- Eg ivist í, um nakað skip, sum bara siglir í Føroyum, heldur hvílireglurnar.
So avgjørdur er Lassi Borðoy, stjóri í Navit, sum er skeiðsfyritøka, ið millum annað bjóðar trygdar-og heilsuskeið til sjófólk.
Núverandi hvílireglur siga, at manningin skal halda frí 11 tímar um samdøgrið, og harav skulu seks tímar verða samanhangandi.
- Kravið til hvílitíð ella frítíð er, at tá vikan er úti, skal manningin hava havt 77 tímar hvíld ella 11 tímar hvíld um samdøgrið. Samstundis er kravið, at onnur frívaktin skal vera í minsta lagi seks tímar.
Lassi Borðoy vísir á, at hetta er høvuðsreglan. Sjálvandi ber eisini til at bróta vakt, men tá vikan er úti, eigur tímatalvan at vísa, at tú hevur havt 77 tímar hvíld ella frívakt.
- Hetta kann ljóða lætt, men bróta menn vakt, so ber ikki til bara at geva teimum frí. Skipið skal jú siglast, og tí er einasti máti at økja um manningartalið.
Stjórin í Navit sigur, at tað, sum ofta hendir, er, at tá menn skulu skráseta sína hvílitíð, so verður lopið um onkrar av eykavaktunum, so tað ikki sæst á vaktartalvuni, at teir ikki halda reglurnar um hvílitíð.
- Vit sjómenn eru so loyalir móti reiðarunum. Vit eru so bangnir fyri at missa arbeiðið, at vit eru til reiðar at bróta hvílitíðina, so reiðaríini kunnu spara ein mann ella báðar tveir, heldur Lassi Borðoy.
Hann leggur aftrat, at á nógvum føroyskum skipum ganga teir seks og seks tímar, og á pappírinum fært tú seks tímar samanhangandi frí, men í roynd og veru skal tú kanska skaffa áðrenn, skifta klæði og annars gera teg kláran.
Norðurlendska Maskinmeistarfelagið stúrir nevniliga fyri, at reiðaríini framhaldandi manna síni skip soleiðis, at arbeiðstakarar slaka í krøvunum um arbeiðshvíld, eitt nú tá teir ganga seks og seks tímar vakt.
Tað er nýggjasta útgávan av Mið & Magn, ið Føroya Skipara-og Navigatørfelag og Maskinmeistarafelagið geva út, sum ber hesi tíðindi.










