2. partur
---
Tá ið vit vóru komnir á land á Skálum spurdi eg, hvar eg kundi hitta faktorin. Faktorin var umboðsmaðurin fyri Aldufelagið, sum vit skuldu rógva út fyri. Eg fekk at vita, hvar hann búði, og hvar hurðin var.
Eg bankaði uppá hurðina. Ein genta letur upp. Eg biði góðan dag, og hon svarar aftur. Eg sigi hvør eg eri, at eg var føroyingur og var komin higar at rógva út við árabáti í summar. Nú var eg komin higar fyri at tosa við faktorin. Hon skuldi bera boðini og kom skjótt aftur við boðunum um, at faktorin fór at vera skjótur.
Hon bjóðaði mær kaffi, men eg skuldi skunda mær, tí “straukarnir” bíðaðu. Í tí sama kemur faktorin og biður góðan dag. Hann kallast Steintór Jóhannisson og spyr, hvar vit skulu rógva út, og hvat felag vit skuldu lata fiskin til.
Eg segði, at vit ætlaðu at binda okkum til Aldufelagið. “Tá verður tú blessaður og vælkomin”, svaraði hann. Eg spyrji faktorin, hvar vit skulu fáa innivist fyri summarið. Hann segði, at tað skuldi vera í Hvíthús, sum lá niðri móti sjóvarmálanum. Tá fingu vit ein kaffimunn við køkum afturvið.
So fóru vit oman á støðna, og nú høvdu hinir borið alt viðførið niðan frá. Nú vóru allir teir ungu dreingirnir á plássinum komnir oman, og teir kappaðust um at hjálpa til.
Steintór kom við út á Hvíthús, og her skuldu vit búleikast fyri summarið. Har reiddu vit upp í koyggjurnar. Húsið bleiv fult av íslendingum, sum vildu frætta tíðindi úr Føroyum frá kenningum, teir høvdu. Teir bóru okkum alla útgerðina, sum vit skuldu hava við okkum, út í Hvíthús. Nú var alt sum ein familja.
Tá gestirnir vóru farnir var at fáa okkum kókigreiðurnar fram, og fingu vit okkara fyrstu máltíð á Skála. Vit fóru okkum so ein túr at hyggja okkum um í bygdini, áðrenn vit fóru til songar.
Hetta var fyrstu ferð eg havi sovið í øðrum landi, uppi á turrum væl at merkja. Eg bað, at Harrin mátti signa summarið fyri okkum.
Til útróðrar
Dagin eftir fóru vit at rigga bátin til. Vit fóru til útróðrar annan dagin eftir, sum vit vóru komnir til Skálar.
Tað var kalt í veðrinum. Hann var landnyrðingur, og ísurin hekk í berginum. Eisini var mølin avísað. Tað var so hált, at vit máttu hava skølingar uttan á stivlunum, tá ið vit gingu niðri í fjøruni, áðrenn vit fóru til útróðrar. Tað tiðnaði tó í fjøruni, tá ið sólin sá. Men tað frysti aftur, tá ið sólin var farin um vestur.
Tann fyrsta morgunin fóru vit út við landinum. Tað var lagaligt at rógva. Vit róðu út fyri Grønutorvu. Síðan høvdu vit seglið á og sigldu út á Funtin, uttast á Langanesi. Vit kastaðu, og fiskurin var í heinta.
Fiskurin var millumfiskur og toskur í byrjanini, síðani gjørdist hann smærri.
Henda fyrsta dagin fingu vit tvey skippund í klippfiski, og er hetta tað sama sum 1.600 pund av avhøvdaðum ráfiski.
Ringar umstøður at rógva út
Umstøðurnar vóru ringar at rógva út. Tað var illa komandi at landi, tí støðin var ikki ruddað. Har var bara ein møl, so vit kundu bara koma inn at landi, tá ið tað var flóð. Um vit komu at landi tá tað var fjarðað, so varð tað so langt at bera fiskin, og hetta var ov strævið. Tí valdu vit at vera úti, tá tað var fjøra, og at koma at landi, tá tað var flóð. Hetta gjørdist ógvuliga stríggið, og fingu vit tí lítlan svøvn. Men fiskiskapurin var avbera góður. Vit fyltu bátin, bara líkindi vóru at fara á flot.
