Við trimum málum í fyrra helmingi av fyrra hálvleiki eydnaðist tað næstbesta liðnum hjá KÍ at vinna á næstbesta liðnum hjá B36 í Klaksvík leygardagin.
KÍ var betri í fyrra hálvleiki, meðan B36 tók yvir í seinna. Men klaksvíkingar dugdu betur at gera mál, og tískil ognaðu teir sær trý stig afturat og eru nú næstovast í 2. deild.
Í fyrra hálvleiki lukkaðist alt hjá KÍ, og dysturin var bert tríggjar minuttir gamal, tá Allan Joensen setti hol á. Fyrrverandi landsliðsspælarin rann nakað úti í vinstru síðu frá fløtu B36-verjuni og skoraði til 1-0.
Tíggju minuttir seinni lá bólturin aftur í B36-málinum. KÍ hevði hegnisliga broderað seg ígjøgnum í vinstru síðu. Poul Juul Wilhelmsen sendi innfyri, og Sørin Petersen setti høvdið á til 2-0.
Og 11 minuttir eftir tað var tað aftur Allan Joensen, sum setti ferð á, rak framvið málmanninum og økti til 3-0. Góð byrjan hjá heimaliðnum, sum er væl fyri við spælarum, harav fleiri liggja upp móti 1. deildarstøði.
B36 tók yvir
Seinni hálvleikur bleiv ikki sum tann fyrri. Nú var tað B36, sum setti dagsskránna, og við Finn Mørk sum primus motor varð eitt øgiligt trýst lagt á KÍ. Havnarmenn høvdu spælið sum var, meðan klaksvíkingar lúrdu upp á kontraálop.
B36-trýstið gav úrslit, tá 18 minuttir vóru spældir av seinna hálvleiki. Tveir KÍ-arar fóru eftir einum høgum bólti, men teir rendu saman, og í staðin endaði bólturin hjá Gunnari Nielsen, sum púra leysur takkaði fyri og minkaði til 3-1.
B36 trýsti áhaldandi fyri at fáa okkurt burtur úr dystinum, men broddurin fór av, tá Finn Mørk varð rikin av vølli fyri hevnisøku móti Andreas Josephsen, sum í somu atløgu fekk gula kortið.
Gestirnir fingu heldur ikki fleiri mál enn tað eina, og sostatt fekk KÍ trý stig afturat og er framvegis bert eitt stig aftanfyri oddaliðið HB.