- Er nú eitt prinsippmál

- Í pengum er talan um eitt lítið mál, einar 200.000 krónur, og teir hava roynt at fingið eina semju í lag, men fyri okkum er hetta nú eitt prinsippmál.


Tað sigur Kristian Martin Rasmussen, nevndarformaður í Christian í Grótinum samtakinum, um rættarmálið millum skotskar myndugleikar og reiðaríið.


Málið byrjaði í november 2014, tá sjóverjuskipið Hitra gav Christian í Grótinum boð um at sigla til Lerwick. Orsøkin var, at skotsku myndugleikarnir mettu, at skipið hevði brotið ES lóggávu fyri fiskiskap. Seinni er vorði greitt, at skotskir myndugleikar meta ikki, at føroysk skip hava loyvi at hagreiða fisk í ES-sjógvi, men mugu frysta fiskin.


- Um tað var nakað annað mál, so høvdu vit langt síðan rindað bótina. Tað gera vit ikki nú, tí so góðtaka vit, at vit ikki hava loyvið at framleiða í ES-sjógvi, og tað meta vit, at vit hava rætt til, sigur Kristian Martin Rasmussen.


Hóast tað eru fleiri ár síðan, at hald varð lagt á skipið, so hevur málið enn ikki verið fyri rættinum, men er rættarfundur nú settur at vera 14. mai.


Málið var á skrá í november 2016, men varð fundurin avlýstur, tí mjørki á flogvøllinum gjørdi, at ákærin úr
Edinburgh ikki fekk møtt.