Tað kom heldur óvart á Demokratia, at so fáa kvinnur eru uppstillaðar til býráðsvalið, tá ið listarnir vórðu latnir inn týskvøldið.
Marna Jacobsen, forkvinna í Demokratia harmast støðuna, men sigur, at hetta prógvar nøkur ting.
- Hví kvinnurnar ikki stilla upp, er torført at siga. Men eg haldi hetta prógvar, at vit mugu kanna hetta økið nærri, tí tað kann ikki passa, at føroyskar kvinnur eru so nógv øðrvísi enn kvinnur aðrastaðni, sigur Marna Jacobsen.
Hon vísir á, at ein munur í Føroyum kann vera, at kvinnur framvegis standa við ábyrgdini av tí húsliga arbeiðinum.
- Og tíverri mugu vit staðfesta, at vit eru ikki komin nóg langt á javnstøðuøkinum, tá ið umræður húsligu ábyrgdina, sigur Marna Jacobsen.
Víðari sigur hon, at kvinnur kanska ikki ynskja at taka ábygd á sama hátt sum menn.
- Vit vita tað er eitt mansdominerað fak vit tosa um, og tað kann vera, at kvinnur bara ikki eru nóg uppsettar uppá at taka ábyrgd og stýra, sigur Marna Jacobsen.
Hon vísir á, at síðsta orðið vónandi ikki er sagt í hesum máli, tí vónandi skal tað kannast nærri.