Tóku teir Tórsvøll teir tápulingar
breytina býttu teir bygdu
vístu teir bert sínar longu-fingrar
fólkini burtur teir stygdu
Vit vilja varðveita vár vána vøll
háðandi hetta teir hildu
men fólkið stóð saman tey søgdu øll
spillið ætlan teirra snildu
Snúðu sær snildir sum sílið í á
svaraðu ei upp á spurning
forum teir bygdu til fólkini fá
hildu til rukku hvønn føroying
Ætlanin løgd var á myrkari nátt
og mistreystið tað nú var sátt
køvdi tað okkara móðurítrótt
og fólkið tað tveitt varð á gátt
Skuggaði stadion so fyri sól
tí breytin um vøllin hon mól
gævið tann dagur hann aldri upprann
at sólin hon vann ikki fram
Standið nú saman øll somul í dag
tit fáið nú hetta í lag
og beinið nú rennibreytina burt
tí teir hava okkum ei spurt
(Incognito)










