Eitt høvuðsevni í sambandi við javnstøðu er spurningurin um, hvussu arbeiðslív og familjulív hanga saman. Á fundinum, sum norðurlendsku javnstøðunevndirnar skipaðu fyri um vikuskiftið í Føroyum, tosaði Inge Galamba, avgreiðslustjóri í javnstøðuráðnum í Danmark um henda spurningin.
Barnsburðarfarloyvið er 24 vikur, og pápin hevur rætt til 14 dagar farloyvi í sambandi við barnsburðin. Frá 15. til 24. viku er valfrítt, um mamman ella pápin eru í farloyvi. Í 1997 valdu bara 2,5 % av monnum henda møguleikan, og tað hongur ivaleyst saman við lønini, sum er ógvuliga lág, bert 60% av arbeiðaramannalønini.
Frá 1. apríl í fjør hava pápar havt høvi at taka frí í tvær vikur eftir at tær 24 vikurnar eru farnar. Taka teir ikki av tilboðnum, fellur tað burtur. Enn fyriliggja eingi tøl um hesi viðurskifti.
Endamálið við hesi skipanini við at draga pápan inn í lívið hjá barninum, er at gera hann virknan í familjuni. Hann skal ikki bara vera ein, ið hjálpir til, men vera ein sum kennir og tekur ábyrgd í øllum tættum.
Líka løn
Hóast Danmark hevur havt javnstøðulóg í 20 ár, fáa kvinnur og menn ikki líkaløn. Í miðal er lønin hjá kvinnum 89% av lønini hjá monnum. Í høgum størvum í stati, kommunum og privatu vinnuni sita í miðal enn bara umleið 10% kvinnur.
Eisini í pensjónsviðurskiftum er stórur ójavni millum kynini. Hóast ein kona og ein maður gjalda sama krónutal í pensjón í líka langa tíð, fær maðurin størri upphædd útgoldna, tí pensjónskassarnir siga, at kvinnurnar liva longri og mugu sostatt fáa minni fyri hvørt útgjald. ES hevur noytt Danmark at fáa hesi viðurskiftini uppá pláss soleiðis, at kvinnur ikki skulu fáa útgoldið minni í pensjón, tí tær hagtalsliga liva longri enn menn.
Sama er galdandi viðvíkjandi arbeiðsføri. Kvinnur noyðast at gjalda munandi meiri enn menn, tí tær verða oftari óarbeiðsførar.
Javnstøðuráðið hevur júst givið eina bók út um pensjónsviðurskifti, "Pension lige nu og fremover. Hvidbog om kvinders og mænds erhvervstilknyttede pensionsforhold". Munurin í pensjónsútgjaldi kann vera millum 2000 til 4000 krónur um mánaðin.
Konufólk, sum í tíðarskeið hava verið burturi av arbeiðsmarknaðinum til dømis í barnsburðarfarloyvi, gjalda minni í pensjónsgrunnar. Tá ið saman um kemur fáa tær tí eisini minni útgoldið í pensjón. Tí verður arbeitt fram ímóti, at fólk ikki skulu missa rættindi, tá ið tey eru burturi av arbeiðsmarknaðinum í farloyvi.