Men so komu boð um, at mølin skuldi ruddast. Ein dagin var eg biðin um at koma á skrivstovuna hjá Steintóri. Hann helt, at tað var skjótt, at vit vóru byrjaðir at rógva út. Eg segði, at tað var hetta sum vit vóru komnir yvir til. Men eg gramdi meg um mølina, sum gjørdi, at vit bara kundu koma at landi í flóð. Nú spyr hann meg, um eg ikki vil lata hann fáa ein mann frá okkum, tá ið tað var útróðrarveður, at hjálpa til at rudda støðna. Hetta játtaði eg. Hetta kundi eisini vera okkum at gagni.
Tá ið tað ikki var útróðrarveður arbeiddu vit allir saman við Skálamonnum við støðna. Nakrar krónur fingu vit eisini fyri hetta arbeiði.
Reiðskapurin vit nýttu var ein nót, har flot- og grunnlínan var keta. Umframt var tríggjar ferðir eitt samanlagt hegn. Tað vóru fimm til átta mans á hvørjum oyranum at draga nótina. Tað kundu vera stórir steinar, ið vóru drignir á land á henda hátt.
Endiliga varð støðin ruddað. Vit fingu góð vinabond við menn av Skála, og vit fingu góð ráð frá teimum um, hvussu vit skuldu fyrihalda okkum, tá ið vit løgdu at í brimi. Fiskaríið var javnt, um tvey skippund um dagin.
Fóru eftir eggum
Nú var komið til 4. juni. Hendan morgunin var nógvur vindur av eystri. Tað var eisini nógv brim, so farið varð ikki til útróðrar hendan dagin.
Vit sótu og prátaðu. Tá kemur ein smádrongur inn og sigur, at pápin sín, Jón, biður Jóannes kom inn til sín. Eg fari, og bóndin er blíður og týður.
Har vóru nógv børn inni. Eg spurdi, hvussu nógv børn hann átti. Hann svaraði, at konan hevði føtt 17 børn, men hon ætlaði at føða 20! Men tað bleiv nokk av ongum. Annars visti hann um eina konu, sum búði í Lambeyruni. Hon átti flest børn í Íslandi, ikki færri enn 24!
Ørindini til mín vóru tey, at bóndin ætlaði sær at fara at síga eftir eggum. Spurningurin var, um eg hevði nakran mann at lata sær til hetta. Eg fór oman til manningina og greiddi frá hesum fyrispurningi. Tað var bara ein av okkum, sum hevði verið til bjarga, og tað var Johan Elias í Mikladali. Nú var tað upp til hann. Men Johan Elias segði, at hann skuldi fara, um eg kom við.
Vit fóru so niðan til bóndan. Tá vit komu niðan, hevði hann kókað saltkjøt. Tað var borðfult av alskyns mati. Nú skuldu vit eta, tí hetta bleiv ein langur og strævin dagur, sum tað so sanniliga bleiv.
Tá ið etið var, vóru trý ross ferðabúgvin, og vit fóru avstað við øllum tí vit komu at hava brúk fyri. Har var eisini matur og kókiamboð at kóka eggini við. Tað var sera drúgt at koma út á nesið. Tað var sum at ganga á eini fiskabreyt, so hált var tað.
Framkomin varð línan tikin undan eini presenning. Síðan varð hon strekt. Hon varð bundin um ein stóran stein, og ellivu menn settu á. Hetta var ein gamal siður fyri at kanna línuna.
Johan Elias varð bundin í og koyrdur í eini tunnuposa, har hol var gjørt fyri beinunum, og síðan varð hann latin niður fyri tromina. Hann ruddaði alt grótið, sum lá leyst ella sum kundi losna og tí kundi vera til bága. Bóndin sat sjálvur við endan. Eg lá frammi eftir rommum og segði til, tá ið tað skuldi lorast ella dragast.
Úti í Puntinum eru ongar røkur, og er tí strævið at heinta egg. Har vóru bara skortar og hol, sum eggini vóru í. Inni undir Svartnes eru røkur, so her lá betur fyri. Tá vit komu inn undir Svartnes helt bóndin fyri, at tað vóru nógv ár síðani, at so nógv egg vóru heintað uttan fyri Svartnes sum hendan dagin.
Hesin dagur gav 6-7.000 egg. Vit koyrdu eggini í kassar, sum vóru gjørdir til endamálið. Síðan var farið til hús. Vit kom til húsa í øllum góðum morgunin eftir og takkaðu Gudi fyri, at alt hevði gingið so væl. Aftaná hetta gjørdu vit sjálvir nógv burtur úr at fara eftir eggum.
Nú kemur pápi
Tann 6. juni gera vit okkum klárar at fara til útróðrar. Enn var eingin annar føroyskur bátur komin til Skálar, so tað var rúmsátt hjá okkum at rógva út. Men um hálvan juni byrja teir fyrstu bátarnir at koma.
