Men klaksvíkingar dugdu betur at gera mál, og tískil ognaðu teir sær trý stig afturat og eru nú næstovast í 2. deild. Í fyrra hálvleiki lukkaðist alt hjá KÍ, og dysturin var bert tríggjar minuttir gamal [...] Petersen setti høvdið á til 2-0. Og 11 minuttir eftir tað var tað aftur Allan Joensen, sum setti ferð á, rak framvið málmanninum og økti til 3-0. Góð byrjan hjá heimaliðnum, sum er væl fyri við spælarum, harav [...] fløtu B36-verjuni og skoraði til 1-0. Tíggju minuttir seinni lá bólturin aftur í B36-málinum. KÍ hevði hegnisliga broderað seg ígjøgnum í vinstru síðu. Poul Juul Wilhelmsen sendi innfyri, og Sørin Petersen
eitt nú Eli Hentze, Waldemar Nowicki og Jóan Petur Clementsen, og leygardagin vóru Rúni í Soylu og Jógvan Jón Petersen eisini við. Men liðið er sum heild ungt og hevur tíðina fyri sær. Sandoyingar skulu [...] Hvalba, og einki kundi setast á sigurin hjá heimaliðnum. Tað vóru ikki nógvir heilt opnir kjansir í dystinum, men Royn hevði teir flestu, sum vóru. Í fyrra hálvleiki høvdu bæði Jákup Midjord og Alexander [...] Milan, sum úr 25-30 metrum langaði til, og bólturin endaði úti í síðunetinum til 1-0. Seinni hálvleikur var bert eini fimm minuttir gamal, tá 1-0 bleiv til 2-0. Aftasti maður hjá Royn, Poul Poulsen, var
Kurt Mørkøre og Símun Waag Høgnesen ger ikki nógv mistøk, miðvallargeneralurin Marek Wierzbicki hevur í Arnoldi og Jan Joensen tveir góðar loytnantar, og úti í síðunum eru Harley Bertholdsen og John Hansen [...] við ongum, tá landskappingin endar, fingu øll, sum vóru í Klaksvík og hugdu sunnudagin, eina sera góða ábending um. NSÍ var og vitjaði, og fyri aðru ferð á rað fóru fýra mál ígjøgnum í skeiva endanum. At [...] fyri sunnudagin og gjørdi tvey av málunum hjá klaksvíkingum. Tað fyrsta kom, tá góðir 25 minuttir vóru spældir. Bólturin varð sendur innfyri úr vinstru síðu, og har stakk Rógvi høvdið fram og stútaði framvið
við afturgongd, er lýggjari rák at merkja í búskapargongdini og samfelagnum annars. Og rakstrarárið hjá SEV hildnaðist væl, verður sagt, og framleiðsluvøksturin varð bert 0,5%. ? Hóast elprísurin aftur [...] stendur í ársfrágreiðingini. Og óhapp hava eisini verið í 97. Norðuri á Strond eru nýtt turbinuaggregat og nýggj rørleiðing tikin í nýtslu, ein kostnaður uppá 12,5 mió. kr., og minni generatorurin á Fossáverkinum [...] størri og hesi krøv skulu vit ganga á møti. Felagið mennast ? Í praksis merkir hetta, at vit skulu menna felagið til betri kundatænastu gjøgnum orkuráðgeving til virkir og vanliga húsarhaldið og ráðgeving
kvinnum sum heild og hvussu týdningarmikið tað er at vita, hvat lønin er ásett eftir. Noreg hevur havt javnstøðulóg í 20 ár, men javnstøðuráðið í Noregi fær framvegis klagur um ólíka løn, og talið letur ikki [...] lívið ? lívsleiðina ? hjá monnum og kvinnum. Og niðurstøðan er, at kvinnur eru verri fyri, tá ið roknistykkið verður gjørt upp. Tær enda á lægri lønarstigi, fáa lægri pensjón og so framvegis. Anne Lise Ryel [...] vaktir, forskotna arbeiðstíð, vikuskifti og so framvegis. Lønarskipanin hóskar illa til eitt kvinnulív, tí tað er framvegis hon, sum hevur ábyrgdina av børnum og familju. Fjald starvsheiti Ymiskir titlar
