greinina í Dimmalætting. Larmandi tøgnin er kanska prógv um, at greinskrivarin hevur rætt, og at branding okkara er miseydnað? Er hetta so, so er talan um eina gølu, staðfestir blaðið í oddagrein. Bara eitt [...] kargongdin heldur fram. Føroyskur politikkur er turrgelt avmaktaður. Her er lítið at siga um einki og minni um nakað. Nada, sum Rudolf sigur. Men Katrin Petersen skal hava rós fyri at sýna ektaða passión [...] føroyingar tóku av tilboðnum og hvussu nógvan pening teir við hetta høvið genereraðu til útlendska skúlan. Tað eru pengar í næmingum, so hetta er marknaðarføring, ið munar. Tað løgna er at sama blað framhaldandi
enntá tosað við hann sama dag um málið. Men tað, sum eg ikki skilji, er at um hann kendi seg snýttan, tá hann sá sendingina, hví ringdi hann so ikki til mín og spurdi meg um hetta. Hví var neyðugt at skriva [...] - Hetta er ikki eitt privat mál millum meg og Jan Lamhauge. Tað er eitt alment mál. Um ein almennur stovnur manipulerar, so er tað eitt alment mál, og ikki eitt mál millum meg og Jan Lamhauge, sigur f [...] at hann ikki skilur hví Sjúrður Skaale ikki bara ringdi til hansara, um hann metti seg vera snýttan, tá hann hugdi eftir sendingini um Skattamálið. - Eg eri vísur í, at hann kendi myndirnar aftur beinanvegin
- Í pengum er talan um eitt lítið mál, einar 200.000 krónur, og teir hava roynt at fingið eina semju í lag, men fyri okkum er hetta nú eitt prinsippmál. Tað sigur Kristian Martin Rasmussen, nevndarformaður [...] Christian í Grótinum samtakinum, um rættarmálið millum skotskar myndugleikar og reiðaríið. Málið byrjaði í november 2014, tá sjóverjuskipið Hitra gav Christian í Grótinum boð um at sigla til Lerwick. Orsøkin [...] myndugleikar meta ikki, at føroysk skip hava loyvi at hagreiða fisk í ES-sjógvi, men mugu frysta fiskin. - Um tað var nakað annað mál, so høvdu vit langt síðan rindað bótina. Tað gera vit ikki nú, tí so góðtaka
Løgmaður sigur, at tingbólkurin hevur tikið avgerð um, at jeg ikki eri partur av tingbólkinum. Kann undirritaði fáa hesa avgerðina frá tingbólkinum, um nær og hvar tingbólkurin hevur tikið hesa avgerð, [...] r hava verið á skrá. Kann løgmaður greiða nærri frá, nær hetta eri fari fram? Løgmaður boðar eisini frá, at starvsnevndin hevur tikið avgerð um, at undirritaði ikki sleppur at stilla upp til næsta løgtingsval [...] nevndina. Eg hevdi fyrireika listan, so tú ert klarur í so Fall!” - Hetta eru orðini frá løgmanni í SMS boðunum til undirritaða. Hetta var eftir at undirritaði var koyrdur av javnaðarlistanum til kommunuvalið
øllum trimum sjúkrahúsum í morgin. - Eg eri lætnaður nógv kilo nú. Hetta er veruliga góð tíðindi, sigur Ronnie Midjord, ið greiðir frá, at um sjúkrarøktarfrøðingarnir fóru í verkfall, so hevði hann verið noyddur [...] alt fyri eitt. - Tær koma aftur til arbeiðis nú og tað skulu tær vera so hjartaliga vælkomnar til. Hetta hevur verið ræðuligt, men eg havi aldrin trúð, at tær fóru at leggja sjúkrahúsini lamin. Tí eg veit
og Stelkur. Teir eru beinari. Hvønn týdning tað hevur – ella um tað hevur nakran týdning - dugi eg ikki at siga. Men alt bendir á, at hetta eru ógvuliga rólig skip í sjónum . Á veg heim úr Spaniu hevði [...] nakrar “barnasjúkur”, sum rættast má upp á, áðrenn verulig gongd kemur á. Talan er um nøkur ting, sum mugu justerast, men hetta eru ikki brek, sum hvørt sær taka so langa tíð. - Eg vænti kortini, at tað mesta [...] fiskurin er virkaður. Kristjan Karl sigur, at nýggju skipini hava tvær kryvjimaskinur hvørt, og hetta lættir nógv um hjá manningini, umframt at fiskurin kemur nógv skjótari í ís. - Menn kundu standa upp í samdøgur
Tí var tað ein spurningur um hann kláraði at egna so mikið, at hann kundi fara avstað aftur longu sama kvøldið. -Tað veldst alt um, hvat eg klári sjálvur. Ja, nú eg hugsi meg um, so eigi eg tríggjar stampar [...] húsum í gjárkvøldi, og eg setti um 10-tíðina. Eg hevði bara seks stampar við, so eg sigldi ikki so langt. Eg var aftur her mitt í nátt ? eg veit ikki, kanska einaferð um 5-tíðina. -Síðani fór eg til hús [...] Sjáldan langt úti Ein so royndur útróðrarmaður sum Benadiktus veit sjálvandi nógv um streym og vind. Men eisini ein heilan hóp um tey góðu miðini. Hevur hann so nøkur mið, sum hann ofta søkir við Havørnini?
hvørt ár. - Hetta er ein lítil kanning yvir eitt fimm ára skeið, og tískil kann talið á fólkum, ið fáa staðfest eina stoffskiftisssjúku um árið, verða skiftandi, men kanningin vísir, at um árið fáa í meðal [...] árum síðani. - Upp á nógvar mátar er hetta ein ósjónlig sjúka. Tú sært ikki á øllum, ið hava eina stoffskiftissjúku, at tey eru sjúk, og av tí at sjúkueyðkennini minna um strongd, eru tað fleiri, ið ikki lata [...] trupult at taka sjúkuavgerðina, men er illgruni um stoffskiftissjúku, er lætt at staðfesta hana við eini blóðroynd. Sjúkueyðkenni fyri ov lágt stoffskifti Tekin um sjúku koma ofta so líðandi, og við hvørt gongur
Demokratia harmast støðuna, men sigur, at hetta prógvar nøkur ting. - Hví kvinnurnar ikki stilla upp, er torført at siga. Men eg haldi hetta prógvar, at vit mugu kanna hetta økið nærri, tí tað kann ikki passa [...] kanska ikki ynskja at taka ábygd á sama hátt sum menn. - Vit vita tað er eitt mansdominerað fak vit tosa um, og tað kann vera, at kvinnur bara ikki eru nóg uppsettar uppá at taka ábyrgd og stýra, sigur Marna
11 tímar um samdøgrið, og harav skulu seks tímar verða samanhangandi. - Kravið til hvílitíð ella frítíð er, at tá vikan er úti, skal manningin hava havt 77 tímar hvíld ella 11 tímar hvíld um samdøgrið [...] Borðoy vísir á, at hetta er høvuðsreglan. Sjálvandi ber eisini til at bróta vakt, men tá vikan er úti, eigur tímatalvan at vísa, at tú hevur havt 77 tímar hvíld ella frívakt. - Hetta kann ljóða lætt, men [...] siglast, og tí er einasti máti at økja um manningartalið. Stjórin í Navit sigur, at tað, sum ofta hendir, er, at tá menn skulu skráseta sína hvílitíð, so verður lopið um onkrar av eykavaktunum, so tað ikki