Grundarlag er fyri at privatisera bankan

Ársfrágreiðingin hjá Fíggingargrunninum er komin og har stendur m. a. at lesa, at ein arbeiðsbólkur hjá nevndini í grunninum heldur, at tað er grundarlag fyri at privatisera Føroya Banka uttan at einstakir partaeigarar fáa ov stóra ávirkan. Sami arbeiðsbólkur skjýtur upp, at partabrøvini verða børsnoteraði á Københavns Fondsbørs, fyri at royna at fáa eina trygga virðisáseting

Fíggingargrunnurin frá 1992 hevur nú givið út ársfrágreiðing og ársroknskap sín. Umframt vanligt tilfar hevur frágreiðingin eitt brot um gongdina í bankamálinum, eftir at kanningarnevndin hevur greitt úr hondum sína frágreiðing, og eisini eitt brot við einari frágreiðing um ein møguligan framferðarhátt til normalisering av ognarviðurskiftunum í Føroya Banka.


Føroya Banki 1997

Føroya Banki hevði eitt sera gott ár í 1997. Avlop bankans fyri skatt var 372 mió. kr. Bankin hevur sostatt triðja ár á rað eitt stórt avlop.

Ein sera týðandi partur av avlopinum, 258 mío. kr. stavar frá afturfluttum upphæddum, sum fyrr hava verið burturlagdar. Tann vanligi raksturin hevur tó eisini givið eitt nøktandi avlop, nevniliga 114 mió. kr.

Eginpeningur bankans var við ársenda 1997 828 mió. kr., ið svarar til ein solvens upp á 33,5%. Bankin er sostatt væl konsolideraður. Positiva gongdin í bankanum stendst av fleiri umstøðum: fyrst og fremst hevur samfelagsbúskaparliga gongdin yvirhøvur verið góð, men tað hevur eisini havt stóran týdning, at bankin verður rikin effektivt, og at samanleggingin av Føroya Banka og Sjóvinnubankanum hevur gjørt tað møguligt at minka rakstrarkostnaðirnar munandi.

Tey góðu úrslitini hjá Føroya Banka hava við sær, at stórar upphæddir verða goldnar landskassanum sum vinningsbýti, útlutaður partapeningur og felagsskattur. Í 1997 lat bankin 17,5 mió. kr. í vinningsbýti, 150 mió. kr. vórðu lutaður út til partaeigararnar, tí partapeningurin varð skrivaður niður við 75 mió. kr. til kurs 200, og at end er felagsskatturin, sum bankin skal gjalda, roknaður til 29 mió. kr. fyri roknskaparárið 1997.

Gongdin í rakstrarúrsliti bankans er ein spegilsmynd av generellu búskaparligu gongdini í Føroyum. Tað er hon, ið hevur gjørt tað møguligt at afturflyta stórar upphæddir, sum fyrr hava verið burturlagdar í 1992 og 1993, vegna tey sera dapru búskaparligu útlitini, sum tá vóru. Gongdin hevur verið positiv í 1995, 1996 og ikki minst í 1997. Tað er serliga tann góði fiskiskapurin undir Føroyum og teir góðu fiskaprísirnir, sum hava gjørt sítt til hetta. Henda gongdin sær út til at halda fram í 1998. Góð grund er tó til at vera eitt sindur ivasamur um, hvussu haldgóð búskapargongdin er, tí veiðan serliga av toski stórliga fer upp um tað, sum fiskifrøðingar ráða til. Eisini tann ógreiða støðan viðvíkjandi afturgjalding av tí stóru almennu skuldini ger, at búskaparligu útlitini eru óviss.


Kanningarnevndarfrágreiðingin um føroyska bankamálið

Umstøðurnar, sum gjørdu seg galdandi, tá stigini, sum førdu til stovnsetingina av Føroya Banka tann 1. januar 1994, vórðu tikin, eru viðgjørdar gjølla í kanningarnevndarfrágreiðingini, sum kom út tann 16. januar 1998.

Ársfrágreiðingin hjá fíggingargrunninum hevur eitt brot um kanningarnevndarfrágreiðingina og um tey stig, sum fíggingargrunnurin hevur tikið grundað á kanningarnevndarfrágreiðingina (áðrenn redaktiónin av hesi frágreiðing varð endað tann 30. apríl 1998).

Núsitandi nevnd í fíggingargrunninum leggur tó dent á at gera sítt til, at føroyska samfelagið fær endurgjald fyri tap, sum hava staðist av, at Føroya Banki ikki hevði nóg stórar burturleggingar, tá ið partabrævabýtið varð framt, og ikki hevði nóg gott gjaldføri og solvens til at lúka lógarinnar krøv.

