Kynið avger lønina

? Tað er týdningarmikið at hava ein greiðan lønarpolitikk, tí óteljandi dømi eru um, at konufólk fáa minni í løn enn mannfólk fyri sama arbeiði.

Á fundinum, sum norðurlendsku javnstøðunevndirnar høvdu á Hotel Hafnia um vikuskiftið, tosaði Anne Lise Ryel frá javnstøðuráðnum í Noregi um lønarviðurskifti hjá kvinnum sum heild og hvussu týdningarmikið tað er at vita, hvat lønin er ásett eftir.

Noreg hevur havt javnstøðulóg í 20 ár, men javnstøðuráðið í Noregi fær framvegis klagur um ólíka løn, og talið letur ikki til at vera fallandi.

Ein stór norsk kanning er gjørd um samlaða lívið ? lívsleiðina ? hjá monnum og kvinnum. Og niðurstøðan er, at kvinnur eru verri fyri, tá ið roknistykkið verður gjørt upp. Tær enda á lægri lønarstigi, fáa lægri pensjón og so framvegis.

Anne Lise Ryel førdi fram, at nógvar lønarskipanir, sum at síggja til eru kynsneutralar, eru til ógagns fyri kvinnur. Sum dømi ber til at taka læknayrkið. Fyrr var tað eitt mannfólkayrki, men í dag eru nógvir kvinnuligir læknar. Grundlønin er rættiliga lág, men nógvar viðbøtur eru fyri vaktir, forskotna arbeiðstíð, vikuskifti og so framvegis. Lønarskipanin hóskar illa til eitt kvinnulív, tí tað er framvegis hon, sum hevur ábyrgdina av børnum og familju.


Fjald starvsheiti

Ymiskir titlar kunnu fjala, at talan er um arbeiði av sama slagi. Skrivarar eru oftast kvinnur, lønin er rættiliga lág. Eitt annað orð fyri tað sama er til dømis administrasjónskonsulentur, har er ofta talan um ein mann, sum ger tað sama sum ein skrivari, men fær hægri løn.

Fleiri dømi eru um konufólk, ið koma í eitt starv, sum ein maður hevur sitið í, men fáa minni í løn enn hann. Maðurin hevur kanska ført fram, at hann hevur eina útbúgving, ið ikki er viðkomandi fyri starvið, og hevur tískil tosað seg fram til eina løn. Tann næsti maðurin í starvinum yvirtekur lønina uttan nakað, men tá ið eitt konufólk kemur til, verða spurnartekin sett við lønina. Slík dømi eru eisini í Føroyum. Hví spurnartekin verða sett, tá ið konufólk koma í eitt starv, har mannfólk áður hava sitið, kemur lutvís av, at konufólk ikki duga nóg væl at tosa fyri seg, men ikki minst, at fordómar eru knýttir at konufólki. Dømi eru eisini, at tá ið eitt mannfólk kemur í eitt starv, har eitt konufólk hevur sitið áður, fer lønin upp.

Ein háttur at koma hesum til lívs er at hava ein greiðan lønarpolitikk, soleiðis at fólk vita, hvør lønin í grundini er. Arbeiðsgevarar vilja mangan ikki út við tølum, sum siga, hvat fólk fáa í løn, men so er tað uppgávan hjá fakfeløgunum at fáa tølini til vega og fáa hesi viðurskifti uppá pláss. Ein liður í hesum er eisini lýsingarnar av størvum. Tí er týdningarmikið at hyggja at, hvat tað er fyri arbeiði, ið í grundini verða gjørd, og ikki bara klistrað nøkur heiti á.