stoypa kantarnar, og ljósi og góði sandurin, sum er serliga væl egnaður til strandaflogbólt, og sum longu er komin til landið, verður skjótt fyltur inn á vøllin. Hetta er ein spennandi og sjónlig verkætlan [...] fyri ítrótt og ungdóm í kommununi – bæði við atliti til komandi Oyggjaleikir og sum íkast til eitt fjølbroytt og livandi ítróttaumhvørvið í Vágum. Vøllurin verður gjørdur sambært altjóða krøvum og skal tryggja [...] at trý ung fólk úr økinum í summar hava kappast í altjóða kappingum fyri Føroyar á U18-landsliðunum í strandaflogbólti. Kommunan er spent og gleðir seg til at taka ímóti leikarum og áskoðarum og vísa fram
er kommunalt og privat. Gøtan, sum er gjørd við vælvild frá haganum, er umleið 400 metrar long frá Innandalsvegi og yvir í uppdyrkingarvegin. - Næstu árini er ætlanin at hegna, og at Ung í Arbeiði skulu [...] skulu gera fleiri gøtur og planta runnar og trø, og eg haldi eisini, at tað hevði verið eitt frálíkt hugskot, um fólk í kommununi tóku ein arbeiðsdag har og síðan høvdu eina hugnaløtu eftir arbeiðsdagin. [...] brúgv yvir um ánna, og ætlanin er at gera tvær ella tríggjar brýr aftrat tey næstu árini - og ein ella fleiri hyljar í ánni. Ætlanin er eisini at seta borð og benkur upp á eini fløtu, og her skal eisini verða
okkum øll, bæði børn, ung og gomul sum búleikast her. Ynski er eisini, at vit í býráðnum kunnu vera við til at skapa bestu karmar fyri okkum øll. Og so sjálvandi, at mínum nærmastu og øllum gongst væl, sigur [...] mínum nærmastu, familju og vinum. Serliga er tað ein túrur norðanfjørðs, har vit eitt nú vóru í Kalsoynni. Ein fantastiskur túrur, har vit vóru eitt við løtuna og góvu náttúru og hvørjum øðrum ans. Henda [...] míni fet í býráðsins høpi kenst bæði trilvandi og skinklut. Alt er spildurnýtt, og demokratiið tekur tið. Men, tad hevur verði læruríkt og hevur lært meg at hava tol. Hvat vilt tú helst gloyma frá 2013? -
urin og heilsurøktarin skulu hava ráð og møguleika til eitt gott heim. Flakakvinnan og arbeiðsmaðurin skulu kunna búgva og liva av síni løn. Sjúkrarøktarfrøðingurin, frisørurin, krambakallurin og timburmaðurin [...] heim. - Vit skulu hava lestrar- og ungdómsbústaðir, soleiðis at tey ungu trívast og velja Føroyar til. - Vit skulu hugsa nýtt og byggja lutaíbúðir til vanligar familjur og støk. Fyri okkum er tað einfalt: [...] bíligar leigubústaðir á stóru og smáu plássunum í Føroyum, soleiðis sum tey gjørdu í undanfarnu tingsetu – og meira afturat. Í kommunum vilja vit hugsa nýtt, hugsa skjótari og alt fyri eitt seta ferð á b
útbygdum fiska- og sølutorgið, mentan og list, íverksetan, betri trivnað, gjaldsfría og betri bussleið, nýggj eldrapláss, fleiri bústaðir, betri átøk í teimum ymsu bygdunum í kommununi og mangt, mangt annað [...] vera mín síðsta býráðsseta. Tí vit eiga ikki sessin, og vit skulu loyva øðrum framat; nýggj andlit, ung fólk, nýggjan íblástur, fólk við øðrvísi og fjølbroyttum royndum hevur høvuðsstaðarkommunan tørv [...] breyt, at broyta aðrar byggisamtyktir til frama fyri seráhugamál og vina- og kenningapolitikk, har býráðslimir fingu egnan fyrimun – og mangt annað. Læran av hesum er, at býráðspolitikkur má ikki gerast
