hava kanska eitt sindur ilt við at slíta seg frá okkara søgu. Søgan liggur tætt uppat, men hon er umskrivað. Tann persónliga søgan er alt ov persónlig. Hana havi eg ikki hug at skriva. Eg havi ikki hug at heingja fólk út. Tí er ikki talan um ítøkiligar persónar, sigur Solby A. Christiansdóttir.
Hon hevur fingið nøkur í familjuni og onnur at lesa handritið ígjøgnum.
– Viðmerkingarnar, eg havi fingið frá teimum, eru, at okkurt er rættiliga tætt uppá, men tey síggja ikki veruligar persónar fyri sær. Mín frástøða er tó, at fólkini í bókini kenni eg als ikki, sigur sigur Solby A. Christiansdóttir.
Portrið inn í fiktiónsheimin fór upp
Tá ið Solby A. Christiansdóttir skuldi byrja at skriva, hevði hon sera trupult við at taka frástøðu frá teimum veruligu hendingunum.
– Eg hevði avgjørt, at tað skuldi vera fiktión, men tá ið eg so setti meg at skriva, var trupult at taka frástøðu frá veruligu hendingunum. Eg hugsaði sum journalistur, at eg mátti skriva sakligt og trúvirði mátti vera í lagi. Eg steðgaði fleiri ferðir, tí eg kom ikki víðari. Men so einaferð valdi eg at skriva eina pallmynd, sum eg mintist, men sum eg broytti og gjørdi meira av. Tá koyrdi tað.
Eg gangi høgt upp í at vera saklig, og at alt skal vera rætt. Men eg steðgaði upp. Eg orkaði ikki at blíva við at hugsa um okkara egnu søgu. Tá ið portrið inn í fiktiónsheimin fór upp, slapp eg av við allar forðingar. Eg fekk eitt skrivifrælsi. Og so koyrdi tað bara, sigur Solby A. Christiansdóttir.
Má gera okkurt við onkran
Klaksvíkskonan, ið nú býr í Havn, hevur leingi havt ætlanir um at skriva onkra bók.
– Hugskotið til hesa bókina er umleið átta ára gamalt, og eg má siga, at tað er eitt hjartabarn. Tá ið sorgin blívur til saknur, so grundaði eg meira. Eg hugsaði, at eg kanska kundi gera okkurt, tí tað, sum hendi, var so meiningsleyst. Eg kenni, at tað, sum eg havi skrivað, er so tætt upp at nøkrum, ið veruliga er hent, at tað má gera okkurt við onkran, sigur rithøvundurin.
Í august í 2015 setti Solby A. Christiansdóttir seg í samband við Jonhard Mikkelsen á Sprotanum og tosaði við hann um hugskotið. Tað gekk ikki so skjótt í fyrstuni. Tvey ár seinni hevði hon skrivað 30 A4 síður, sum hon vísti Jonhardi Mikkelsen. Hann las ígjøgnum og bað hana arbeiða víðari við ætlanini. Hon fekk tveir mánaðar starvsløn frá Mentanargrunni Landsins, og í desember 2018 og januar 2019 fór hon í farloyvi frá starvinum í KVF, og setti seg at skriva.
– Eg hevði skrivað mær nógvar lepar við hugskotum, og tá ið eg veruliga setti meg niður skriva, gekk tað skjótt fyri seg. Fleiri av døgunum skrivaði er 10 síður. Eg skrivaði tað mesta hesar tveir mánaðirnar. Royndirnar sum journalistur havi givið mær sera nógv í arbeiðinum við bókini. Serliga tað at duga at velja til og frá. Endin varð tó skrivaður aftaná – eina mikunátt. Hann broyttist í mun til, hvat eg upprunaliga ætlaði, sigur Solby A. Christiansdóttir.
Stríðið innan heilsuøkið
Umframt søguna um stríðið hjá sjúka manninum og familju hansara, fyllir stríðið millum fakbólkar inna heilsuøkið eisini nakað. Talan er bæði um stríðið millum Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar Sjúkrahús og kommunulæknar. Men eisini millum fakbólkar á sjúkrahúsøkinum. Heilsumálaráðið og politikarar eru eisini partar av stríðnum.
Solby A. Christiansdóttir er útbúgving journalistur, og hevur drúgvar royndir innan økið. Har er hon von at eftirkanna upplýsingar.
– Skaldsøgan byggir ikki bara á mínar upplivingar av sjúkrahúsverkinum, tá ið pápi mín var sjúkur. Hetta byggir á ymsar eygleiðingar, eg sjálv havi gjørt í mínum sambandi við heilsuverkið, men eg havi eisini tosað við nógv ymisk fólk fyri at fáa størri innlit í sjúkugongdina, tað heilsufakliga og tann politiska partin, sigur Solby A. Christiansdóttir.
Hon vísir tó á, at talan er ikki um dokumentar, men um eina skaldsøgu.
– Eg havi spurt meg fyri hjá nógv bólkum fyri at eingin skal kunna koma aftaná og siga, at hetta kundi ongantíð hent. Tað má vera realistiskt og hava trúvirði, sjálvt um tað er fiktón, sigur rithøvundurin.
Hvat er í fokus?
Skaldsøgan gevur eisini eina samtíðargreining av føroyska heilsuverkinum.
– Eg kann ikki skriva eina nýmótans skaldsøgu um heilsuverkið, har tann politiski parturin ikki eisini verður lýst. Veruleikin er tann, at heilsuverkið hevur verið yvirskrift í allari hesari øldini fyri bæði gott og ringt. Spurningurin er bara, hvat er í fokus. Fokus hjá øllum pørtum, sigur Solby A. Christiansdóttir.
Hon vísir á, at tá ið sjúkrahúsverkið er frammi, klandrast vit meira um, hvar stjórin skal sita, hvussu nógvir stjórar skulu vera, hvør lønin skal vera, hvør er leiðari, hvør er deildarleiðari og hvør hevur mydugleika, enn at stríðast fyri at hjálpa einum sjúklingi.
– Eg hevði heldur ynskt, at tað var kjakið um sjúklingaviðgerð, ið fylti í tí almenna, heldur enn hvar stjórin skal sita. Fokus eigur at vera á menniskju, sigur Solby A. Christiansdóttir.
Nøkur mistøk hvørt ár
Í bókini er høvuðsfokus, tá ið mistøk henda innan heilsuverkið.
– Eg veit ikki, um tað kemur ofta fyri. Eftir at eg var frammi víð mínari søgu í sendingini Credo í Kringvarpinum, so vóru nøkur, ið vendu sær til mín og søgdu teirra søgu. Eg veit, at talið av kærum til donsku myndugleikarnar vegna mistøk í føroyska heilsuverkinum hava verið millum 8 og 15 um árið í hesi øldini, sigur Solby A. Christiansdóttir.
Hon vísir á, at tað tað er skjótt, at fokusið hjá okkum fer á okkurt annað, enn tað, ið veruliga hevur týdning.
– Endamálið við bókini er at siga eina søgu, sum fær tann, sum lesur, at hugsa um fokus hjá okkum øllum. Lesarin má sjálvur lesa, hvat bókin endar við. Eg ynski at geva lesararunum nakað, sum hann ella hon kann hugsa um víðari, spyr Solby A. Christiansdóttir. Kemur út í komandi viku Bókin Gloymdur kemur út fríggjadagin 20. september. Framløga verður sama kvøld í húsi Nólsoyarpálls í Klaksvík klokkan 20:15 og í Reinsarínum í Havn hósdagin 26. september klokkan 19:30.










