- Er ikki eitt privat mál

- Hetta er ikki eitt privat mál millum meg og Jan Lamhauge. Tað er eitt alment mál. Um ein almennur stovnur manipulerar, so er tað eitt alment mál, og ikki eitt mál millum meg og Jan Lamhauge, sigur fólkatingslimurin og leggur afturat.


Tað sigur Sjúður Skaale, fólkatingslimur fyri Javnaðarflokkin, tá hann verður spurdur um viðmerkingar, ið Jan Lamhauge, journalistur í Kringvarpinum, hevur til orðadráttin millum teir báðar í samrøðu við Vikuskiftis-Sosialin.


Við blaðið sigur Jan Lamhauge nevniliga, at hann ikki skilur hví Sjúrður Skaale ikki bara ringdi til hansara, um hann metti seg vera snýttan, tá hann hugdi eftir sendingini um Skattamálið.


- Eg eri vísur í, at hann kendi myndirnar aftur beinanvegin. Sjúrður Skaale visti væl av, at vit vóru í Hafnia og filmaðu framløguna. Eg hevði enntá tosað við hann sama dag um málið. Men tað, sum eg ikki skilji, er at um hann kendi seg snýttan, tá hann sá sendingina, hví ringdi hann so ikki til mín og spurdi meg um hetta. Hví var neyðugt at skriva fleiri lesarabrøv um tað, øsa alt upp og leggja trýst á leiðsluna, spyr Jan Lamhauge í greinin.


Til ber at lesa alla samrøðuna við Jan Lamhauge í Vikuskiftis-Sosialinum, ið fæst til keyps í sølubúðum kring alt landið.