Singapore bý var ikki serliga tespiligt. Tá ið vit traðkaðu úr bussinum, hoyrdu vit nøkur illfýsin buldur úr erva, og løtu seinni oysti tað niður. Vit stóðu á eini gøtu, vistu ikki, hvar og vistu ikki hvagar [...] keyptu bananir og nøtir, og um tú ikki gav teimum tær beinanvegin, so komu tær og togaðu í teg. Eitt sindur ræðandi. Vit sóu eina konu, ið nærmast var álopin av einari apu. Hon hekk uppi á henni, og eg haldi [...] og tá Halla setti seg niður, kom apan og klatraði upp á hana, og vildi ikki flyta seg aftur. Hon legði seg so long sum hon var í fangið, og hevði tað so himmalskt. Halla fekk til seinast reist seg upp
møgulig føroysk oljuframtíð var eitt so stórt álvarsmál, at her mátti ikki farast fram eftir fummum. Ein serlig oljuráðleggingarnevnd við frægastu serkønu varð vald, og semja var um, at samskifti nevndarinnar [...] innihaldinum. Um allan heim eru mong dømi um samfelagsliga sera óhepnar avleiðingar av oljuvinnu og av vónum um oljuvinnu. Tey grefligastu dømini eru Nigeria, Venezuela og Equador. Færri eru dømini um samfeløg [...] vinnugreinar. Men kann hon sleppa undan óstabiliteti, roynir hon tað. Vinnur Bretland marknaðartrætuna, fær oljuvinnan greiðar treytir at arbeiða undir, og hon kann út frá teimum meta, um tað loysir seg at
spurninginum um ríkisrættarligu støðuna í framtíðini. Verandi heimastýrislóg er ikki nøkur nýtilig loysn longur. Loysing og føroyskt fullveldi er ikki nøkur skilagóð loysn. Tí fáa vit ikki góð og nýtilig [...] fólkaflokkin. Nú verandi fólkatingsmaður floksins kom fyrstu ferð á fólkating við gyltum lyftum um, at hann skuldi ikki leggja seg út í danskan politikk. Men onki annað føroyskt fólkatingsumboð hevur nakrantíð [...] ríkisrættarligu støðuni. Men vit vilja ikki hava loysing. Tann dag ein meiriluti av føroyingum velur loysing er støðan ein onnur. Tað nyttar onki framhaldandi at tosa um, hvat ein meiriluti møguliga helt í
føroying Ætlanin løgd var á myrkari nátt og mistreystið tað nú var sátt køvdi tað okkara móðurítrótt og fólkið tað tveitt varð á gátt Skuggaði stadion so fyri sól tí breytin um vøllin hon mól gævið tann dagur [...] dagur hann aldri upprann at sólin hon vann ikki fram Standið nú saman øll somul í dag tit fáið nú hetta í lag og beinið nú rennibreytina burt tí teir hava okkum ei spurt (Incognito)
Hanna Rubeksen og skotsterka Ann Hansen. Um tað so var skot frá vonginum, frá miðjuni, ja enntá brotskast, so tók kyndlamálverjin tað. Tað var fyrst og fremst hon, sum gjørdi, at Neistin ongantíð veruliga [...] serliga Ann Hansen sær dælt av. Tá so kyndlaverjan var eins agressiv, og neistaverjan var í steypafinaluni, og tí kyndlaliðið var meira uppsett enn nakrantíð, var sigurin í veruleikanum grundlagdur, longu áðrenn [...] áðrenn dysturin byrjaði. Hjá Neistanum var Inga Danberg enn eina ferð besti spælarin, men hóast hon gjørdi sítt besta, kundi hon ikki einsamøll vinna dystin fyri Neistan. Mildrið Jacobsen kom væl við á vonginum