Ein dagin, vit koma av útróðri, var fólk at síggja á støðni. Teir vóru pápi, Sivard Højgaard og Garða Jóannes, allir av Húsum, sum vóru komnir oman á mølina at siga góðan dag. Vit ynsktu teimum at vera vælkomnar yvir. Teir høvdu frætt, at fiskaríið var gott. Hesum kundi eg bert játta. Teir fóru til hús, og vit arbeiddu okkara fisk.
Pápi bleiv tó verandi hjá okkum. Tá heldur hann fyri, at “íslendingar siga, at tit sova ongantíð. Tit eru altíð á útróðri og hava eisini altíð alt ov fullan bát”.
Tá vit fóru til hús, kom pápi við okkum til Hvíthús. Vit tóku okkum fisk heim at kóka. Tað var gjarna Símun bróður, sum kókaði smáfisk ella hýsu. Hann kundi eisini steikja steinbít ella kalva. Onkuntíð eisini fugl, alt eftir, sum tað lá fyri. Onkuntíð var eisini heitað upp frá degnum undan.
Pápi át nú saman við okkum. Hann helt fyri, at vit høvdu fingið væl av fiski, síðani vit komu yvir. Eg helt, at hetta var ikki komið uttan nógv stríð.
Fiskurin var so nógvur, so tað undraði meg, at íslendingar ikki tímdu at rógva út.
Vit høvdu fingið egg frá bóndanum, og vit góvu pápa nøkur egg, sum teir kundu kóka sær.
Nú var meira lív komið í hvønndagslívið á Skála, tá ið bátarnir vóru byrjaðir at koma. Teir komu víða hvar úr Føroyum. Tríggir vóru av Húsum, tríggir úr Fuglafirði, tveir út Gøtu, ein av Eiði, tveir úr Vágum og ein úr Vestmanna. Tað var tískil nú trongligt at leggja bátarnar. Men vit vóru hepnir. Vit fingu støðna hjá einum íslandsbáti, sum ikki kom at rógva út kortini. Nú vóru íslendingar eisini byrjaðir at rógv út.
Bátar vóru nú, hvar tú hugdi. Føroyingar og íslendingar róðu hvør um annan í góðum vinalagi.
Ein bátur var úr Vestmannaoyggjum, sum kallaðist fyri Sigurð Jón. Hann var vanur at vera bestur av bátunum á Skála.
Fiskaríið var ójavnt. Tað lá væl fyri hjá okkum, tá við fiskaðu við snøri. Men tað lá ikki so væl fyri við línuni. Bara eina ferð máttu vit ganga frá línuni, tí báturin ikki førdi allan fiskin, sum var á. Vit kvettu so línuna, tá ið báturin var fullur. Vit hugdu uppá land at miða okkum eftir, hvar vit vóru. Tá vóru eini 15 stykkir (á 60 favnar) eftir at draga.
Vit fóru beinanvegin at rógva at landi. Tað var tosað um, at vit skulu havt fingið alla línuna inn og krøkt fiskin av húkunum. Vit hildu tó, at tað vera betri at fara út aftur eftir restini av línuni, og tað varð gjørt.
Á Skála var eingin streymur inni við. Tað kundi reka út við Nesinum, men ikki til bága at draga línu. Hetta gjørdi tað lættari at finna línuna aftur, og tað gjørdu vit eisini. Vit fingu eini 1.400 pund á tí endanum, sum eftir stóð. Tá vit komu at landi helt eg fyri, at tað hevði verið nógv fyri at krøkt hetta av og blakað tað aftur í havið, bara tí vit ikki tímdu at rógva tvær ferðir.
Á Skála var tað ikki loyvt at avhøvda og kryvja, áðrenn komið var at landi. Har var eingin streymur. Tí kom alt niður í sama stað. Høvdini rotnaðu á botni og fiskurin gjørdist sjúkur av tí.
Fingu hástokk
Allir hinir bátarnir høvdu hástokkar. Tað var eitt borð, sum var sett upp á stokkin á bátinum. Vit høvdu ongan hástokk við. Vit tosaðu ofta um at fáa ein slíkan stokk. Aftaná henda dag avgjørdu vit, at tá ið ein uppiløgu dagur kom, so skuldi hetta gerast.
Tað gjørdu vit eisini, og nú gjørdist báturin nógv turrari og hann førdi meiri.
----
Komandi partur:
Í komandi parti greiður Jóannes millum annað frá, tá ið hann kom at kenna yrkjaran Olivur á Ryggi, sum eisini róði út á Skálum