Den Danske Bank játtaði longu tann 20. januar 1998 - uttan prejudice og uttan at viðurkenna nakra løgfrøðiliga binding - at vilja tosa um endurgjald, um ein kanning vísti, at tapini høvdu verið størri frá 1993 til 1997 á engagementum í Føroya Banka enn í Sjóvinnubankanum.

Tá ið kanningarnevndarfrágreiðingin kom út, var fíggingargrunnurin til reiðar við hjálp frá løgfrøðiligum og grannskoðanarligum sakkunnleika at gera eina skjóta meting av fylgjunum. Nevndin í grunninum kundi tann 30. januar gera hesa meting og leggja hana fyri Føroya Landsstýri.

Landsstýrið boðaði tó frá, at tað í fyrstu atløgu heldur, at talan er um eitt mál, sum landsstýrið og danska stjórnin skulu samráðast um. Í Danmark endaði eitt spurnarorðaskifti í fólkatinginum tann 27. januar 1998 við einari samtykt, ið m.a. heitir á stjórnina um í samstarvi við landsstýrið at kann amøguleikarnar fyri at gera krav galdandi mótvegis Den Danske Bank.

Vegna val í Danmark og í Føroyum eru politisku samráðingarnar um, hvussu ein skal handfara teir endurgjaldsspurningar, sum kanningarnevndarfrágreiðingin gevur grundarlag fyri, vorðnar útsettar. Fyrningin av hesum krøvum hevði annars, eftir at partarnir høvdu avtalað eina útseting, verið íkomin tann 30. apríl 1998.

Við tí høvuðsmáli at bróta fyrningina uttan samstundis at forða fyri møguleikanum fyri, at partarnir kunnu samráðast, stevndi landsstýrið tann 27. apríl 1998 ta donsku stjórnina og Den Danske Bank við kravi um, at tey stevndu in solidum skulu gjalda eina upphædd, ið svarar til omanfyri nevndu kapitalveiting í 1993 til Føroya Banka + rentur av teimum lánum, sum landsstýrið hevur tikið fyri at fíggja hesa kapitalveiting. Tað er vorðið kunngjørt, at danska stjórnin fyri sín part fer at gera regres galdandi mótvegis Den Danske Bank.

Av tí at fíggingargrunnurin var tann, sum við partabrævabýtinum varð eigari av Føroya banka, kennir hann tað sum sína skyldu at stevna Den Danske Bank. Grundarlagið fyri tey krøv, sum fíggingargrunnurin setir í stevningini, er somuleiðis krav um endurgjald fyri ta ógvuliga stóru upphædd, sum fíggingargrunnurin við fígging frá landsstýrinum, mátti veita Føroya Banka í 1993. Fíggingargrunnurin hevur gjørt avtalu við sínar stovnarar - donsku stjórnina og føroyska landsstýrið - um sínámillum útseting av fyrningini fyri slík krøv, sum grundað á partabrævabýtið, møguliga kunnu fara at koma undan kavi í tí sakarmáli, sum stendur fyri.


Framtíðar ognarviðurskifti bankans

Í felagsfráboðanini frá 3. november 1995 eru Føroya Landsstýtri og danska stjórnin samd um, at fíggingargrunnurin sum frálíður ikki skal eiga Føroya Banka.

Tað er eitt politiskt val, hvørt hetta skal gerast við at flyta ognarrættin til ein annan almennan stovn ella við fullari ella partvísari privatisering. Í síðstnevnda føri verða fleiri spurningar, sum krevja nærri kanning. Í fyrstu atløgu gevur flyting av ognarrættinum til ein annan almennan stovn ikki stórvegis trupulleikar. Nevndin í fíggingargrunninum hevur tó ta fatan, at hetta eigur at verða gjørt, so okkurt slag av grunni framvegis verður fríholt millum politisku skipanina og leiðslu bankans.

Tískil setti nevndin í fíggingargrunninum ein arbeiðsbólk, sum fekk til uppgávu at greina teir trupulleikar, sum eru við einari privatisering og at gera uppskot til, hvussu hesir trupulleikar kunnu loysast.

Frágreiðingin frá arbeiðsbólkinum er ein partur av ársfrágreiðing fíggingargrunsins. Hon fevnir m.a. um eina lýsing av gongdini í hinum norðurlondunum. Har er gongdin í høvuðsheitum tann, at tað almenna miðar móti at minka sín ognarpart niður í onki.