Hvar og hvussu heldur borgarstjórin í Vágs kommunu, Dennis Holm, nýggjár í ár? - Sum vant, so haldi eg nýggjár saman við familjuni, og sjálvandi eru vit í Vági. Nakað fyri midnátt fara eg og elsti sonurin [...] . Keypir tú fýrverk, og dámar tær at skjóta fýrverk? - Ja, eg keypi hvørt ár fýrverk frá lokalum feløgunum, Nýggjársnevndini og FC Suðuroy. Sum vágbingur liggur tað nokk meiri og minni í genunum, at man [...] man dámar at skjóta fýrverk, og soleiðis er eisini hjá mær. Í Vági skjóta privat og grannaløg fýrverk tíðliga um kvøldið nýggjársaftan, og tað er Nýggjársnevndin. sum stendur fyri stóra fýrverksshow’inum
setast upp ímóti hvørjum øðrum. Tunlar og samferðslukervið yvirhøvur er eins umráðandi sum røktar- og ansingarstovnar og skúlar. Norðan fyri fjall búgva um 1000 fólk, og fólkatalið er støðugt vaksandi. Flestu [...] trygdarútgerð? Tunlarnir eru eisini avmarkandi fyri vinnu- og virkismøguleikar norðanfyri. Stórir bilar og maskinur sleppa ikki ígjøgnum tunlarnar og heldur ikki stórir bussar við turistum. Hendir ein álvarsom [...] Skulu barnagarðar, sjúkrahús og skúlar lúka krøvini í einum framkomnum samfelag, er neyðugt at hava tunlar, vegir og aðrar farleiðir. Tunlarnir norður um fjall vóru niðurslitnir fyri minst 15 árum síðani
Jákup, Rólant og Súsanna. Við Randi er ein sjáldsama virkin og nærløgd kvinna horvin úr myndini. Hon var alla sína tíð virkin og fegin um lívið, og hon vildi stuðla og menna tað hon orkaði. Ung fer hon á háskúla [...] Foreldur hennara vóru Lena og Jógvan Joensen. Lena, fødd Nysted, var frá Norðskála, og Jógvan úr Leynum, nevndur. Randi vaks upp í fiskimannaheimi, og har var fjálgt og gott heima í einbýlinum á Oyrarbakka [...] av. Randi og Leivur giftust 16. september í 1958. Tey búgva á Oyrarbakka til tey flyta í nýbygdu húsini í Tórfinsgøtu í Havn. Eldru døtrarnar, Jónleyg og Andrea eru føddar á Oyrarbakka í 1959 og í 1963,
Kirkju og uttandurakonsert við Havnar Hornorkestri í Tinghúsgarðinum; rokk konsert í Margarinfabrikkini; sang og spæl frá Jens Marna við Havnará og frá Martin Joensen í Gamla Kommunuskúlagarði og ikki [...] Ebenezer Sangkórinum, Ungdómskórinum, Manskórinum og øðrum. Kl. 22.30 syngur eitt kvinnukór a capella, tá handilin í Gamla Kommunuskúlagarði er opin. Felagssangur, fólkatónleikur og Jazzur Miðlahúsið opnar [...] konsertini, og á skránna hevur hann fingið indie popprokkararnar The Story Ends, bluesgarparnar Una Debess og Brand Jacobsen, trash-metal bólkin Synarchy, rokkbólkin Bendar Spónir og framførslu frá
vera á einum lønarlista. Tey ungu krevja annað og meira: dygdargóð mentanar- og frítíðartilboð, góðan skúla og góðar útbúgvingarmøguleikar til tey ungu og góða røkt, tá ellisárini koma. Vit eru øll samd [...] so, at fokuserað verður á tey virði, sum nú eru tøk og atkomulig í útjarðanum. Virði sum kvirra, ektað og upprunalig mentan, vøkur og óspilt náttúra og menniskju, sum eru góð við sítt umhvørvi. Kanska skuldu [...] Optimalt ferða-og telesamband er meginfortreyt fyri, at fólk kann liva og trívast á útoyggj í einogtjúgundu øld. Útoyggjafelagið ger eitt stórt arbeiði, og eiga vit øll at geva tí gætur og verða við til