Hesar lættkløddu genturnar vóru ikki sørt líkar teimum veruligu Spice Girls, og var tú staddur aftarlaga í salinum og hugdi niðan á pallin, so sást tú ikki, at hetta ikki vóru tær veruligu Spice genturnar [...] duga at upptraðka, og tað hevur ikki so lítið at siga! Súsanna Madsen Tað er eingin ivi um, at kollfirðingar eiga ein sera evnaríkan sangfugl í tí ungu Súsannu Madsen. Hon sang sangin »Unbreak my heart« [...] dansaðu og sungu væl, men tíverri megnaði teknikkurin ikki at fylla høllin nóg væl. Haldi tó ikki at áskoðarnir løgdu hetta til merkis, ið hvussu so er ikki mannfólkini. Teir vóru so hugtiknir av hesum ungu
ferðast runt á henda hátt? »Ja, avgjørt. Tá ið tú ferðast soleiðis, hevur tú ikki stundir til at fara út um kvøldarnar ella um dagin at brúka pengar. Haraftrat fáa vit jú alt goldið frá teimum ymsu fýri [...] Tað er bítandi kalt, og nógvur vindur er á parkeringsøkinum hjá Hotel Føroyum. Ikki so, tað er ikki nakað óvanligt fýri ein leygardag í februar. Men inni í fjálgu forhøllini á gistingarhúsinum sita nakrir [...] tvær væleyndaðar framførslur á Tvøroyri kvøldið fýri og sostatt ikki fingið tann stóra svøvnin, tí at tær skuldu jú við Smyrli norður aftur um morgunin. Men so skjótt sum at vit hava sessast, eru tær beinan
fólkaatkvøðuna um Amsterdam-sáttmálan áðrenn eitt val tí hann metti, at Poul Nyrup Rasmussen hevði lættari við, at fáa javnaðarveljararnar at atkvøða fyri Amsterdam-sáttmálanum. Men tað var nokk ikki á henda [...] møguligt, so tað vænti eg kemur upp á pláss. Verður annars tosað nógv um bankamálið í Fólkatinginum í løtuni? ? Nei, tað verður ikki nevnt við einum orðið. Tað er pressan sum setir dagsordanin í kjakinum [...] gera við málið í løtuni, so verður onki tosað um tað her inni heldur. Arbeiðsmarknaðurin og fólkaatkvøðan Av teirri orsøk heldur Jóhannes Martin Olsen ikki, at bankamálið er orsøk til at Poul Nyrup Rasmussen
eina bíbliu, um Victor ikki fór at umseta? Hans J. Joensen heldur, at »man við einum vissum rætti kann spyrja, hví Victor fór at týða, tá hann visti, at J. Dahl týddi« . Rætturin var nokk ikki so ógrundaður [...] Orsøkin er spurningur í sendingini »Víða um« í Útvarpi Føroya um hvussu tað ber til, at vit hava tvær týðingar av bíbliuni. Hans J. Joensen, biskupur svaraði hesum spurningi. Jógvan á Lakjuni hevur síðan [...] ógrundaður, tí sum øll vita, ið kenna eitt sindur til tíðina tá, so var jú danskt kirkjumál og skúlamál, so føroyskt hevði vánalig líkindi, og ikki vóru so góð útlit fyri, at vit fóru at fáa eina bíbliu í bræði
Sæð í hesum ljósi, haldi eg ikki, at føðingardagsgávan uppá kr. 5.000 var so skammiliga lítil, at hon ikki átti at verið latin. Í øllum førum ber ikki til at siga nakað um mentanarpolitikk Tórshavnar býráðs [...] burturúr. Ikki veit eg, hvussu stór gávan frá býráðnum átti at verið á tí runda degnum, skuldi hon verið hóskandi, men smbt. Sosialinum var hon altso ov lítil, alt ov lítil. Ja so skammiliga lítil, at hon ikki [...] Føroya-meistarar, sigur smbt. Sosialinum nakað um mentanarpolitikkin í kommununi. Her haldi eg, at Sosialurin fer skeivur. Tað ber ikki til at siga nakað um mentanarpolitikk Tórshavnar býráðs við at samanbera