100-ára gamal handil í Miðvági afturlatin

Í meira enn eitt hundrað ár hava Haraldsen-mennirnir í Miðvági havt handil, sum hevur tænt nærumhvørvinum í bygdini. Men nú er handilin latin aftur, og er tað ein rík søga, ið handilin hevur eftirtíðini at bera

Handilin hjá Haraldsen í Miðvági lukkaði í síðstu viku, og nú eru hølini tóm. Tað er 80-ára gamli Petur Jacop Haraldsen, handilsmaður, sum hevur gjørt av, at nú er tíð at gevast.
Handilsvirksemið hjá Haraldsen byrjaði í ár 1900, og tað var abbi Petur Jacop, sum stovnaði handilin. Tá var handlin ein partur av Joen Heinesen og Co., sum um tá mundi var eitt tað størsta handilsvirkið í landinum.
Handilin hevur altíð verið í Miðvági, beint har sum fótbóltsvøllurin liggur nú. Petur Jacop Haraldsen sigur, at tað varð ikki meiningin at gevast.
- Eg bleiv eitt sindur sjúkur, ikki alvársliga, men nóg mikið til, at eg valdi at gevast, sigur Petur Jacop.
Tað hevur dámt Peturi Jacop serstakliga væl at hava handil í Miðvági. Petur Jacop sigur, at kundarnir hava ikki verið teir stóru, men at tað eru teir fastu kundarnir, sum telja.
- Tað eru ofta teir somu kundarnir, sum koma inn at práta um morgunin, so tað er ikki so galið, sigur ein vælnøgdur Petur Jacop um kundarnar í Miðvági.
Men tørvurin hjá kundunum broytist sjálvandi, og er tað alsamt meira vanligt, at fólk keypa stórt í stórum handlum.
- Eg hugsi, at handlarnir eru so stórir í dag, at ongin tímir at handla í smáum handlum longur. Tað gevur ov lítið, og nú eri eg triðja ættarliðið, sum rekur handilin, og eg vænti ikki, at tað fjórða ættarliðið fer at taka yvir, sigur Petur Jacop.

Dámar væl at práta
- Men eg kundi gott tiltonkt mær bara at haft ein handil at práta við fólk, onki annað, sigur Petur Jacop flennandi, sum dámar væl at taka ímóti fólki í handlinum. Kanska serliga hugaligt er tað, tá børnini koma inn at fáa sær bomm, og tá tilkomið fólk kemur fyri at práta.
Og nógv prátið man vera farið um diskin hjá Peturi Jacop Haraldsen, síðani hann tók yvir eftir pápanum í 1958.
- Nógvir menn tola ikki politikk, so teir sleppa ikki at tosa um politikk um diskin í mínum handli. Ofta eru teir so illir í politikki, sigur Petur Jacop, sum altíð hevur verið á løgtingsvali sjálvur.
- Tað er so nemt hjá mær at fara á val, tað er bert eitt hanagleiv hjá mær, sigur Petur Jacop.
Petur Jacop var eisini á vali í 1946. Um hetta sigur hann, at tað blívur ongantíð javnt; at tað altíð er orðadráttur.
- Pápi mín segði altíð, at eg skuldi ikki fáast við politikk, tí tað gav ikki nógv, sigur Petur Jacop flennandi.
So Petur Jacop fór ikki politiska vegin, hóast ein ávísan áhuga, men hann valdi handilsvegin, og hevur hann tikið sær av tí mesta í handlinum.

Brúkar ikki teldu
- Eg havi sjálvur rikið handilin, og tikið mær av roknskapinum. Og eg havi gjørt tað einsamallur, uttan hjálp frá nøkrum roknskaparvirki, sigur Petur Jacop Haraldsen, sum tó ikki brúkar teldu.
- Nei, teldu havi eg ikki. Tað hvørki dugi ella tími eg. Tað verður alt gjørt upp á gamla máta, sigur Petur Jacop smílandi.
Men nú handilstíðin er farin, er ikki nógvur roknskapur, sum skal gerast upp hjá Peturi Jacop. Tað er nógv onnur ting, sum skulu gerast, tí Petur Jacop Haraldsen hevur altíð verið ein virkin maður.
- Nú fari eg at brúka meira tíð til at mála, sigur Petur Jacop, sum vísur blaðmanninum nakrar myndir á vegginum.
- Handa myndin er av pápanum, og tann í miðjuni er av abbanum, og eg havi sjálvur málað, sigur Petur Jacop, sum leggur aftrat, at hann hevur haft onkra framsýning á vestanstevnu, og at hann eisini hevur selt myndir.
- Ja, tað hevur verið eitt virkið lív, kann man siga afturlítandi. Til dømis havi eg eisini verið til skips, og tað dámdi mær væl. Men mær hóvaði betri at vera heima í Miðvági, tí her er deiligt at vera. Serstakliga væl dámar mær, tá sólin kemur upp í eystri. Tað er ein deilig útsikt, sigur fyrrverandi handilsmaðurin Petur Jacop.
Petur Jacop sigur at enda, at hann vil takka øllum fyri gott samstarv og tillalandi kundar.
- Tað hevur verið eitt gott handilslív, sigur ein vælnøgdur 80-ára gamal Petur Jacop Haraldsen.