Í brotinum um Norðurlond er eisini ein samanburður av burturleggingum, tapum og almennum stuðuli í Norðurlondum undir bankakreppunum 1991-1993. Ein merkisverdur munur er millum Føroyar øðrumegn og hini norðurlondini hinumegin. Í hinum norðurlondunum hava samanløgd tap og burturleggingar verið 5-10% av bruttotjóðarúrtøkuni fyri eitt ár (1991), í Føroyum hava tey verið meira enn tveir triðingar. Almenni stuðulin gongur úr 0,4% (Danmark) upp í 8,1% (Finland), men í Føroyum hevur hann verið út móti helminginum av bruttutjóðarúrtøkuni fyri eitt ár.

Sum eitt óbeinleiðis mát fyri, hvussu langt føroyska bankakervið er komið burtur frá hesari vanlukku støðu, kann nevnast, at vøksturin í eginpeningi bankans, kapitalútlutanir, útgoldið vinningsbýti og goldin skattur eftir tann 31. desember 1993, tilsamans eru út móti 20% av bruttotjóðarúrtøkuni í 1996.

Í frágreiðingini er harumframt eitt serstakt brot um Føroya Banka, sæddur sum ein partur av føroyska peningastovnasektorinum og um gongdina í hesum sektori síðani kreppuna í 1990. Partur bankans er minkaði fyri útlán og innlán frá 1990 til 1996, men partvíst eru tekniskar orsøkir til hesa gongd.


Uppskot bólksins

Grundað á hesar upplýsingar um veruligu viðurskiftini hevur arbeiðsbólkurin - við sakkønari hjálp frá fíggjarliga ráðgevarfelagnum Aros Securities - gjøgnumgingið og mett um møguleikarnar fyri at fremja eina privatisering av Føroya Banka.

Fíggingargrunnurin er gingin út frá, at tað er eitt ynski millum føroyingar, at ein stakur partaeigari ella bólkur av partaeigarum ikki verður loyvdur at fáa eina dominerandi støðu millum eigararnar, og at ein stórur føroyskur áhugi eigur at verða varðveittur í bankanum.

Um privatiseringin búskaparliga sæð skal ganga væl, er tað neyðugt at partabrøvini kunnu seljast til eina nøktandi kurs. Av tí at kapitalmarknaðurin er so avmarkaður kann tað vera trupult at sameina hesi ymisku atlit, men arbeiðsbólkurin heldur, at tað ber til við at bjóða partabrøvini út í stigum, samstundis sum at ásettar verða avmarkingar í atkvøðurættinum fyri at forða fyri at stakir partaeigarar verða dominerandi.

Arbeiðsbólkurin skjýtur harumframt upp, at partabrøvini verða børsnoteraði fyri harvið at royna at fáa eina trygga virðisáseting gjøgnum javna sølu á einum kontrolleraðum marknaði. Bólkurin vísir á Københavns Fondsbørs sum eitt natúrligt noteringsstað fyri ein peningastovn, sum gongur eftir donsku banka- og sparikassalógini og sum ger roknskapir í donskum krónum.

Um politisku myndugleikarnir gera av at privatisera Føroya Banka í stigum má ein rokna við, at fíggingargrunnurin ella onkur annar almennur grunnur leingi aftrat fer at vera ein týðandi partaeigari í bankanum. Ein fer tó kortini í stóran mun at kunna fáa fyrimunin av einari privatisering, og arbeiðsbólkurin nevnir serliga tvey viðurskifti av stórum týdningi.

Tað fyrsta er, at P/f Føroya Banki er nógv tað størsta partafelagið í Føroyum. Bankin hevur handilssamband við nógv tann størsta partin av vinnufyritøkunum í Føroyum og við meira enn helvtina av øllum húsarhaldum. Føroya Banki tykist tí at hava fortreytir fyri at kunna gerast eitt »fólka-partafelag«. Bankin er eitt sera kensluligt barometur fyri búskapargongdin í Føroyum. Tað er tí nærliggjandi at halda, at partaeigararnir við einum virknum eigaraskapi í Føroya Banka fara at hava eitt størri engagement og kenslu av størri medábyrgd fyri búskapargongdini í Føroyum.

Tað næsta hongur saman við nevndini, sum í 1997 fekk sum uppgávu at kanna, hvussu ein í Føroyum kann seta á stovn ein marknað fyri váðafúsan (parta-)pening, grundað á handilslig mál. Ein heppin privatisering av p/f Føroya Banka hevði kunnað medvirka til at skapt tað medvitið um váðafúsar, handilsligar íløgur, sum ein má halda er ein treyt fyri, at ein í Føroyum kann stovnseta ein veruligan kapitalmarknað, sum fer at kunna vera við til at geva eina harðliga tiltrongda bøting av kapitalgrundarlagnum í vinnuni stendur í tíðindaskrivi frá Fíggingargrunninum.