partabrævabýtið varð framt, og ikki hevði nóg gott gjaldføri og solvens til at lúka lógarinnar krøv. Den Danske Bank játtaði longu tann 20. januar 1998 - uttan prejudice og uttan at viðurkenna nakra l [...] umstøðum: fyrst og fremst hevur samfelagsbúskaparliga gongdin yvirhøvur verið góð, men tað hevur eisini havt stóran týdning, at bankin verður rikin effektivt, og at samanleggingin av Føroya Banka og Sjóvinnubankanum [...] í 1992 og 1993, vegna tey sera dapru búskaparligu útlitini, sum tá vóru. Gongdin hevur verið positiv í 1995, 1996 og ikki minst í 1997. Tað er serliga tann góði fiskiskapurin undir Føroyum og teir góðu
fingið NSÍ á vitjan, og har var ongantíð ivi um úrslitið, hóast tað bert bleiv til 2-0. Málini gjørdu Teresa Johnsson og Annika Godtfred, sum nú hava skotið trý mál í part í 1. deild og eru toppskjúttar í [...] seks lið. Í ár eru sjey lið við í deildini, og tað merkir, at hvørt vikuskifti er eitt lið, sum hevur frí. Í fyrsta vikuskiftið var tað KÍ og sunnudagin LÍF, og hesi bæði liðini hava sostatt spælt ein dyst [...] sum miseydnaðist, og Teresa Johnsson bleiv púra leys. Og tíggju minuttir seinni økti Annika Godtfred við langskoti. NSÍ hevði sum heild ilt við at fylgja við skjóta HB-spælinum, og heimaliðið hevði greiða
taldar sum vanligar, og talið av teimum er óavmarkað. Ein liberospælari kann ikki vera partur av vanligum útskiftingum og kann bert skiftast út ella inn, tá bólturin ikki er í spæli og áðrenn tað verður bríkslað [...] verða settar í gildi á heimsstøði, og fyri Føroyar merkir tað, at tær verða tiknar í nýtslu frá byrjanini av kappingarárinum 1999/2000. Mest kollveltandi broytingin ? og tað er av sonnum ein kollveltandi [...] reglurnar eru: A) Troyggjur og buksur skulu ikki vera »leysar«, men skulu fylgja kropslinjuni. B) Eingi tøl skulu vera á ermunum, men á høgra beini av buksunum. C) Landsins flagg og navn skal standa á troyggjuni
gera kunngerðir (§ 12, stk. 6, § 13, § 14, stk. 2 og 3, § 16, stk. 4 og 5, § 20, § 21 og § 24, stk. 4). Kunngerðir verða gjørdar við heimild í lóg, og talan er altíð um, at ein fyrisitingarmyndugleiki [...] heimild, og má stovnurin tí verða at rokna sum ein fyrisitingarmyndugleiki. - ALS kann útvega sær upplýsingar frá Toll- og Skattstovu Føroya og frá Almannastovuni, ?til nýtslu í sambandi við útrokning og eftirlit [...] 1997: - skuld mótvegis ALS kann krevjast inn við panting (§ 9, stk. 2 og § 12, stk. 3). Panting hoyrir undir fyrisitingarrættin, og viðvíkir altíð krøvum frá tí almenna mótvegis borgara. Hevur stovnur rætt
vera ein, ið hjálpir til, men vera ein sum kennir og tekur ábyrgd í øllum tættum. Líka løn Hóast Danmark hevur havt javnstøðulóg í 20 ár, fáa kvinnur og menn ikki líkaløn. Í miðal er lønin hjá kvinnum 89% [...] høgum størvum í stati, kommunum og privatu vinnuni sita í miðal enn bara umleið 10% kvinnur. Eisini í pensjónsviðurskiftum er stórur ójavni millum kynini. Hóast ein kona og ein maður gjalda sama krónutal [...] Javnstøðuráðið hevur júst givið eina bók út um pensjónsviðurskifti, "Pension lige nu og fremover. Hvidbog om kvinders og mænds erhvervstilknyttede pensionsforhold". Munurin í pensjónsútgjaldi kann vera millum